Skriva út

Sáttmáli

sambært 20. grein í avtaluni millum Danmark, Finnland, Føroya, Grønland, Ísland, Noreg og Svøríki um hjálparveiting í skattamálum.
Til tess at fremja avtaluna um hjálparveiting í skattamálum frá 7. desember 1989 millum tey norðurlendsku londini sum umfata Danmark, Føroyar, Grønland, Finnland, Ísland, og Svøríki er gjørdur sáttmáli sambært 20. grein um hesar ásetingar:


1. Málburðurin ”at útvega sjálvuppgávur ella aðrar fráboðanir” í 1. grein b) í avtaluni merkir at útvega sjálvuppgávu og aðra fráboðan til nýtslu við skattaálíkning (skatting) ella aðra atgerð í málum viðvíkjandi skatti í tí sáttmálabundnum ríkinum, sum biður um hjálpina. Málburðurin fevnir eisini um at útvega sjálvuppgávur ella onnur skjøl í frumriti ella avriti, sum við skattaálíkning (skatting) ella aðrari atgerð í hyggju, eru latin inn í málum viðvíkjandi skatti hjá tí sáttmálabundna ríkinum, sum áheitanina fær.

2. Javnt við skattir, har sum hjálp verður veitt, verður at seta:

a. dragurenta og restgjald ella annað avgjald, sum verður álíknað, av tí at skattur hevur staðið ógoldin í einum sáttmálabundnum ríki frammanundan tí tíðarbili, at hann varð latin einum øðrum sáttmálabundnum ríki til tvingsilsinnheintingar ella av tí at upplýsingar- ella gjaldsskyldan viðv. skatti ella almennnum avgjøldum er ikki hildin. (seinkingargjald, avgjaldsvøkstur v.m.),

b. tílík dragurenta og restgjald ella annað avgjald, sum verður álíknað í einum sáttmálabundnum ríki av tí, at skattur fyri tíðarskeið, eftir at kravið varð latið til tvingsilsinnheintingar í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, stendur ógoldin, og serlig áheitan um hetta er sett fram,

c. endurgjald fyri innheintingarkostnað og sektir í tann mun kostnaðurin ávíkavist sektirnar, ikki komast av rættarmáli fyri dómstóli.

3. A. ”Motoravgjøld” í 2. grein, stk. 1, h) 2) er at skilja sum skattir og avgjøld, sum fyri tíðina verða útskrivaðir sambært hesum lógum við broytingum:

a. viðvíkjandi Danmørk: skrásetingargjøld fyri motorakfør eftir lóg nr. 221 frá 26. mai 1971 og vektgjald fyri motorakfør eftir lóg nr. 99 frá 28. mars 1962 og avgjald eftir lóg nr. 956 frá 25. november 1994 um vegavgjald;

b. viðvíkjandi Finnlandi: skattur eftir lóg um skatt á motorakførum (722/66) og lóg um bilskatt (1482/1994);

c. viðvíkjandi Føroyum: skrásetingargjald eftir løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m. og vektgjald eftir løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982;

d. viðvíkjandi Grønlandi: gjald eftir landstingslóg nr. 3. frá 16. juni 1987 av motorakførum;

e. viðvíkjandi Íslandi: fast avgjald ella kilometurgjald (vektgjald) á akførum, sum ikki eru bensindrivin, eftir lóg nr. 3/ 1987, um fígging til vegagerð, avgjald á motorakførum eftir lóg nr. 39/1988;

f. viðvíkjandi Noregi: hesi gjøld eftir lóg frá 19. juni 1959, nr. 2, nevniliga eittsinnisgjald á motorakførum v.m., uppbyggingargjald, ársgjald, vektársgjald og umskrásetingargjald; og

g. viðvíkjandi Svøríki: skattur eftir lóg á bilasølu (1976:339) og akfarskattalógin (1988:327) og lóg (1988:328) um akfarskatt á útlendskum akførum.

