Skriva út

Tvískattasáttmáli millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar

Sí kapitul 3 í løgtingslóg nr. 182 frá 22. desember 2009 undir snarslóðum.

Niðanfyri síggjast avtalurnar um tvískatting:

Skjal 7: Avtala millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum.

Skjal 8: Avtala millum Føroya Landsstýri og stjórnina í Bretsku Jomfrúoyggjunum um útilokan av tvískatting viðvíkjandi fyritøkum sum reka skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu.

Skjal 9: Avtala millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um atgongd til sínámillum mannagongdir í samband i við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum.

 

Skjal 7
(týðing)

AVTALA MILLUM FØROYAR OG BRETSKU JOMFRÚOYGGJARNAR FYRI AT SLEPPA UNDAN TVÍSKATTING AV LIKAMLIGUM PERSÓNUM

Føroya landsstýri og stjórnin í Bretsku Jomfrúoyggjunum
• sum ynskja at víðka avtaluna um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum samtykt tann 18. apríl 2009 við at samtykkja eina avtalu til at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum viðvíkjandi inntøkuskattum,
• við atliti at, at Føroya landsstýri samtykkir hesa avtalu vegna danska kongaríkið sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru komin ásamt um hetta:

Grein 1
Likamligir persónar umfataðir av avtaluni
Henda avtalan skal nýtast mótvegis likamligum persónum, sum eru borgarar í øðrum partinum ella báðum pørtunum.

Grein 2
Skattir, sum avtalan umfatar
1. Galdandi skattir, sum koma undir nýtslu av avtaluni, eru:
c) viðvíkjandi Bretsku Jomfrúoyggjunm: inntøkuskattur (hereftir umtalaður sum ”Bretskur Jomfrúoyggja-skattur”)
d) viðvíkjandi Føroyum: Skattir av inntøku ella vinningi (hereftir umtalaður sum ”føroyskur skattur”).

2. Avtalan skal eisini verða nýtt til allar samlíkar ella rættiliga einsháttaðar skattir, sum eru ásettir eftir dagfestingina á undirskriftini av avtaluni sum eyka ella í staðin fyri verandi skattir. Málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum skulu hvør hjá øðrum gera vart við allar týðandi broytingar, sum eru gjørdar í teirra skattalógum viðvíkjandi likamligum persónum.

Grein 3
Almennar allýsingar
1. Ætlaðar hesari avtalu , uttan so at samteksturin krevur tað ørðvísi:
a) yrkisorðið “ein partur” merkir Føroyar ella Bretsku Jomfrúoyggjarnar, so sum samteksturin krevur; yrkisorðið “partar” merkir Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar;
b) yrkisorðið “Bretsku Jomfrú oyggjarnar” merkir Bretsku Jomfrúoyggjarnar sum tilskilað í stýrisskipanarlógini 2007 hjá Bretsku Jomfrúoyggjunum;
c) yrkisorðið ”Føroyar” merkir føroyska landøkið og havøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyska sjóøkið, har Føroyar sambært føroyskari lóggávu og í samsvari við altjóða lóg kunnu útinna rættindi, ið viðkoma havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutilfeingi;
d) yrkisorðið ”málsráðandi myndugleiki” merkir:
(i) viðvíkjandi Bretsku Jomfrúoyggjunum: fíggjarmálaráðharrin ella ein persónur ella myndugleiki, sum er tilnevndur til tað;
(ii) í Føroyum: landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella varamaður hansara við fulltrú ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki ætlaður hesari avtaluni;
e) yrkisorðið ”fyritøka” verður nýtt um at reka eitt og hvørt vinnuvirksemi;
f) yrkisorðið ”altjóða ferðsla” merkir allur flutningur við skipi ella flogfari, sum verður rikin av einari fyritøku í einum parti, uttan tá ið skipið ella flogfarið einans verður nýtt millum støð í hinum partinum.
2. Viðvíkjandi nýtslu av avtaluni til eina og hvørja tíð av einum parti skal eitt og hvørt yrkisorð,
sum ikki er skilgreinað í henni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi, hava merkingina, sum tað hevur til ta tíð eftir lógini hjá tí partinum, ein og hvør merking í teimum nýttu skattalógunum hjá tí partinum verður tikin fram um eina merking, sum yrkisorðið hevur fingið í øðrum lógum hjá tí partinum.

