Tá ið akfarið skal flytast inn til Føroya, skal tú rinda gatttoll og mvg av keypsvirði og flutningskostnaði, t.e. av CIF-virðinum.*
Er akfarið gjørt í ES, kanst tú sleppa undan gatt-tollinum, um seljarin kann geva tær eina upprunaváttan. Hetta kann vera ein fakturaváttan ella eitt EUR.1–sertifikat. Verður EUR.1–sertifikat brúkt, skal tað vera stemplað av tollmyndugleikanum í avsendaralandinum. Verður fakturaváttan brúkt, og virðið er meiri enn 6.000 evrur, skal autorisatiónsnummar standa í upprunatekstinum.
Gjøldini skulu rindast til TAKS, tá ið akfarið kemur til landið.
*) CIF: Ensk stytting fyri Cost, Insurance and Freight.