Natúrheilivágur og kostískoyti verða vanliga ikki roknað sum heilivágur og kunnu sum oftast keypast á netinum. Onkuntíð kunnu ivamál vera, og tá verður vøran afturhildin í tollinum, til eitt umboð frá Apoteksverkinum váttar, at talan ikki er um heilivág. Síðan verður vøran útflýggjað. Tað er altíð Apoteksverkið, sum ger av, um ein vøra er heilivágur ella ikki.
Heilivágur
Einans Apoteksverkið kann innflyta heilivág til Føroya. Verður komið fram á vøru, ið kann vera heilivágur, verður Apoteksverkið tilkallað fyri at staðfesta, um so er. Er talan um heilivág, verður hann latin løgregluni, sum kontaktar móttakaran og avgreiðir málið við hann. TAKS kunnar altíð móttakaran um hetta fyrst.
Er talan um postsending, sum inniheldur aðra lógliga vøru umframt, verður henda vøra útflýggjað, tá ið løgreglan er liðug at viðgera málið. Heilivágurin verður fyribeindur.
Natúrheilivágur og kostískoyti
Veska til elektroniskar sigarettir
Veska til elektroniskar sigarettir verður roknað sum heilivágur, um hon inniheldur nikotin, og tá er tað einans Apoteksverkið, sum kann innflyta. Hetta er sambært § 29, stk. 1, í apotekslógini.
Heilivágur hjá ferðandi
Ferðandi hava loyvi at hava við sær heilivág, sum tey hava fyri neyðini á ferðini.