Fyri at lutirnir hjá tær skulu vera tulkaðir sum flytigóðs, skulu nakrar treytir verða uppfyltar.
- Tú skalt hava búð uttanlands í minst 1 ár
- Tú skalt hava latið útlendska bústaðin frá tær
- Lutirnir skulu vera ogn hjá tær ella húski tínum og skulu hava verið tað í minsta lagi 6 mánaðir, áðrenn komið verður til Føroya
- Lutirnir skulu hava verið brúktir av tær ella húski tínum og skulu framvegis fara at verða brúktir av tær ella húski tínum eftir heimkomu
Rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning av flytigóðsi er galdandi eitt ár eftir, at flutt er.
Gev gætur, at matur, rúsdrekka og tubbaksvøra kunnu ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs.