Sáttmáli millum Norðurlond um hjálp í skattamálum
Ríkisstjórn Danmarkar saman við Føroya landsstýri og grønlendska landstýri og ríkisstjórnunum í Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki, sum ynskja at gera ein sáttmála um hjálp í skattamálum og sum ásanna, at hvat viðvíkur Føroyum og Grønlandi tey málsøki, sum hesin sáttmáli fevnir um sjálvt mótvegis útlondum, hoyra undir Føroya og Grønlands sjálvstýri, eru samd um:
Vanligar viðmerkingar
Grein 1
Tey sáttmálabundnu ríkini binda seg til at veita hvørjum øðrum hjálp í skattamálum, tá ð tað kemur til:
a. at kunngera skjøl
b. at lýsa skattamál, eitt nú at útvega sjálvuppgávur ella aðrar fráboðanir, at skifta upplýsingar sjálvkravdir ella eftir áheitan í einstøkum føri,
c. at fáa til vega sjálvuppgávur - og onnur skattaútfyllingarbløð,
d. atgerðir sum skulu byrgja fyri at fyribilsskattur verður tikin í meira enn einum ríki,
e. skattainnkrevjing,
f. skattaflutningur og
g. skattainnheinting og trygdarveiting fyri at skattakrøv verða goldin.
Grein 2
1. Galdandi skattir, har hesin sáttmáli skal verða nýttur, eru:
a) í Danmark:
1. inntøkuskattur til ríkið,
2. inntøkuskattur til kommunur
3. inntøkuskattur til amtskommunur,
4. serligur inntøkuskattur,
5. kirkjuskattur,
6. skattur av vinningsbýti
7. rentuskattur,
8. skattur av nýtslugjaldi,
9. skattur eftir kolvetnisskattalógini,
10. ognarskattur til ríkið og
11. sjómansskattur;
b) í Føroyum:
1. inntøkuskattur til landskassan;
2. inntøkuskattur til kommunur,
3. kirkjuskattur,
4. skattur av vinningsbýti og
5. skattur av nýtslugjaldi (royalty);
c) í Grønlandi:
1. landsskattur,
2. serligur landsskattur,
3. kommunuskattur,
4. skattur av vinningsbýti,
5. felagskommunali skatturin og
6. kolvetnisskattur;
d) í Finnlandi:
1. inntøku- og ognarskattur til ríkið,
2. skattur til kommunur,
3. kirkjuskattur, og
4. kelduskattur;
e) í Íslandi:
1. inntøkuskattur til ríkið,
2. inntøkuskattur til kommunur og
3. ognarskattur til ríkið;
f) í Noregi:
1. inntøku- og ognarskattur til ríkið,
2. inntøku- og ognarskattur til kommunur,
3. inntøkuskattur til "fylkene",
4. felagsskattur til "skattefordelingsfonden"
5. skattur eftir steinoljuskattalógini,
6. avgjaldið til ríkið av samsýningum til útlendsk listafólk og
7. sjómansskattur;
g) í Svøríki:
1. inntøkuskattur til ríkið, íroknað sjómansskattur og "kuponskattur",
2. loyvisgjald fyri ávísar almennar framførslur,
3. "ersattningsskatten",
4. "utskiftningsskatten",
5. "vinstdelingsskatten",
6. inntøkuskattur til kommunur, og
7. ognarskattur til ríkið;
h) í øllum sáttmálabundnum ríkjum:
1. arva- og gávuavgjald.
2. motorgjøld í tann mun tey eru tilskilað í sáttmála sambært § 20;
3. meirvirðisgjald og annað vanligt søluavgjald í tann hetta er tilskilað í sáttmála sambært § 20;
4. sersøluskattur í tann mun hann er tilskilaður í sáttmála sambært § 20;
5. almannatryggingargjøld og onnur gjøld til ta almenna í tann mun hetta er tilskilað í avtalu sambært § 20.