3. B. Við ”meirvirðisgjald og annað vanligt søluavgjald” í 2. grein, 1. stk. h) 3) í avtaluni er at skilja skattir og avgjøld, sum fyri tíðina verða útskrivað sambært hesum lógum við broytingum:

a. viðvíkjandi Danmørk: avgjald eftir lóg nr. 375 frá 18. mai 1994 um meirvirðisgjald (mvg-lógin);

b. viðvíkjandi Finnlandi: skattur eftir søluskattalógini (559/1991) og skattur eftir meirvirðisskattalógini (1501/1993);

c. viðvíkjandi Føroyum: avgjald eftir løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald;

d. viðvíkjandi Grønlandi: (verður ikki kravdur sum er);

e. viðvíkjandi Íslandi: skattur eftir lóg um meirvirðisgjald (lóg nr. 50/1988)

f. viðvíkjandi Noregi: gjald eftir lóg frá 19. juni 1969 um meirvirðisgjald og

g. viðvíkjandi Svøríki: skattur eftir lóg um meirvirðisskatt (1994:200).

3. C. Við ”staksøluskatt” (punktskatt) í 2. grein, 1. stk. h) 4) í avtaluni er at skilja skattir og avgjøld, sum fyri tíðina verða útskrivaðir sambært hesum lógum við broytingum:

a) viðvíkjandi Danmørk:
lóg nr. 414 frá 18. des. 1968 um avgjald av sukurlátu og skukurvøru, v.m.,
lóg nr. 153 frá 6. mai 1980 um avgjald av rúsdrekka, v.m.,
lóg nr. 174 frá 7. mai 1975 um avgjald á ábyrgdartryggingar fyri motorakfør v.m.,
lóg nr. 607 frá 21. des. 1946 um avgjald av góðgætisísi,
lóg nr. 413 frá 20. aug. 1976 um avgjald á stuttleikabátatryggingum,
lóg nr. 634 frá 21. des. 1977 um avgjald av ávísum smásøluinnpakkingarlutum og ávísum pappírsposum og plastikkposum v.m.,
lóg nr. 265 frá 9. juni 1982 um avgjald av steinkoli, brúnkoli og koks v.m.,
lóg nr. 607 frá 12. desember 1984 um avgjald av mineralvatni v.m.,
lóg nr. 89 frá 9. mars 1977 um ravmagnsavgjald,
lóg nr. 174 frá 30. apríl 1969 um stempulavgjald,
lóg nr. 228 frá 22. apríl 1987 um avgjald við sølu av partabrøvum v.m. (partabrævaavgjaldslógin),
lóg nr. 575 frá 25. nov. 1977 um avgjald við fyrstuavhending av ávísum ognaríbúðum,
lóg nr. 832 frá 21. des. 1988 um avgjald av ávísum ”chlorfluorcarbonater og haloner” (CFC avgjald),
lóg nr. 834 frá 21. des. 1988 um ávís umhvørvisgjøld
lóg nr. 838 frá 19. des. 1989 um avgjald av burturkasti og ráevni,
lóg nr. 830 frá 19. des. 1989 um lønhæddaravgjald v.m.,
lóg nr. 44 frá 14. mars. 1955 um avgjald um ymisk nýtslugjøld,
lóg nr. 389 frá 6. juni 1991 um avgjald av ávísum flogferðum,
lóg nr. 888 frá 21. desember 1991 um koldioxidavgjald á ávísum orkuvørum,
lóg nr. 1015 frá 19. desember 1992 um avgjald á øl, vín og fruktvín v.m.,
lóg nr. 1016 frá 19. desember 1992 um avgjøld á tubbak,
lóg nr. 1029 frá 19. desember 1992 um orkuavgjald á mineraloljuvørum v.m.,
lóg nr. 492 frá 30. juni 1993 um avgjald á veitan av vatni,
lóg nr. 414 frá 14. juni 1995 um avgjald á hermetiskt útgjørdum nikkel- kadmium- battaríum (afturlætin nikkel-battaríir),
lóg nr. 415 frá 14. juni 1995 um avgjald á ávísum upploysingarevnum úr klori,
lóg nr. 416 frá 14. juni 1995 um avgjald av eiturevni móti skaðadýrum,
lóg nr. 419 frá 14. juni 1995 um avgjald av jarðgass og býargass
lóg nr. 421 frá 14. juni 1995 um avgjald av svávul,
lóg nr. 490 frá 12. juni 1996 um avgjald á frárensluvatn.