Grein 4
Borgaraskapum
1. Í hesari avtaluni merkir yrkisorðið ”borgari í einum parti”:
c) í Føroyum ein og hvør likamligur persónur, sum eftir lóggávuni í Føroyum hevur skattskyldu har, vegna hansara bústaði, heimi ella einum og hvørjum øðrum sermerki av sama slagi. Hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein likamligan persón, sum hevur skattskyldu í Føroyum viðvíkjandi inntøku einans frá keldum í Føroyum;
d) í Bretsku Jomfrúoyggjunum ein og hvør likamligur persónur, sum eftir lóggávuni í Bretsku Jomfrúoyggjunum, er skrásettur borgari;

2. Tá ein likamligur persónur eftir viðtøkunum í stykki 1 er borgari í báðum pørtum, skal støða
hansara verða avgjørd eftir hesum:
d) hann skal verða mettur at vera borgari bert í tí partinum, har hann hevur fast heim at ráða yvir; um hann hevur fast heim at ráða yvir í báðum pørtum, skal hann verða mettur at vera borgari bert í tí partinum, har hansara persónliga og fíggjarliga tilknýti er tættari (miðdepil fyri lívs-áhugamál);
e) um ikki ber til at avgera partin, har hann hevur síni lívsáhugamál, ella um hann ikki hevur eitt fast heim at ráða yvir í hvørgum partinum, skal hann metast bert at vera borgari í tí partinum, har hann er vanur at búgva;
f) um hann er vanur at búgva í báðum pørtum ella í hvørgum teirra, skulu málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum avgera málið við avtalu sínámillum.


Grein 5
Inntøka av arbeiði
1. Við fyrivarni av viðtøkunum í greinunum 6, 7, 8 og 9 skulu fastar inntøkur, lønir og aðrar tílíkar samsýningar, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær viðvíkjandi einum arbeiði, bert verða skattaðar í tí partinum, uttan so at arbeiðið er útint í hinum partinum. Um arbeiðið er gjørt har, kann tílík samsýning, sum er vunnin haðani, verða skattað har.

2. Uttan mun til viðtøkurnar í stykki 1 skal samsýning, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær viðvíkjandi arbeiði, sum er útint í hinum partinum, verða skattað bert í fyrstnevnda partinum, um:
a) móttakarin er búsitandi í hinum partinum í eitt ella fleiri tíðarskeið, sum ikki fer upp um 183 dagar samanlagt í einum og hvørjum tólv mánaða tíðarskeiði, ið tekur við ella endar í viðkomandi skattaári; og
b) samsýningin er goldin av einum ella vegna ein arbeiðisgevara, sum ikki er borgari í hinum partinum; og
c) samsýningin er ikki borin av einum føstum rakstrarstaði, har ígjøgnum virksemið, sum arbeiðisgevarin hevur í hinum partinum, er til fulnar ella partvíst útint.

3. Stykki 2 í hesi grein skal ikki verða nýtt til samsýning, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær viðvíkjandi einum arbeiði, sum er útint í hinum partinum og goldið av einum ella vegna ein arbeiðisgevara, sum ikki er borgari í tí partinum, um:
a) móttakarin veitir øðrum persóni enn arbeiðsgevaranum tænastur, meðan hetta arbeiðið varir, og tann persónurin, beinleiðis ella óbeinleiðis hevur eftirlit við, stýrir ella ansar eftir á hvønn hátt hesar tænastuveitingar verða útintar, og
b) hesar tænastuveitingar útgera ein óloysandi part av handilsvirkseminum, sum verður rikið av tí persóninum.

3. Uttan mun til tær frammanfyristandandi viðtøkurnar í hesi grein, kann samsýning fyri eitt arbeiði, sum er útint umborð á skipi ella flogfari, ið verður rikið í altjóða ferðslu av einari fyritøku í einum parti, verða skattað í tí partinum.