Javnt við skatt verður at seta fyribilsgjøld av slíkum skatti og avgjaldi, sum litra a) - g) í hesi grein fevna um.
2. Sáttmálin skal eisini verða nýttur um allar skattir av sama ella nærum sama slag, sum, eftir at hesin sáttmálin er undirskrivaður, verða álíknaðir sum ískoyti til ella í staðin fyri galdandi skattir.
Grein 3
Um ikki annað sæst av tí sambandi, málburðurin verður havdur í, er merking hansara í hesum sáttmála, sum niðanfyri tilskilað:
a. Málberingin "sáttmálabundið ríkið" merkir Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki; tá ið hesin sáttmáli verður nýttur umfatar málberingin eisini Føroyar og Grønland, sjálvstýrandi tjóðir í danska ríkinum;
b. málberingin "málsráðandi myndugleiki" merkir:
1. í Danmark: Skattamálaráðið;
2. í Føroyum: Líkningarráð Føroya;
3. í Grønlandi: Skattadirektoratið;
4. í Finnlandi: Fíggjarmálaráðið;
5. í Íslandi: Fíggjarmálaráðið;
6. í Noregi: Fíggjar- og tollráðstovan;
7. í Svøríki: Fíggjarmálaráðið
ella tann myndugleiki í einhvørjum av hesum ríkjum, sum er heimilaður at taka sær av spurningum hesum sáttmála viðvíkjandi.
c. "Tann norðurlendski tvískattasáttmálin" merkir sáttmáli dagfestur 12. september 1989 millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting av inntøku- og ognarskattum og sáttmáli dagfestur 12. september 1989 millum Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki um arva- og gávuskattir og líkir sáttmálar millum tey norðurlendsku londini, sum, eftir at hesin sáttmáli er undirskrivaður, verða gjørdir javnlíkis ella í staðin fyri hesar sáttmálar.
Grein 4
1. Eitt sáttmálabundið ríki hevur eftir 1. grein skyldu at koma til hjálpar í øllum skattamálum og viðvíkjandi øllum skattakrøvum, sum eru íkomin í einum øðrum sáttmálabundnum ríki í samsvari við lóggávuna hjá hesum sama ríki um skattir, gjøld og avgjøld sum 2. grein fevnir um.
2. Hjálpartænastan ber í sær atgerðir ikki bert mótvegis tí skattskylduga, emn eisini mótvegis øðrum, sum sambært lóggávuni í tí sáttmálabundna ríkinum sum áheitanina fær, hava skyldu at veita skattamyndugleikunum stuðul.
3. Áheitan um hjálp má bert verða gjørd um so er at tær kravdu atgerðirnar ikki kunnu verða framdar í egnum ríki uttan avgerandi trupulleikar, og um so er at tað ríki, sum kemur við áheitanini sambært egna lóggávu kann veita somu hjálp eftir áheitan frá tí sáttmálabundna ríkinum sum áheitanina fær.
4. Áheitan um hjálp og skrivaskifti millum tey sáttmálbundnu ríkini eftir hesum sáttmála verða framd av málsráðandi myndugleika í hesum ríkjum.
Grein 5
1. Áheitanir og onnur skjøl í málum um hjálparveiting skulu vera orðað á donskum, norskum ella svenskum, aðramáta skal umseting til eitt av hesum málum vera hjálagt. Í kunngerðarmálum er hetta kortini bara galdandi um áheitanina um kunngerðing.
2. Í áheitanini um hjálpina skal vera sagt frá hvør myndugleiki upprunaliga hevur biðið um hana og somuleiðis um navn, starv ella navnbót, bústað, føðingardag og heimstaðarkommuna og, tá ið til ber, vinnustað og tilhald hjá tí persóni, sum skattamálið er um. Áheitanin skal eisini hava upplýsingar um aðrar umstøður til leiðbeiningar um, hvør hesin persónur er.
