Lurta

At keypa bát úr útlondum

Keypir man bát úr útlondum, hevur tað í takshøpi nakað at siga, hvussu stórur báturin er, og um tað er stuttleikabátur ella ikki.

Soleiðis eru reglurnar

Mvg

  • Man rindar mvg, um tað antin er ein stuttleikabátur, ella um báturin er undir 20 GT.
  • Man rindar ikki mvg, um tað bæði er ein vinnuligur bátur, og hann er 20 GT ella størri.

Mvg'ið er 25% av CIF-virðinum. Rindast skal til TAKS, tá báturin kemur til landið.

Tollur

  • At flyta inn bát úr útlondum er tollfrítt.

Orðafrágreiðingar

  • GT: gross tonnage, t.e. bruttotonnasja.
  • CIF: cost, insurance and freight, t.e. kostnaður, trygging og frakt.
Hvussu veit man, hvussu stórur báturin er?

Tað stendur í málibrævinum fyri bátin. Talan skal vera um føroyskt ella danskt málibræv ella tjóðskaparbræv. Sjóvinnustýrið umsitur brøvini.

Hvussu veit man, um tað er ein stuttleikabátur ella ikki?

Tað stendur í skrásetingarskjalinum fyri bátin. Sjóvinnustýrið  umsitur skjalið.

Um stødd ella nýtsla ikki kann staðfestast

Er einki málibræv, sum vísir støddina á bátinum, skal man rinda mvg. Sama, um ikki kann prógvast ella á annan hátt váttast, at báturin verður brúktur vinnuliga.