Grein 6
Ómaksgjøld til stýrislimir
Ómaksgjøld til stýrislimir og onnur tílík gjøld, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær sum stýrislimur í stjórnini ella einum og hvørjum tílíkum ráði í einum felag, sum hevur heimstað í hinum partinum, kunnu verða skattað í tí partinum

Grein 7
Listafólk og ítróttarfólk
1. Inntøka, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær sum undirhaldari, sosum sjónleikar-, films-, útvarps- ella sjónvarps listafólk, ella tónleikari, ella sum ítróttafólk, frá sínum persónligu tiltøkum sum slík framførd í hinum partinum, kann verða skattað í tí partinum.

2. Tá inntøka viðvíkjandi persónligum tiltøkum framførd av einum undirhaldara ella einum ítróttarfólki við førleika, sum krevst til tað, ikki legst til undirhaldaran ella ítróttarfólkið sjálvt, men til ein annan likamligan persón ella lógliga samtøku, kann tann inntøkan verða skattað í partinum, sum tiltøkini hjá undirhaldaranum ella ítróttarfólkinum eru framførd í.

Grein 8
Pensjónir
Pensjónir og onnur tílík samsýning, sum stavar frá einum parti, útgjøld eftir almannalóggávuni í einum parti og útgjøld eftir eini og hvørjari aðrari peningaveitingarskipan, sum er fingin til vega í einum parti, kunnu verða skattað í tí partinum.

Grein 9
Almenn tænasta
1. a) Fastar lønir, lønir og aðrar tílíkar samsýningar, annað enn pensjón, útgoldnar av einum parti ella einari politiskari undirdeild ella einum lógásettum stovni ella einum staðbundnum myndugleika í honum til ein likamligan persón viðvíkjandi framdum tænastum fyri tann partin ella undirdeild ella stovn ella myndugleika skulu bert kunna verða skattaðar í tí partinum.
b) Tó skulu tílíkar fastar lønir, lønir og aðrar tílíkar samsýningar bert kunna verða skattaðar í hinum partinum, um tænasturnar eru framdar í tí partinum og tann likamligi persónurin er borgari í tí partinum og ikki gjørdist borgari í tí partinum einans við tí endamáli at fremja tænasturnar.

2. Viðtøkurnar í greinunum 5, 6 og 7 skulu nýtast til fastar lønir, lønir og aðrar tílíkar samsýningar viðvíkjandi tænastum framdar í sambandi við eitt virki, sum er rikið av einum parti ella einari politiskari undirdeild ella einum lógásettum stovni ella einum staðbundnum myndugleika í honum.

Grein 10
Lesandi
Útgjøld, sum ein lesandi ella lærlingur, sum er ella var, beint frammanundan hann kom til ein part, borgari í hinum partinum, og sum hevur bústað í fyrstnevnda partinum einans við sínari útbúgving ella upplæring sum endamál, móttekur ætlað til hansara uppihald, útbúgving ella upplæring skulu ikki verða skattað í tí partinum, treytað av, at slík útgjøld stava frá keldum uttan fyri tann partin.

Grein 11
Útilokan av tvískatting
1. Í Bretsku Jomfrúoyggjunum skal sleppast undan tvískatting í samsvari við lóggávuna í Bretsku Jomfrúoyggjunum.

2. Í Føroyum skal sleppast undan tvískatting á henda hátt:
Við fyrivarni av viðtøkunum í lóggávuni í Føroyum við atliti at loyvum til góðskriving í føroyskum skatti fyri skatt, sum kann verða goldin í einum øki uttan fyri Føroyar (sum ikki kemur at ávirka vanligu meginregluna í hesum):
a) Við fyrivarni av undirstykki (c), tá ein borgari í Føroyum vinnur sær inntøku, sum í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtalu kann verða skattað í Bretsku Jomfrúoyggjunum, skulu Føroyar loyva ein frádrátt í føroyska inntøkuskattinum hjá hesum borgara við eini upphædd, sum samsvarar við tann inntøkuskatt, sum er goldin í Bretsku Jomfrúoyggjunum;
b) Ein tílíkur frádráttur skal tó ikki fara upp um tann partin av føroyska skattinum, sosum hann var roknaður áðrenn slíkan frádrátt, ið verður goldin av tí inntøku, sum kann verða skattað í Bretsku Jomfrúoyggjunum;
c) Tá ein borgari í Føroyum vinnur sær inntøku, sum í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtaluni bert kann verða skattað í Bretsku Jomfrúoyggjunum, kunnu Føroyar írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skulu føroyska inntøkuskattinum draga frá tann partin, ið verður goldin av tí inntøku, sum stavar frá Bretsku Jomfrúoyggjunum.

