Skriva út

Rentustuðul til lestrarlán

Rentustuðul til lestrarlán er peningaligur stuðul, sum samfelagið letur lesandi til at gjalda rentur av lánum, sum tey taka í sambandi við lesnað sín.

Søk á Vanganum ella á pappíri

Á Vanganum

  1. Rita inn og vel Tænastuveitarar > TAKS > Rentustuðul til bústaðarlán
  2. Fyll út og send inn

Hevur tú ikki roynt Vangan, les um hann.

Á pappíri

  1. Heinta umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni
  2. Fyll út og send inn við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til taks@taks.fo.

Tá ið tú søkir fyrstu ferð, skalt tú saman við umsóknini leggja ársyvirlit yvir rentuna í útbúgvingarárinum og gjaldstalvuna frá lánveitaranum. Gjaldstalvan er yvirlitið, sum tú fært frá lánveitaranum yvir samlaða lánið.

Treytir

Fyri at fáa rentustuðul til lestrarlán skalt tú:

  • Hava fulla skattskyldu í Føroyum
  • Hava gjørt útbúgvingina lidna
  • Ikki hava drigið renturnar frá í útbúgvingarlandinum
Stødd og útgjald

Rentustuðulin til lestrarlán er 35% av tí, sum tú rindar í rentu av láninum. Tað er einki hámark fyri støddini á rentuni.

Stuðulin verður settur á kontu tína eina ferð um mánaðin.

Tá ið tú tekur lán frá útlendskum lánveitara

Tekur tú lán frá útlendskum lánveitara, skalt tú hvørt ár í januar senda TAKS upplýsingar um metta rentu fyri árið. Við árslok sendir tú yvirlit yvir rentuna, soleiðis sum hon vísti seg at blíva. Verða upplýsingarnar um metta rentu ikki sendar hvørt ár í januar, verður rentustuðulin steðgaður.