300 krónu-reglan er ikki galdandi fyri vørur, sum ikki kunnu innflytast uttan serligt loyvi. Hetta er til dømis vápn, heilivágur, rúsdrekka og fýrverk.
Reglan er heldur ikki galdandi fyri vørur, sum rinda avgjald sambært løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Hetta er til dømis leskidrykkir, mjólkarúrdráttir og góðgæti. Síggj øll undantøkini í frumskjali 1 og frumskjali 3 til toll- og vøruskránna.