Lurta

Soleiðis roknar man toll

Roknar man toll, skal man duga hugtøkini og raðfylgjuna í roknistykkinum.

Kom og keyp eitt kilo av sjokulátu úr Kina

Vit siga, at hon kostar 200 krónur í handlinum har yviri. Fyri at finna út av, hvat  hon kostar, tá hon stendur heima á køksborðinum í Føroyum, skulu vit brúka fakturaprís, frakt, trygging, toll, punktgjald, mvg og avgreiðslugjald. Orðini standa lýst undir "Tollorð" niðast á síðuni.

Soleiðis sær roknistykkið út:
Fakturaprísur:200 kr.
Frakt og trygging:50 kr.
Tollur, 20% av 250:50 kr.
Punktgjald, 40% av 300:120 kr.
Punktgjald, 16 kr. pr. kg.:16 kr.
Mvg, 25% av 436:109 kr.
Avgreiðslugjald, TAKS:30 kr.
Kostnaður:575 kr.

Fleiri dømi?

Vita "At keypa á netinum: Soleiðis rokna vit títt neytkeyp".

Finn tollin í toll- og vøruskránni

Toll- og vøruskráin er eitt yvirlit yvir toll og onnur gjøld á vøru, man keypir úr útlondum.

> Lat upp toll- og vøruskránna
> Les um toll- og vøruskránna, og hvussu man leitar í henni

Onkuntíð rindar man ongan toll

Tað er, tá vøran er úr landi, sum Føroyar hava handsilssáttmála við. Tað hava Føroyar við hesi lond:

Belgia, Bretland, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Grikkaland, Írland, Ísland, Italia, Kekkia, Kroatia, Kypros, Lettland, Litava, Luksemborg, Malta, Niðurlond, Noreg, Pólland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Sveis, Svøríki, Turkaland, Týskland og Ungarn.

Man rindar heldur ikki toll av vøru

  • sum er tollfrí sambært toll- og vøruskránni
  • sum kostar 300 kr. ella minni, íroknað frakt og trygging
Tollorð
  • Avgjald: Sí punktgjald.
  • Avgreiðslugjald: Upphædd, sum TAKS og flutningsfeløg taka fyri at tollavgreiða sendingar. TAKS tekur 30 krónur pr. pakka. Upphæddin hjá flutningsfeløgum fæst við at venda sær til teirra.
  • Fakturaprísur: Upphædd, sum vøra kostar at keypa í handli. Sum fór man inn í handilin og keypti hana. 
  • Fakturi: Skjal, har seljari útgreinar vøru fyri keypara, millum annað vøruheiti, nøgd, prís og vekt. Fyri at kunna siga, um vøra er tollfrí, skal upprunaland eisini upplýsast. Fakturi skal altíð fylgja við vøru.
  • Frakt: Upphædd, sum tað kostar at fáa eina vøru til Føroya.
  • GATT-tollur: Tollur á vøru úr londum, sum Føroyar ikki hava handilssáttmála við. GATT er stytting fyri The General Agreement on Tariffs and Trade.
  • Mvg: Prosentupphædd, sum Løgtingið leggur á kostnaðinum á vørum og tænastum, í løtuni 25 %. Í tollhøpi verður mvg lagt á alt uttan á avgreiðslugjaldið.
  • Proformafakturi: Skjal, har seljari óbindandi upplýsir møguligum keypara um eina vøru. Proformafakturi er ikki nóg mikið til tollavgreiðslu. Til tess krevst fakturi.
  • Punktgjald: Upphædd, sum Løgtingið leggur á summa innflutta vøru. Punktgjaldið kann vera ymiskt og verður roknað av fakturaprísi, frakt, trygging og tolli. Á TAKS siga vit stundum avgjald fyri punktgjald. Tá vit á eini tollrokning skriva avgjald, er tað punktgjaldið, ið sipað verður til.
  • Toll- og vøruskrá: Yvirlit yvir toll og onnur gjøld á vøru, man keypir úr útlondum.
  • Tollingaráheitan: Skjal at útfylla, tá man keypir vøru úr útlondum. Er tollvirðið størri enn 3.000 krónur, skal tollingaráheitan altíð útfyllast. Er tað 3.000 krónur ella minni, kann man leypa tollingaráheitanina um við at rinda ein fastan toll á 10%.
  • Tollsatsur: Prosentupphædd, sum Løgtingið leggur á vøru, ið verður innflutt til Føroya.
  • Tollur: Avgjald, sum Løgtingið leggur á vøru, ið verður innflutt til Føroya. Tollur verður stundum kallaður tollsatsur. Tá verður meint við prosentini, sum tollurin er.
  • Tollvirði: Fakturaprísur + frakt + trygging.
  • Trygging: Upphædd, sum tað kostar at tryggja vøru undir flutninginum til Føroya.
  • Upprunaland: Land, har vøra er framleidd ella meirvirkað.