Grein 6
1. Heimilað er at nokta hjálp, tá ið tað sáttmálabundna ríki, sum áheitanina fær, heldur hana vera í stríð við almennu áhugamál síni.
2. Tá ið spurningurin um nýtslu av einari reglu í tí norðurlendska tvískattasáttmálanum er lagdur fyri tí málsráðandi myndugleikanum í tí sáttmálabundna ríkinum, ið hevur fingið áheitanina um hjálp, kann viðkomandi ríki, eftir avtalu við tað sáttmálabundna ríki, sum hevur biðið um hjálp, steðga áheitanini um hjálp til skattainnkrevjing.
Grein 7
1. Um áheitan um hjálp verður havnað, skal sáttmálabundna ríkið, sum hevur biðið um hjálp, so skjótt sum til ber fáa at vita um avgerðina og grundir hennara.
2. Verður hjálpin framd, skal tað sáttmálabundna ríkið, sum áheitanina fekk, so skjótt sum til ber, gera hitt sáttmálabundna ríkið kunnugt um úrslitið av hjálparveitingini.
3. Fráboðan eftir hesi grein eiga eisini at siga frá slíkum umstøðum, sum kunnu hava týdning fyri framhaldandi viðgerð skattamálsins.
Grein 8
1. Skjøl, sum dómstólar ella fyrisitingarmyndugleiki hjá einum av teimum sáttmálabundnu ríkjunum hevur sett upp ella váttað, nýtast ikki at verða lóggild til tess at verða nýtt í skattamálum á virkisøki hjá einum sáttmálabundnum ríki.
2. Sama er við skjølum, sum tænastumaður hjá dómstóli ella myndugleika hevur undirskrivað, tá ið sovorðin undirskrift er nógmikil sambært lóggávuni hjá sáttmálabundna ríkinum, sum dómstólurin ella myndugleikin hoyra til.
Kunngering av skjølum.
Grein 9
1. Kunngering sambært hesum sáttmála fer fram á sama hátt, sum tá ið samsvarandi kunngeringar verða framdar eftir lóg ella umsitingarligari venju hjá tí sáttmálabundna ríkinum, sum biðið er at kunngera. Í áheitanini um kunngering skal í stuttum máli verða greitt frá innihaldinum í skjalinum.
2. Um so er at tað sáttmálabundna ríkið, sum krevur kunngering, biður um hetta, kunnu serlig formkrøv vera lokin við kunngeringina, í tann mun tann kravda mannagongdin er í samsvar við lóggávuna hjá tí sáttmálabundna ríkinum, sum skal seta kunngeringina í verk.
3. Prógv um kunngeringina skal annaðhvørt vera dagfest og váttað viðurkenning frá tí, sum kunngjørt varð fyri, ella váttan frá avvarðandi myndugleika hjá sáttmálabundna ríkinum, har kunngering var kravd, og skal tað vera tilskilað í hesi váttan, hvussu og nær kunngeringin er farin fram.
Krav um upplýsingar v. m.
Grein 10
1. Upplýsingar skulu verða kravdir í samsvari við lóggávuna hjá tí sáttmálabundna ríkinum, sum hevur fingið áheitanina um at krevja teir inn.
2. Áheitan um krøv um upplýsingar kann verða sýtt, um so er at handils- verksmiðju- ella vinnuloynidómar høvdu verið lagdir berir, um áheitanin varð gingin á møti.