Grein 12
Mannagongdin við avtalum sínámillum
1. Tá ein likamligur persónur metir, at fyriskipanir hjá øðrum ella báðum pørtunum føra við sær ella fara at føra við sær fyri hann skattseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtaluni, kann hann, uttan mun til hvørji rættarlig ráð verða veitt í innlendis lóggávuni hjá hesum pørtum, leggja mál sítt fyri málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hann er borgari. Málið skal verða lagt fyri myndugleikan innan trý ár frá fyrstu kunning um fyriskipanina, sum førir við sær skattaáseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni.

2. Málsráðandi myndugleikin skal, um tað vísir seg fyri honum at vera grund fyri mótmælinum, og um hann ikki einsamallur er førur fyri at koma fram til eina nøktandi loysn, royna at loysa málið við avtalu sínámillum við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum, við tí sjónarmiði at sleppa undan skattaáseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni. Ein og hvør avtala, sum komið er fram til, skal verða sett í verk uttan mun til nakrar tíðarfreistir í innanhýsis lóggávuni hjá pørtunum.

3. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum skulu royna við avtalu sínámillum at loysa trupulleikar ella ivamál, sum taka seg upp viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.

4. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við tí eindamáli at koma fram til eina semju, sum er í tráð við stykkini frammanfyri.

Grein 13
Ígildiskoma
1. Henda avtalan skal koma í gildi trítiunda dagin eftir ta seinru dagfestingina, tá hvør av pørtunum
hevur gjørt hinum kunnugt skrivliga, at tær kravdu mannagongdirnar sambært teirra lóggávu eru
loknar.

2. Avtalan skal vera galdandi:
a) Í Bretsku Jomfrúoyggjunum: viðvíkjandi Bretskum Jomfrúoyggja-skatti, fyri skatt, sum kann verða kravdur inn fyri eitt og hvørt fíggjarár, ið tekur við á fyrsta degi ella eftir fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi;
b) Í Føroyum: fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við á fyrsta degi ella eftir fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi;

3. Uttan mun til stykki 2 í hesi grein skal avtalan bert kunna verða nýtt, tá ið avtalan, undirskrivað tann 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingumviðvíkjan di skattum skal vera galdandi.

Grein 14
Uppsøgn
1. Hendan avtala verður verandi í gildi, inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan eitt og hvørt álmanakkaár er komið at enda. Í slíkum føri skal avtalan halda uppat at vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum tekur við tann ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið.

2. Uttan mun til stykki 1 í hesi grein verður henda avtalan uppsøgd, uttan at boð verða givin um uppsøgn, frá dagfestingini av uppsøgnini av avtaluni, undirskrivað tann 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum.

Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Keypmannahavn, tann 18. dag í mai 2009, í tveimum eintøkum á enskum máli.

Vegna Føroya landsstýri:
Herálvur Joensen

Vegna stjórnina í Bretsku Jomfrúoyggjunum:
 Dancia Penn

Skjal 8
(týðing)

AVTALA MILLUM FØROYA LANDSSTÝRI OG STJÓRNINA Í BRETSKU JOMFRÚOYGGJUNUM UM ÚTILOKAN AV TVÍSKATTING VIÐVÍKJANDI FYRITØKUM SUM REKA SKIP ELLA FLOGFØR Í VINNU Í ALTJÓÐA FERÐSLU

