Síggj dagsins virði við einum valutaroknara, til dømis á oanda.com.
Kontantir hjá ferðandi til og úr Føroyum
Hava ferðandi til Føroya ella úr Føroyum við sær kontantir, og virðið er 10.000 evrur ella meira, skulu tey boða tolleftirlitinum frá. Hetta er sambært § 29, stk. 3, í tolllógini.
10.000 evrur eru um 75.000 krónur
Soleiðis verður boðað frá
Boðað verður frá við skjalinum "Fráboðan um tøkan gjaldsmiðil". Heinta tað undir oyðubløðum her á síðuni, fyll út og send. Ger tað helst í góðari tíð, áðrenn ferðin byrjar.
Boðast kann eisini frá við komu og fráferð
Tá fæst skjalið frá tolleftirlitinum á staðnum. Tað er á flogvøllinum í Vágum og á farstøðini í Havn.
Verður ikki boðað frá, kann tað geva bót
Bótin er 25% av tí virði, sum fer upp um 10.000 evrur, tó ongantíð minni enn 5.000 krónur.
Tolleftirlitið kann harumframt eftirhalda allan peningin
Tað kann tolleftirlitið gera, um tað heldur, at peningurin kann setast í samband við brot á eitt nú revsilógina. Hetta er sambært § 27 b í tolllógini.
Boðast skal eisini frá handhavaskjølum
Handhavaskjøl eru eitt nú virðisbrøv og peningaávísingar.
Boðast skal frá, um samlaða virðið á skjølunum er 10.000 evrur ella meira. Boðað verður frá við sama skjali sum til kontantir, t.e. "Fráboðan um tøkan gjaldsmiðil".
Felags fyri kontantir og handhavaskjøl er, at tey eru tøkir gjaldsmiðlar
Tað er, at ein lætt og skjótt kann keypa vørur og tænastur fyri tey ella veksla tey til kontantir. Tøkir gjaldsmiðlar verða eisini kallaðir likvidir midlar.
Hvat er endamálið við fráboðanini?
Endamálið við fráboðanini um tøkan gjaldsmiðil er at forða fyri hvítvasking. Talan er um ES-fyriskipan, sum Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu vera partur av.
Okkurt at spyrja um?
Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
Við komu og fráferð ber eisini til at spyrja tolleftirlitið á staðnum
Tað er á flogvøllinum í Vágum og á farstøðini í Havn.