b) viðvíkjandi Finnlandi:
skattir og avgjøld eftir lóg um tubbaksavgjøld (1470/1994),
lóg um avgjald av sukurvørum og drykkjuvørum (1474/1994),
lóg um avgjald av flótandi brenni (1472/1994),
lóg um avgjald av el og ávísum brennievni (1260/1996)
lóg um avgjald av rúsdrekka og drykkir við rúsdrekka í (1471/1994),
lóg um avgjald av burturkasti av olju (894/1986),
lóg um oljuverndargrunnin (379/1974),
happadráttarskattalógin (552/1992),
lóg um skatt á ávísum tryggingargjøldum (664/1966),
lóg um stempulskatt (662/1943),
lóg um ”overlåtelseskatt” (931/1996)
lóg um skatt á motorakførum (772/1966) og
lóg um bilskatt (1482/1994);

c) viðvíkjandi Føroyum:
løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember 1991 um avgjald á framleiðslu og innflutningi,
løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll,
løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju,
løgtingslóg nr. 75 frá 13. mai 1992 um umhvørvisgjald á smyrjiolju,
løgtingslóg nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald og
løgtingslóg nr. 11. frá 9. apríl 1968 um gjald við burturluting v.m.,

d) viðvíkjandi Grønlandi:
gjøld eftir landstingslóg nr. 18 frá 30. oktober 1992 um innflutning og útflutning av vørum,
landstingslóg nr. 19 frá 30. oktober 1992 um innflutningsavgjøld,
landstingslóg nr. 7 frá 31. okt. 1987 um happadráttaavgjald,
landstingslóg nr. 8. frá 31. okt. 1987 um stempulgjald,
landstingslóg nr. 3 frá 17. mai 1990 um avgjøld á ”automatspil”, og
landstingslóg nr. 20 frá 25. okt. 1990 um avgjald á rekjum.

e) viðvíkjandi Íslandi:
lóg um avgjald á vørum 97/-1987,
lóg um fígging av vegagerð 3/1987,
lóg um stuttleikaskatt 58/1970,
lóg um vøruavgjald á motorakførum, brennievni v.m. nr. 29/1993,
lóg um avgjald á rúsdrekka 96/1995,
lóg um stempulavgjald 36/1978,
lóg um avgjald á flogvølli 31/1987 um flogfør og fígging av gerð av flogvøllum,
returavgjald eftir lóg nr. 52/1989 um atgerðum móti umhvørvisdálking orsakað av eingangspakkitilfari av drekkivørum,
avgjald fyri rakstur á sjónvarps- og radiosamband eftir lóg 147/1996;

f) viðvíkjandi Noregi:
avgjald av brennivíni og víni v.m. og avgjald av rúsdrekka í úrdrátti v.m. sum verða innflutt (lóg frá 19. juni 1964, nr. 1),
avgjald av øli (lóg frá 28. juni 1912, nr. 4),
grundavgjald á eingangspakkitilfar av drykkjum, avgjald á tubbaksvøru, avgjald á bensin, avgjald á diesel til bilar, avgjald av bátsmotorum, brúkaraavgjald av ravmagni, avgjald á mineralolju, avgjald á smyrjiolju v.m., avgjald á kol og koks v.m., avgjald á sukurlátu og sukurvøru v.m., avgjald á alkoholfríum drykkjum v.m. (við ella uttan kolsýru) og umhvørvisavgjald á pakkingartilfar til drykkuvørur, avgjald á sukur, avgjald av flúgving við ferðandi, avgjald á kassettubond, avgjald á radio- og sjónvarpstilfar v.m. (lóg frá 19. mai 1933 nr. 11), avgjøld av motorakførum, sum eru nevnd undir 3A f) (eftir lóg frá 19. juni 1959, nr. 2), avgjald av framleiðslu av ravmagni (lóg frá 8. januar 1993 nr. 3),
avgjald av samsýningum til útlendsk listafólk v.m. (lóg frá 5. apríl 1963, nr. 10) skjalaavgjald (lóg frá 12.des. 1975, nr. 59), og

