Toll- og vøruskráin
Toll- og vøruskráin er uppslagsverk yvir toll og annað avgjald á vørum, man keypir úr útlondum. Við kapittlum býtir hon vørurnar upp, og út fyri hvønn kapittul er skjal at trýsta á til at lesa um tær.
Tað er tríggir mátar at leita uppá í toll- og vøruskránni: skrolling, navnaleiting og nummarleiting/tekstleiting.
Skrolling
Skrollast kann á startsíðuni. Man skrollar, sum vant, og trýstir á kapittlar fyri at síggja vørurnar, sum hoyra til. Fyri at síggja tollin á vøru, trýstir man á nummarið út fyri henni.
Kemur man burtur frá startsíðuni, kann man velja "Yvirlit" á menuini.
Navnaleiting
Upp á nøvn verður leitað við at skriva navnið á vøruni, man vil kunna seg um. Leitar man eftir sandalum, kann man skriva sand, sandal ella sandalur, trýsta á enter og síggja tollin. Stjørnutekn, gásareygu og onnur slík tekn kunnu ikki nýtast, bert bókstavir. Ivast man í stavingini, t.d. millum citrus og sitrus ella skrúvur og skrúur, kann man skriva ávikavist itrus og skrú og fáa bæði.
Fyri at navnaleita, vel "Leita" í menuini og síðan "Leita í Leitiorð".
Nummarleiting/tekstleiting
Vørur í toll- og vøruskránni hava hvør sítt nummar við átta tølum. Fyrstu tvey eru nummarið á kapittli og høvuðsbólki, hini greina í undirbólkar. Kapittul 64 er til dømis skógvar, og ein undirbólkur, sandalur, hevur soleiðis nummar 64032000. Skrivar man tað í leitigluggan og trýstir á enter, fær man tollin á sandalum. Man kann eisini bara skriva 64 og síggja allar skógvar.
Har, sum man undir navnaleiting kann leita eftir vørunavninum á føroyskum, kann man undir tekstleiting leita eftir tí á donskum. Leitar man t.d. eftir skrivstovuútgerð og finnur einki við skrivstovu og kontór undir navnaleiting, kann man vita við kontor undir tekstleiting og síggja, um tað gevur úrslit.
Fyri at nummarleita/tekstleita, vel "Leita" í menuini og síðan "Leita í Vørunr. og tekst".
Brúkar tú telefon?
Trýst á burgaramenuina fyri at lata menuina í skránni upp.
Har kanst tú eisini heinta skránna sum skjal og lesa um, hvussu man roknar toll.