Føroya landsstýri og stjórnin í Bretsku Jomfrúoyggjunum,
• sum ynskja at gera avtalu um at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip ella flogfør í altjóða ferðslu,
• við atliti at, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru samd um hetta:


Grein 1
ALLÝSINGAR
2. Ætlað til hesa avtaluna, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi:
l) yrkisorðið “ein partur” merkir Føroyar ella Bretsku Jomfrúoyggjarnar, so sum samteksturin krevur; yrkisorðið “partar” merkir Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar;
m) yrkisorðið “Føroyar” merkir føroyska landøkið og sjóøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyskt sjóøki, har Føroyar sambært føroyskari lóggávu og sambært altjóða lóg, kunnu útinna rættindi viðvíkjandi havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutilfeingi;
n) yrkisorðið “Bretsku Jomfrúoyggjarnar” merkir landøkið hjá Bretsku Jomfrúoyggjunum sum tilskilað í stýrisskipanarlógini í Bretsku Jomfrúoyggjunum frá 2007;
o) yrkisorðið “persónur” umfatar ein likamligan persón, eitt felag og eitt og hvørt annað samtak av persónum;
p) yrkisorðið “felag” merkir ein og hvør samtøka av persónum ella ein og hvør samtøka, sum verður viðgjørd sum ein løgfrøðiligur persónur í skattamálum;
q) yrkisorðið “borgari í einum parti” merkir:
(iii) í Føroyum ein og hvør persónur, sum eftir lógini í tí partinum hevur skattskyldu har vegna sín heimstað, bústað, leiðslusæti, skrásetingarstað ella eitt ella annað eyðkenni av tílíkum slagi; hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein likamligan persón, sum hevur skattskyldu í tí partinum einans viðvíkjandi inntøku frá keldum í tí partinum;
ii) í Bretsku Jomfrúoyggjunum: ein og hvør likamligur persónur, sum er skrásettur borgari í Bretsku Jomfrúoyggjunum, og eitt felag, íognarfealgsskapur ella onnur samtøka, sum er íkomin sambært lógunum í
Bretsku Jomfrúoyggjunum; tó so at ein eind, sum er íkomin sambært lóggávuni í Bretsku Jomfrúoyggjunum ikki skal verða mett at hava heimstað í Bretsku Jomfrúoyggjunum uttan so, at virkisavrikið verður rikið í Bretsku Jomfrúoyggjunum;
r) yrkisorðið “fyritøka” verður nýtt um rakstur av einum hvørjum vinnuvirki;
s) yrkisorðið “fyritøka í einum parti” merkir ein fyritøka, sum verður rikin av einum borgara í einum parti;
t) yrkisorðið “altjóða ferðsla” merkir ein og hvør flutningur við skipi ella flogfari, sum ein fyritøka í einum parti hevur í vinnu, uttan tá ið skipið ella flogfarið einans er í vinnu millum støð í hinum partinum;
u) yrkisorðið “inntøka stavandi frá vinnu við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu” merkir inntøkur, bruttoinntøkur og vinningur vunnin við:
(vi) slíkari vinnu við skipum ella flogførum til flutning av ferðafólki ella farmi;
(vii) leiguinntøku við grundarlagi á leigusáttmála av skipum ella flogførum, har leiguinntøkan er undirskipað vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
(viii) sølu av ferðaseðlum ella tílíkum skjølum og útvegan av tænastuveitingum, ið eru bundnar at slíkari vinnu, annaðhvørt fyri sjálva fyritøkuna ella fyri eina og hvørja aðra fyritøku, har slík søla av ferðaseðlum ella tílíkum skjølum ella útvegan av tænastuveitingum er beinleiðis bundin at ella undirskipað vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
(ix) nýtslu, umsiting ella leiguinntøku av bingjum (íroknað viðfestu- ella eftirvognum) og tílíkari útgerð til flutning av bingjum) ið verða nýttar til flutning av farmi ella vørum, har nýtsla, umsiting ella leiguinntøka er
beinleiðis bundin at ella undirskipað vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
(x) rentur av fæi, sum er sett inn beinleiðis í sambandi við vinnuna við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
v) yrkisorðið “málsráðandi myndugleiki” merkir:
iii) í Føroyum: landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella hansara heimilaða varafólk við fulltrú ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki ætlaður hesari avtaluni;
iv) viðvíkjandi Bretsku Jomfrúoyggjunum fíggjarmálaráðharrin ella ein persónur ella myndugleiki, sum frá honum skrivliga er tilnevndur til tað;