g) viðvíkjandi Svøríki:
lóg um skatt av lýsingum og reklamu (1972:266)
lóg um spælskatt (1972:820),
lóg um bilupphøgg (1975:343),
lóg um søluskatt av motorakførum (1978:69),
lóg um skatt av ávísum sløgum av elorku (1982:1201),
lóg um serstakan skatt av elorku frá kjarnorkuverkum (1983:1104),
lóg um stempulskatt í samband við tilmelding til ymsar myndugleikar (1984:404),
lóg um skatt á gjødningsmidlir/tøð (1984:409),
lóg um avgjald av eiturevni móti skaðadýrum (1984:410),
lóg um umhvørvisskatt av innanlandsflogferðslu (1988:1567),
lóg um umhvørvisavgjald av ”udslip af kvælstofoxider” við orkuframleiðslu (1990:613),
lóg um goymsluskatt á ávísum oljuvørum (1990:1087),
lóg um happadráttarskatt (1991:1482),
lóg um goymsluskatt á dieselolju (1992:1439)
lóg um goymsluskatt av ávísum bensini (1992:1479),
lóg um tubbaksskatt (1994:1563),
lóg um rúsdrekkaskatt (1994:1564,
lóg um goymsluavgjald av ávísum landbrúksvørum (1994:1704),
lóg um skatt á orku (1994:1776),
lóg um goymsluskatt á dieselolju fyri nýtslu av ávísum motordrivnum akførum (1995:1132),
lóg um skatt á sand/grús (1995:1667).

3. D. Við gjøld sambært grein 2, stk. 1, h) í hjálpisáttmálanum er at skilja skattur og avgjald sum fyri tíðina verða útskrivað sambært niðanfyri standandi lógum við broytingum:

a) viðvíkjandi Danmørk:
arbeiðsgevaragjald til dagpeningsgrunnin, sbr. § 41, stk. 4, og §§ 11, 13 og 15, 2. stk., í lóg nr. 262 frá 7. juni 1972 um dagpening við sjúku og barnsburð, gjald til sjálvbodna trygging sambært § 27 í lóg nr. 852 frá 20. desember 1989 um dagpening við sjúku og barnsburð,
reiðaragjald eftir § 21, 4. stk., í lóg nr. 311 frá 9. juni 1971 um almenna sjúkratrygd,
ógoldin arbeiðsgevaragjøld eftir galdandi reglum til 1. januar 1988, jfr, § 72 a í lóg nr. 612 frá 24. juni 1996 um sosiala pensión,
tryggingargjald v.m., sum tryggingarskyldugi arbeiðsgevarin skal rinda teimum viðurkendu tryggingarfeløgunum, ella trygginarsambandum sbr. §§ 42, 43 og 44 í kunngerð frá 25. juni 1987 frá almannaráðnum um lóg um vinnuskaðatrygging, gjald eftir lóg nr. 46 frá 7. aug. 1964 um ískoytiseftirløn vinnumarknaðarins kap V (ATP)
tryggingargjøld v.m. sum ein tryggingarskyldugur arbeiðsgevari skal gjalda til eitt serligt góðkent tryggingarfelag, jfr. 46, 47, og 48 í ” Sosialministeriets lovbekendtgørelse” nr. 789 frá 28. august 1996, og gjald eftir lóg nr. 448 frá 30. juni 1993 um arbeiðsmarknaðargrunnin;

b) viðvíkjandi Finnlandi:
avgjøld og tryggingargjøld eftir fólkapensiónslógini (347/1956), sjúkratryggingarlógini (364/1963), lóg um almannatryggingargjald arbeiðsgevara (366/1963) og lóg um skógvirkissamtøkur (558/1950);

c) viðvíkjandi Føroyum:
løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald,
løgtingslóg nr. 87 frá 5. juni 1992 um rentuskatt,
løgtingslóg nr. 15 frá 1. februar 1995 um rentuavgjald og fíggjarognaravgjald,
løgtingslóg nr. 115 frá 21. mai 1993 um útreiðslur sjúkrakassans til heilivág,
løgtingslóg nr. 62 frá 20. mai 1996 um avgjøld í samband við panting fyri skatt v.m.,
løgtingslóg nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan,

d) viðvíkjandi Grønlandi:
tryggingargjøld, sum tryggingarskyldugur arbeiðsgevari skal gjalda viðurkendum tryggingarfeløgum, jfr. §§ 51, 52 og 53 eftir fyriskipan nr. 818 frá 11. september 1996 um ígildukomu av lóg um trygging av fylgjum eftir arbeiðskaða í Grønlandi, arbeiðsgevaragjald eftir landstingslóg nr. 16 frá 23. november 1989 um arbeiðsgevaragjald til yrkisútbúgving (AEB),

e) viðvíkjandi Íslandi:
lóg um ídnaðarlánigrunnin, nr. 76/1987,
ídnaðaravgjald eftir lóg um ídnaðaravgjald nr. 134/1993,
avgjøld eftir lóg um fólkatrygging nr. 117/1993,
lóg um sosialt tryggingaravgjald nr. 113/1990,
lóg um ábyrgdargrunn fyri løn í samband við konkurs nr. 53/1993 og
marknaðaravgjald eftir lóg nr. 114/1990 um Islands Eksportråd;