Grein 11
1. Málsráðandi myndugleikin í einum sáttmálabundnum ríki skal, í tann mun sum tað er gjørligt út frá atkomiligum eftirlitsupplýsingum ella líkum upplýsingum, so skjótt sum til ber, tá ið hvørt álmanakkaár er liðið, sjálvkravdur senda málsráðandi myndugleikanum hjá einum og hvørjum av hinum sáttmálabundnu ríkjunum upplýsingar viðvíkjandi persónum, búsettir har, ella løgfrøðiligum persónum við heimstaði har, tá ið tað snýr seg um:
a. útluting hjá partafeløgum og øðrum løgfrøðiligum persónum,
b. rentu av skuldarkrøvum og tílíkum virðisskjølum,
c. áogn hjá bankum, sparikassum og tílíkum stovnum og rentur av slíkum áognum,
d. fasta ogn,
e. nýtslurættargjald og onnur tíðarvís avgjøld fyri at nýta upphavsrætt, einkarrættindi, mynstur, vørumerki ella onnur tílík rættindi ella ogn,
f. lønir, samsýningar, eftirlønir og lívrentur,
g. skaða-, tryggingar- og annað líkt engurgjald, fingið í samband við vinnuligt virksemi og
h. aðrar inntøkur ella ognir og í tann mun sáttmáli um hetta verður gjørdur sambært 20. grein.
2. Málsráðandi myndugleikin í einum sáttmálabundnum ríki skal ávirka at upplýsingar, sum koma fram við kanning í hesum sáttmálabundna ríkinum í máli um skatting, og sum kann hava áhuga hjá einum øðrum sáttmálabundnum ríki, sum skjótast verða sendar málsráðandi myndugleikanum hjá hesum seinna ríkinum.
3. Um tað nú kemur til sjóndar í einum sáttmálabundnum ríki, sum upplýsingarnar fekk, at tær eru ikki samsvarandi teimum veruligu viðurskiftunum, tá skal málsráðandi myndugleikin í hesum ríki á hóskandi hátt kunna málsráðandi myndugleikan hjá tí sáttmálabundnu ríkinum, sum hevur latið upplýsingarnar um, um hetta.
4. Tá ið soleiðis ber á, at persónur, búsettur á virkisøkinum hjá einum av teimum sáttmálabundnu ríkjunum er deyður og hevur latið eftir seg fasta ogn, sum liggur á virkisøkinum hjá einum øðrum sáttmálabundnum ríki ella ognir, sum standa í virki har, tá skal málsráðandi myndugleikin hjá fyrstnevnda ríkinum, so skjótt sum tað fær at vita um hesi viðurskifti, kunna málsráðandi myndugleikan hjá hinum seinna ríkinum um hetta.
Grein 12
1. Tvey ella fleiri sáttmálabundin ríki skulu eftir áheitan frá einum teirra samráðast sínamillum við tí í hyggju at avráða hvørji mál, ið skulu koma undir samtíðaskattakanningar og mannagongdina í tí sambandi. Hvørt sáttmálabundna ríkið, sum málið nemur við, ræður sjálvt fyri, um tað vil taka lut í ávísari samtíða skattakanning.
2. Samtíða skattakanning smb. 1. stykki er tann skipan millum ríki, tvey ella fleiri, at tey hvørt á sínum øki skulu kanna ávís skattaviðurskifti, tá ið soleiðis ber til at sáttmálabundnu ríkini hava felags ella afturatknýttan áhuga og við tí endamáli at skifta allar týðandi upplýsingar, sum koma fram sínamillum.
Grein 13
1. Umboð fyri einum myndugleika í einum sáttmálabundnum ríki kann í skattamáli, sum hevur veruligan áhuga hjá hesum ríki, eftir áheitan frá sama ríki, loyvast vera hjástatt við kanningina í sovorðnum skattamáli hjá hinum sáttmálabundna ríkinum. Málsráðandi myndugleikin hjá hesum seinna nevnda ríki viðger áheitanina og skal tað sum skjkótast boða málsráðandi myndugleikanum hjá fyrrnevnda ríkinum frá avgerð síni. Verður áheitanin eftirlíkað, skal tað vera tilskilað í fráboðanini, nær og hvar kanningin fer fram, og somuleiðis aðrar upplýsingar, sum hildnar verða eftirynskjandi hjá tí málsráðandii myndugleika, sum setti fram áheitanina.