2. Við atliti at nýtslu av hesi avtalu til eina og hvørja tíð av einum parti, skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er útgreinað í henni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi, hava merkingina, sum tað hevur til ta tíð eftir lóggávuni í tí partinum í skattamálum, sum avtalan verður nýtt til, ein og hvør merking í skattalógunum, sum verða nýttar í tí partinum, skal ganga fram um eina merking, sum eitt yrkisorð hevur fingið í øðrum lógum hjá tí partinum.

Grein 2
ÚTILOKAN AV TVÍSKATTING
4. Inntøka vunnin gjøgnum vinnu við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu hjá einari fyritøku í einum parti skal bert kunna verða skattað í tí partinum;
5. Vinningar, sum eru vunnir við avhending av skipum ella flogførum ella leysari ogn sum partur av vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu hjá einari fyritøku í einum parti skulu bert kunna verða skattaðir í tí partinum;
6. Viðtøkurnar í greinunum 1 og 2 skulu eisini nýtast til inntøku og vinningar, sum ein fyritøka í einum parti hevur vunnið sær frá luttøku í einum samtaki, einum handilsfelagsskapi ella einum altjóða vinnuvirki.

Grein 3
MANNAGONGD Í AVTALU SÍNÁMILLUM
1. Tá ein persónur metir, at fyriskipanir hjá øðrum partinum ella báðum pørtunum føra við sær ella fara at føra við sær fyri hann skattseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtaluni, kann hann, uttan mun til hvørji rættarlig ráð verða veitt í innanhýsis lóggávuni hjá hesum pørtum, leggja mál sítt fyri málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hann er borgari. Málið skal verða lagt fyri myndugleikan innan trý ár frá fyrstu kunning um fyriskipanina, sum førir við sær skattaáseting, sum ikki eri í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni.

2. Málsráðandi myndugleikin skal, um tað vísir seg fyri honum at vera grund fyri mótmælinum, og um hann ikki einsamallur er førur fyri at koma fram til eina nøktandi loysn, royna at loysa málið við avtalu sínámillum við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum, við tí sjónarmiði at sleppa undan skattaáseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni. Ein og hvør avtala, sum komið er fram til, skal verða sett í verk uttan mun til nakrar tíðarfreistir í innanhýsis lóggávuni hjá pørtunum.

3. Málsráðandi myndugleikarnir skulu royna við avtalu sínámillum at loysa trupulleikar ella ivamál, sum taka seg upp viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við tí endamáli at koma fram til eina semju, sum er í tráð við stykkini frammanfyri.

Grein 4
ÍGILDISKOMA
1. Henda avtalan kemur í gildi trítiunda dagin eftir ta seinru dagfestingina, tá hvør av pørtunum hevur gjørt hinum kunnugt skrivliga, at tær kravdu mannagongdirnar sambært teirra lóggávu eru loknar. Avtalan skal vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi;
2. Uttan mun til stykki 1 í hesi grein skal avtalan bert kunna vera galdandi, tá ið avtalan, undirskrivað tann 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum, skal vera galdandi.

Grein 5
UPPSØGN
1. Hendan avtala verður verandi í gildi, inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan eitt og hvørt álmanakkaár er komið at enda. Í slíkum føri skal avtalan halda uppat at vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið.

2. Uttan mun til stykki 1 verður henda avtalan uppsøgd, uttan at boð verða givin um uppsøgn, frá
dagfestingini av uppsøgnini av avtaluni, undirskrivað tann 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum.

Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild til tað skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Keypmannahavn tann 18. mai 2009, í tveimum eintøkum á enskum máli.