f) viðvíkjandi Noregi:
gjøld sambært lóg frá 17. juni 1966 um almannatrygging og
lóg frá 19. juni 1969 um gjald til íløgur v.m. og gjald sambært kongaligari avgerð frá 17. desember 1971 við ásetanum um yvirvektsgjald, og

g) viðvíkjandi Svøríki:
lóg um yvirvektsgjald (1972:435),
lóg um almannagjøld (1981:691),
lóg um at krevja inn almenn gjøld frá arbeiðsgevarum (1984:668),
lóg um serstakan lønarskatt á ávísum vinnuinntøkum (1990:659),
lóg um skatting av inntøkum frá pensiónum (1990:661),
lóg um skatting av ávísum tryggingum (1990:662),
lóg um serstakt gjald av samlagstryggingum o.a. (1990:1427),
lóg um serstakan lønarskatt av pensiónskostnaðum (1991:687),
lóg um skatt viðv. vinningsuppsparing v.m. (1991:1483),
lóg um almenn egingjøld (1994:1744),
lóg um vanlig lønaravgjøld (1994:1920),
lóg um gjalding av skatti (1997:483).

3. E. Hesin sáttmáli skal eisini verða nýttur um skattir og avgjøld av sama ella nærum sama slag sum tey, ið eru nevnd undir punkt A) – D) og sum undan undirskrift av hesum sáttmála eru áløgd - ella eftir undirskrift skuldu verið áløgd – fyriuttan ella í staðin fyri nevndu skattir og avgjøld. Málsráðandi myndugleikar í teimum sáttmálabundnu ríkjunum skulu skjótast gjørligt boða hvørjum øðrum frá munandi broytingum, sum eru gjørdar í teimum ávísu lógunum.

4. Skylda til at veita upplýsingar sambært 11. grein í sáttmálanum fevnur eisini um upplýsingar um tíðarvísar uppihaldsveitingar.

5. Tá ið hjálparveiting við tvingsilsinnheinting verður kravd, skal hjálagt verða í frumriti ella avriti tann avgerð, sum skattakravið er grundað á, ella váttað avrit av eftirstøðuyvirliti ella øðrum skjali, har krvaið er til skjals.

Í áheitanini skal verða tilskilað:

a. myndugleikin, sum krevur hjálparveitingina;

b. tá ið talan er um gjaldskyldugan likamligan persón: navn, bústaður, føðingardagur (persóntal), heimstaðarkommuna, og tá ið til ber, vinnustaður og dvølstað;

c. tá ið talan er um løgligan persón: løgliga slag stovnsins, navn og bústaður;

d. tá ið soleiðis ber til, tað ella tey støð í tí sáttmálabundna ríkinum, har innheintingin verður kravd, har ognir hjá gjaldskylduga eru at finna, og slagið á ognunum;

e. av hvørjum slag kravið er og stødd tess, hvørjar afturatkomnar rentur, ið eru uppií; tíðarskeiðið, sum kravið er frá, tíðarbilið, at kravið heilt ella lutvís verður fyrnt eftir lóggávuni hjá tí áheitandi ríkinum;

f. grundarlagið, sum renta og avgjald verða roknað eftir sambært punkti 2 a) ella b) og

g. aðrar umstøður, sum kunna lætta ella skunda undir innheinting kravsins.

Samsvarandi upplýsingar verða at geva í áheitan um hjálparveiting, tá ið trygd skal verða veitt, fyri at skyldugur skattur verður goldin.

6. Áheitan um hjálparveiting við skattainnheinting má bert verða sett fram, um samanlagda gjaldingarkravið, heruppií ikki upphæddir sum punkt 2 a) fevnir um, er í minsta lagi 2.500,- danskar krónur, 1.500,- finskar markar, 25.000,- íslendskar krónur, 2.500,- norskar krónur ella 2.500,- svenskar krónur.