2. Tey umboð, sum fyrsta stykki fevnir um, kunnu ikki taka nakra avgerð í spurningum í samband við kanningina, men hava høvi til at leggja uppskot viðvíkjandi slíkum spurningum fyri tann myndugleika ella tænastumann, sum er biðin um at gera kanningina. Hesin myndugleiki ella tænastumaður eigur avgerðina, sum stendst av slíkum uppskotum.
3. Upplýsingar, sum eru framkomnar við kanningina, vera viðfarnar sum loyniligar og mugu ikki verða latnar øðrum persónum ella myndugleikum ei heldur persónum, sum eru í tæanstu við dómstólar og aðrar rættarliga myndugleikar uttan teimum, sum hava skattaálíkning (skatting), innkrevjing ella innheinting skatta um hendi, sum henda avtala fevnir um ella sum taka avgerðir um klagur ella ákæruspurningar í tí sambandi.
4. Verður ikki gingið teirri áheitan, sum ummæld er í fyrsta stykki á møti, verða ásetingarnar í grein 7 1. stykki nýttar á líkan hátt.
Innheinting skatta.
Grein 14
1. Avgerðir í skattamálum, sum eftir lóggávuni í einum sáttmálbundnum ríki eru innandi í hesum ríkinum, skulu verða viðurkendar sum innandi í øðrum sáttmálabundnum ríki.
2. Spurningar, sum viðvíðkja einum og hvørjum tíðarskeiði eftir at eitt skattakrav ikki longur kann verða tvingsilsfulnað, verða at evgera sambært lóggávuni hjá áheitandi ríkinum.
3. Innheintingaratgerðir hjá ríkinum, sum á er heitt, og sum eftirlíkar áheitanini um hjálparveiting, ið eftir lóggávuni hjá hesum ríki høvdu frestað ella slitið tað tíðarskeið, sum nevnt er í 2. stykki, skulu hava henda sama virknað eftir lóggávuni hjá tí áheitandi ríkinum. Ríkið, sum á er heitt, skal kunna áheitandi ríki um nevndu atgerðir.
4. Tann myndugleiki sum av fyrstu hond krevur hjálparveiting til innheintingar, skal vátta í síni áheitan, at avgerðin er innandi og gera vart við, vær rætturin til tvingsilsinnheintingar heilt ella lutvís heldur uppat vegna fyrningar; málsræðið hjá hesum myndugleika, skal ein teirra myndugleika, sum § 3 fatar um, hava váttað.
Grein 15
1. Er skattskyldugi ella annar persónur, sum 2. stk. í 4. grein fevnir um, deyður, verður ikki meira heintað inn enn svarar til virðið á ognunum í deyðsbúnum. Er búgvið skift, verður ikki meira heintað inn frá arvingum ella øðrum, sum ognaðust nakað orsakað av andlátinum, enn tað sum svarar til ognirnar ta stund, teimum ognaðist tær.
Grein 16
1. Slíkur serligur forrættur, sum kann vera galdandi viðvíkjandi egnum skattum í tí sáttmálabundna ríkinum, sum er biðið um hjálparveiting, er ikki galdandi viðvíkjandi skatti, sum verður heintaður inn sambært hesum sáttmála.
2. Í skattainnheintingarmálum sambært hesum sáttmála má rættarmál ikki verða byrjað – fyri øðrum dómstóli enn fyrisitingarligum ella við trotabúsviðgerð,- hjá tí sáttmálabundna ríkinum, har tvingsilsinnheintingin er kravd- uttanso, at málsráðandi myndugleikin í hesum ríkinum eftir áheitan frá málsráðandi myndugleikanum í hinum ríkinum, sum setur fram áheitanina, samtykkir slíka atgerð í reinum orðum.
Grein 17
1. Heldur – áðrenn skattinnheintingarmál sambært hesum sáttmála er lokið – rætturin til at heinta inn skattin uppat heilt ella lutvíst sambært lóggávuni hjá tí sáttmálabundna ríkinum, sum hjálparveitingina hevur kravt, tí at skatturin er goldin ella av aðrari orsøk niðursettur ella skattaálíkningin afturtikin ella lætt, tá skal málsráðandi myndugleiki í hesum ríki so skjótt sum til ber boða málsráðandi myndugleikanum hjá hinum málsráðandi ríkinum frá hesum.
