Tað ger man við at boða frá í tollinum í Føroyum. Boðar man ikki frá og verður steðgaður, rindar man toll av øllum pluss bót.
Les meira um at boða frá í tollinum í partinum "Grøna og reyða tollrásin" niðari á síðuni.
Man skal kunna prógva prísin á vøruni
Tað ger man við eini kvittan til dømis. Kann man ikki prógva prísin, kann tolleftirlitið áseta hann.
Vøra, ið hoyrir saman, skal vera saman
Tað er, at hon kann ikki flytast inn í pørtum ella av fleiri persónum, um so skal vera, hóast virðið á hvørjum parti sær er lægri enn 2.500 kr. Einir oyraringar, sum kosta 3.500 krónur, kunnu ikki flytast inn tollfrítt ein og ein fyri 1.750 krónur.
Mvg eitur tað í Føroyum
Aðrastaðni kann tað eita VAT, moms, MwSt, IVA og annað, alt eftir, hvar man er.