Skriva út

300 krónu-reglan

Vøra, ið kostar 300 krónur ella minni at keypa á netinum úr útlondum, við frakt og trygging, er frítikin fyri øll onnur gjøld. Tú fært hana fyri tað, tú keypir hana fyri frá handlinum, pluss frakt og trygging.

Undir snarslóðum kanst tú lesa meira um at keypa á netinum.

Undantøk

300 krónu-reglan er ikki galdandi fyri góðgæti, bakstur, mjólkarúrdrátt, leskidrykk, olju og sigarettpappír.

Serligar innflutningsreglur

Tá ið tú keypir á netinum, hav í huga, at serligar innflutningsreglur eru galdandi fyri fleiri vørur, t.d. hesar:

  • Vápn
  • Fýrverk
  • Kjøtvøru
  • Heilivág til menniskju og djór

Forboð er fyri at innflyta nakrar av hesum vørum, og aðrar vørur eru treytaðar av serligum innflutningsloyvi. Tolleftirlitið kann upplýsa, um serligar reglur eru galdandi fyri eina vøru, ætlanin er at hava við sær til Føroya.