2. Ásetanirnar í hesi grein verða nýttar á líkan hátt, um so er, at gjaldsfreist er eftirlíkað viðvíkjandi skattagjaldingini.
Grein 18
1. Tá ið innheinting eftir hesum sáttmála er framd í einum sáttmálabundnum ríki og tann innheintaða upphæddin er komin innheintingarmyndugleikanum í hesum ríki í hendi, hevur hetta ríki ábyrgdina av teirri innheintaðu upphæddini mótvegis tí sáttmálabundna ríkinum, sum innheintingina kravdi.
Trygdarveiting fyri skattakravagjalding
Grein 19
1. Trygdarveiting fyri skattgjalding sambært hesum sáttmála skal ganga eftir galdandi lógarreglum ella fyrisitingarligu venju hjá tí sáttmálabundna ríkinum, sum trygdarveitingin verður kravd hjá. Tað skal bera til at fáa trygd, tó at kravið ikki er ásett.
2. Er nú skattakravið heilt ella lutvíst burturdottið eftir at fyrireikingar viðvíkjandi trygdarveiting sambært hesum sáttmála eru gjørdar, tá skal málsráðandi myndugleikin í tí sáttmálabundna ríkinum, sum gjørdi áheitanina, so skjótt sum til ber boða málsráðandi myndugleikanum hjá hinum sáttmálabundna ríkinum frá hesum.
3. Ásetingarnar í greinunum 14 – 18 skulu í tann mun tað er gjørligt eisini verða nýttar um trygdarveiting fyri gjald av skattakrøvum sambært hesum sáttmála.
Serligar ásetanir
Grein 20
1. Málsráðandi myndugleikar í sáttmálabundnu ríkjunum kunnu gera sáttmála fyri at fremja ásetanirnar í hesum sáttmála. Teir kunnu serstakliga gera sáttmála um at skifta upplýsingar sínamillum sambært grein 11, 1. stykki, h), um minstalagsupphædd, tá ið innheinting verður kravd, um hjálparveiting viðvíkjandi skattum og avgjøldum sambært grein 2, 1. stk., h) 2 – 5, um atgerðir til tess at fyribyrgja at fyribilsskattur verður tikin meir enn í einum sáttmálabundnum ríki, um skattainnkrevjing ella fluttning av skatti eins og rentu, rættmálskostnað, sektir og slíkar upphæddir, sum verða álagdar í samband við skatting ella innheinting, um áseting av gjaldsvirði á tí, sum er til innheintingar, so eisini um, hvussu innheintingarpeningaupphæddir skulu verða avroknaðar.
2. Skuldu trupuleikar ella ivamál tikið seg upp millum sáttmálabundnu ríkini, tvey ella fleiri, um hvussu hesin sáttmáli eigur at verða tulkaður ella nýttur, tá skulu málsráðandi myndugleikar í hesum ríkjunum samráðast til tess at loysa spurningin við serligum semingi. Málsráðandi myndugleikarnir hjá hinum sáttmálabundnu ríkjunum skulu sum skjótast verða kunnaðir um úrslitið av slíkum tingingum.
3. Heldur tann málsráðandi myndugleikin í einum sáttmálabundnum ríki, at tingingar um tulkingar- og nýtsluspurningar viðvíkjandi hesum sáttmála eiga at vera millum málsráðandi mynduleikarnar hjá øllum sáttmálabundnum ríkjunum, skulu slíkar tingingr vera eftir áheitan frá fyrstnevnda ríkinum.
