300 krónu-reglan
Ein pakki er tollfríur, um samlaða virðið á innihaldinum – við frakt og trygging – er maks 300 krónur. Keypir man fleiri vørur, skal man tí ikki hugsa um kostnaðin á hvørjari vøru sær, men um samlaða virðið á pakkanum, sum vørurnar verða sendar til Føroya í. 300 krónu-reglan er tó ikki galdandi fyri eitt nú góðgæti, leskidrykkir og mjólkarúrdráttir. Les meira um hesar vørur undir partinum um punktgjald niðanfyri.
Kostar vøra meira enn 300 krónur við frakt og trygging, verður hon tollað. Tað merkir, at tá koma í flestu førum 25% í mvg omaná. Harumframt koma avgreiðslugjøld hjá TAKS og flutningsfelagi. Alt eftir, hvat fyri vøru, ið talan er um, og í hvørjum landi, hon er framleidd, kanst tú eisini koma til at skula rinda toll og punktgjald.
Tollur
Vøra, sum er framleidd í londum, sum Føroyar hava handilssáttmála við, er tollfrí. Tollur verður hinvegin altíð rindaður av vøru, sum er framleidd í londum, sum vit ikki hava handilssáttmála við, t.d. Kina og USA. Henda toll kalla vit eisini GATT-toll. Tað ger tað sama, um tú bíleggur vøruna í t.d. einum donskum nethandli. Er hon framleidd í einum landi, sum vit ikki hava handilssáttmála við, rindar tú toll. Landið, har vøran er framleidd, kalla vit upprunaland.
Gev gætur, at fyri at TAKS skal kunna síggja, um ein vøra er tollfrí ella ikki, skal handilin altíð upplýsa upprunalandið á fakturanum. Annars rindar tú toll, sjálvt um vøran kundi verið tollfrí.
Støddin á tollinum veldst um vøruslag. Á klæðum er hann altíð 10%. Á telduútgerð millum 2 og 6%. Hvussu nógvan toll, tú skalt rinda av einari vøru, kanst tú annars síggja í toll- og vøruskránni, ið vit hava gjørt avtalu við onnur lond um at fylgja. Hana finnur tú undir snarslóðum. Hon kann vera eitt sindur ring at lesa, men tú kanst leita í henni við at trýsta á “Leita” í grøna bjálkanum ovast, tá ið tú kemur til skránna. Snýr tað seg til dømis um einar sandalur, skriva so sandalur í leitigluggan. Tú kanst eisini skriva sand ella sandal. Stjørnutekn, gásareygu og onnur slík tekn skulu ikki nýtast, einans bókstavir.
Føroyar hava handilssáttmála við hesi lond:
Belgia, Bretland, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Grikkaland, Írland, Ísland, Italia, Kekkia, Kroatia, Kypros, Lettland, Litava, Luksemborg, Malta, Niðurlond, Noreg, Pólland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Sveis, Svøríki, Turkaland, Týskland og Ungarn.
Er vøran, sum tú keypir, framleidd í einum av hesum londum, rindar tú ikki toll.
Punktgjald
Fyri summa vøru rindar tú punktgjald, eitt nú fyri góðgæti, bakstur og fýrverk. Punktgjaldið er ymiskt til støddar. Fyri góðgæti er tað vanliga 40% + 16 krónur pr. kilo. Fyri bakstur vanliga 13% + 14 krónur pr. kilo. Fyri fýrverk vanliga 100% + 0 krónur pr. kilo. (Les meira um fýrverk undir partinum um vøru, ið tú ikki kanst innflyta uttan við loyvi).
Punktgjald verður roknað av tollvirðinum, og rindar tú toll av vøruni, verður punktgjald roknað av teirri upphæddini eisini. Yvirlit yvir ymisku punktgjøldini finnur tú í avgjaldslógini. Finn hana undir snarslóðum og blaða niður til frumskjal 1, beint eftir § 8.
Mvg
Er tollvirðið á vøruni meira enn 300 krónur, verður mvg á 25% altíð lagt omaná, tó ikki á ávísar bøkur og brosjurur. Í kapitli 49.01 í toll- og vøruskránni sært tú, hvørjar vørur, ið talan er um. Tú finnut toll- og vøruskránna undir snarslóðum.
Mvg verður roknað av tollvirðinum, og rindar tú toll og/ella punktgjald av vøruni, verður mvg roknað av hesum eisini.
Avgreiðslugjald
Avgreiðslugjaldið er upphæddin, sum TAKS tekur fyri at tolla ein pakka. Avgreiðslugjaldið er 30 krónur pr. pakka. Viðhvørt tolla flutningsfeløg eisini fyri privatpersónar, og tá kemur avgreiðslugjaldið hjá teimum afturat.
Fakturi skal altíð fylgja við vøruni
Keypir tú vøru á netinum, skal fakturi altíð fylgja við vøruni. Ger hann ikki tað, fært tú fráboðan um manglandi faktura, og TAKS heldur vøruni aftur, inntil vit hava móttikið fakturan. Tá ið ein fakturi manglar, ger avsendarin stundum ein proformafaktura, eisini kallað Commercial invoice, men hetta er ikki nóg mikið. Vøra verður afturhildin, til rætti fakturin er latin okkum.
Fyri at fáa fatur á einum manglandi faktura, skalt tú venda tær til handilin, ið tú hevur keypt vøruna frá. TAKS kann ikki hjálpa við hesum.
Tollingaráheitan og skjóttolling
Er tollvirðið á vøruni yvir 3.000 krónur, skalt tú altíð útfylla eina tollingaráheitan og lata hana til TAKS. Tú finnur tollingaráheitanina undir snarslóðum. Er tollvirðið 3.000 krónur ella minni, kanst tú skjóttolla vøruna. Tað merkir, at tá kanst tú leypa tollingaráheitanina um og í staðin rinda ein fastan toll á 10%. Hetta kann vera praktiskt, um tað hevur skund at fáa vøruna út.