7. Innheinting fer fram í gjaldoyranum hjá tí sáttmálabundna ríkinum, har innheintingin verður kravd. Avvarðandi myndugleikin í hesum sáttmálabundna ríkinum skal, so skjótt sum til ber, tá ið hjálparveitingarkravið er komið til hansara, rokna ta peningaupphædd, sum áheitanin fevnir um, um til gjaldoyrisslagið hjá sær út frá gjaldvirði, sum høvuðsbankin viðmælir, og sum galt tann dagin, áheitanin kom, og skal innheintingin haðanifrá fevna um ta soleiðis roknaðu upphædd. Við umrokningina er heimild at nýta tær reglur um at runda peningahæddina av, sum galdandi kunnu vera í lóggávuni í hesum sáttmálabundna ríkinum.
Broytist gjaldvirði, meðan innheintingin fer fram, kann málsráðandi myndugleikin í tí sáttmálabundna ríkinum, har innheintingin er kravd, tá ið hann hevur spurt seg fyri hjá høvuðsbankanum, taka avgerð um gjaldvirðið, sum nýtt skal verða, orsakað av broytingini.
Uttan mun til frammanfyristandandi ásetingar í hesum punkti, kann gjald av tí peningaupphædd, sum áheitanin ber í sær, verða goldið í tí gjaldoyrisslagnum hjá tí sáttmálabundna ríkinum, sum áheitanin kemur frá.
Føroyum og Grønlandi viðvíkjandi verður donsk króna nýtt sum gjaldoyra.

8. Upphæddir, sum verða goldnar í samband við hjálparveitingar í hesum sáttmála, skulu av innheintingarmyndugleikanum skjótast gjørligt verða goldnar til høvuðsbankan í hansara egna ríki á eini konto, sum høvðusbankin í tí sáttmálabundna ríki fyri hvørs rokning innheinting er gjørd eigur.
Í samband við inngjaldingina skulu upplýsingar verða givnar um navn og bústað hjá innheintingarmyndugleikanum, sum peningahæddina skal hava, og um tað skattakrav, sum peningahæddin hoyrir til.
Tað skal eisini bera til at seta peningahæddina á postgirokonto, sum hoyrir tí innheintingarmyndugleika til, sum hjálpina hevur kravt.
Tá ið so fellur fyri, skal rættarmáls- og trotabúarkostnaður verða mótroknaður í innkomnu peningahæddini. (22. grein í sáttmálanum).

Við ”innheintingarmyndugleika” undir hesum punkti er at skilja,
Danmørk viðvíkjandi:
Told- og skattestyrelsen,

Finnlandi viðvíkjandi:
Skatteverket, distrikstoldkammeret og bilregistercentralen,

Føroyum viðvíkjandi:
Føroya Gjaldstova,

Grønlandi viðvíkjandi:
Skattedirektoratet,

Íslandi viðvíkjandi:
Tolddirektøren í Reykjavík,

Noregi viðvíkjandi:
Skattefogeden i Oslo, og

Svøríki viðvíkjandi:
Kronefogedmyndigheden

Við ”høvuðsbankan” er í hesum punkti at skilja,
Danmørk viðvíkjandi:
Danmarks Nationalbank,

Finnlandi viðvíkjandi:
Finlands Bank,

Føroyum viðvíkjandi
Føroya Landsbanki,

Grønlandi viðvíkjandi:
GrønlandsBANKEN,

Íslandi viðvíkjandi:
Sedlabanki Íslands,

Noregi viðvíkjandi:
Norges Bank, og

Svøríki viðvíkjandi:
Sveriges Rigsbank

9. Tá ið gjaldoyra fyri skatt verður flutt frá einum sáttmálabundnum ríki til annað sáttmálabundið ríki, skal hetta verða gjørt innan rammurnar í galdandi gjaldingarsáttmála ríkjanna millum.
Hesin sáttmáli kemur í gildi, tann 1. januar 1998 og verður hann nýttur í málum, sum eru komin eftir gildiskomuna til málsráðandi myndugleika í tí sáttmálabundna ríkinum, sum áheitanina fær.
Samstundis sum hesin sáttmáli kemur í gildi, fer sáttmáli dagfestur 19. juni 1991 sambært grein 20 í sáttmála frá 7. desember 1989 millum tey nordurlendsku londini um hjálparveiting í skattamálum úr gildi.
Hesin sáttmáli er gjørdur í 8 eintøkum, á donskum, á føroyskum, á grønlendskum, á finskum, á íslendskum, á norskum og á svenskum máli, tó at svenski sáttmálin verður gjørdur við tveimum tekstum, ein fyri Finnland og ein fyri Svøríki, og hava allir tekstir sama gildi

Kangerlussuaq, tann 30. juni 1997