4. Um so er at áheitan um hjálparveiting til at heinta inn skatt av inntøku, sum longu er skattað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki enn tí, sum setur fram áheitanina, og ongar reglur eru um, hvussu sleppast kann undan slíkari tvískatting, tá kann málsráðandi myndugleikin í tí ríki, sum áheitanina hevur fingið, leita sær sátt við tí myndugleika, sum sett hevur áheitanina, fyri við sínamillum avtalu at sleppa undan, at inntøkan verður tvískattað. Til slík avtala er gjørd skal bera til at fresta skattakravinum.
Grein 21
Viðvíkjandi spurningum, upplýsingum, váttanum og øðrum frásøgnum, sum eitt av sáttmálabundnu ríkjunum fær sambært hesum sáttmála, eru tær reglur galdandi um tøgnskyldu og loynidóm skjala, sum eru í gildi í lóggávunum hjá hesum ríki.
Grein 22
Fyri hjálparveiting eftir hesum sáttmála hevur tað sáttmálabundna ríkið, sum hevur biðið um hjálpina, bara skyldu til at endurgjalda kostnaðin, sum er atvoldin í hjálpini, av rættarmáli fyri øðrum dómstóli enn fyrisitingarligum ella við trotabusviðgerð hjá hinum sáttmálabunda ríkinum.
Grein 23
Hesin sáttmáli hevur ikki gildi á Svalbard, Jan Mayen ella øðrum landøki, sum Noreg hevur uttanfyri Europu.
Grein 24
1. Hesin sáttmáli kemur í gildi tríatianda dagin eftir tann dag, tá ið øll sáttmálabundnu ríkini hava boðað danska uttanríkismálaráðnum frá, at sáttmálin er góðkendur. Danska uttanríkismálaráðið boðar hinum sáttmálabundnu ríkjunum frá, at tað hevur fingið hesi boð og nær sáttmálin kemur í gildi.
2. Tá ið hesin sáttmáli er komin í gildi, skulu ásetingar hansara verða nýttar viðvíkjandi teimum málum, sum eru komin málsráðandi myndugleika í einum sáttmálabundnum ríki, sum áheitanina fær, í hendi eftir gildiskomu sáttmálans.
3. Tann gjørdi sáttmálin millum Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki frá 9. november 1972 við seinni broytingum um hjálp í skattamálum fer úr gildi og verður nýttur seinastu ferð viðvíkjandi málum, sum eru komin málsráðandi myndugleikanum í tí sáttmálabundna ríkinum, sum hevur fingið áheitanina í hendi, áðrenn hesin sáttmáli kom í gildi.
4. Hesin sáttmáli skerjir ikki og verður ikki skerdur av sáttmála millum donsku ríkisstjórnina og grønlendska landstýri frá 18. oktober 1979 at sleppa undan tvískatting og heldur ikki av sáttmála, ið er gjørdur sambært punkt 20 í skjali til nevnda sáttmála.
5. Hesin sáttmáli skerjir ikki og verður ikki skerdur av hjálparveitingarreglunum í tvískattasáttmálanum millum donsku ríkisstjórnina og Føroya landsstýri frá 12. august 1986 um at sleppa undan tvískatting.
Grein 25
Eitt sáttmálabundið ríki kann, í seinasta lagi tann 30. juni í einum álmanakkaári, uppsiga sáttmálan við at boða hetta skrivliga til tað danska uttanríkisráðið, sum boðar hinum sáttmálabundnu ríkjunum frá tílíkari fráboðan og frá innihaldi tess. Um uppsagnarfreistin er hildin, heldur sáttmálin uppat at verða galdandi í viðurskiftunum millum tað ríkið, sum hevur sent uppsøgnina og hini sáttmálabundnu ríkini við árslok.
Frumritið av hesum sáttmála verðr latið danska uttanríkismálaráðnum í varðveitslu. Danska uttanríkismálaráðið gevur hinum sáttmálabundnu ríkjunum váttað avrit av sáttmálanum.
Til staðfestingar hava undirritaðu við fullgóðari heimild skrivað undir henda sáttmála.