Vegna Føroya landsstýri:

Herálvur Joensen

Vegna stjórnina í
Bretsku Jomfrúoyggjunum

Dancia Penn

 

Skjal 9
(týðing)

AVTALA MILLUM FØROYAR OG BRETSKU JOMFRÚOYGGJARNAR UM ATGONGD TIL SÍNÁMILLUM MANNAGONGDIR Í SAMBANDI VIÐ JAVNING AV VINNINGI HJÁ SAMEINDUM FYRITØKUM

Føroya landsstýri og stjórnin í Bretsku Jomfrúoyggjunum
• sum ynskja at gera avtalu um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við vinningajavning hjá sameindum fyritøkum,
• við atliti at, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru samd um hetta:

Grein 1
UMFATAÐIR SKATTIR
Henda avtala skal verða nýtt um skattir av inntøku og vinningum.

Grein 2
ALLÝSINGAR
1. Ætlað til hesa avtaluna, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi:
a) yrkisorðið “ein partur” merkir Føroyar ella Bretsku Jomfrúoyggjarnar, so sum samteksturin krevur;
b) yrkisorðið “Føroyar” merkir føroyska landøkið og sjóøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyskt sjóøki, har Føroyar sambært føroyskari lóggávu og sambært altjóða lóg, kunnu útinna rættindi viðvíkjandi havbotninum og undirgrundini og teirra náttúru tilfeingi;
c) yrkisorðið “Bretsku Jomfrúoyggjarnar” merkir landøkið hjá Bretsku Jomfrúoyggjunum sum tilskilað er í Stýrisskipanarlógini í Bretsku Jomfrúoyggjunum frá 2007;
h) yrkisorðið “borgari í einum parti” merkir
iii) í Føroyum: ein og hvør persónur, sum eftir lóggávuni í tí partinum hevur skattskyldu har, orsakað av hansara bústaði, heimi, virkissæti, skrásetingarstaði ella einum og hvørjum øðrum sermerki av sama slagi; hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein likamligan persón, sum hevur skattskyldu í tí partinum viðvíkjandi inntøku einans frá keldum í tí partinum.
iv) í Bretsku Jomfrúoyggjunum: ein og hvør likamligur persónur, sum er skrásettur borgari í Bretsku Jomfrúoyggjunum, og eitt handilsfelag, íognarfealgsskapur ella onnur samtøka, sum er íkomin sambært lógunum í Bretsku Jomfrúoyggjunum; tó so at ein samtøka, sum er íkomin sambært lóggávuni í Bretsku Jomfrúoyggjunum, ikki skal verða mett at hava heimstað í Bretsku Jomfrúoyggjunum uttan so, at virkisavrikið verður rikið í Bretsku Jomfrúoyggjunum;
i) yrkisorðið ‘fyritøka’ verður nýtt um rakstur av einum og hvørjum yrki;
j) yrkisorðið ‘fyritøka í einum parti’ merkir ein fyritøka, sum verður rikin av einum borgara í einum parti;
k) yrkisorðið ‘málsráðandi myndugleiki’ merkir
i) viðvíkjandi Bretsku Jomfrúoyggjunum fíggjarmálaráðharrin ella ein persónur ella myndugleiki, sum frá honum skrivliga er tilnevndur til tað;
ii) viðvíkjandi Føroyum fíggjarmálaráðharrin ella hansara heimilaða umboð ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki ætlaður hesari avtaluni;

2. Við atliti at nýtslu av hesi avtalu til eina og hvørja tíð av einum parti, skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er útgreinað í henni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi, hava merkingina, sum tað hevur til ta tíð eftir lóggávuni í tí partinum viðvíkjandi skattum, sum avtalan verður nýtt til, ein og hvør merking í skattalógunum, sum verða nýttar í tí partinum, skal ganga fram um eina merking, sum eitt yrkisorð hevur fingið í øðrum lógum hjá tí partinum.

Grein 3
MEGINREGLUR VIÐVÍKJANDI JAVNING AV VINNINGI HJÁ SAMEINDUM FYRITØKUM


a) ein fyritøka í einum parti beinleiðis ella óbeinleiðis hevur lut í leiðsluni, eftirliti ella fæfeingi í einari fyritøku í hinum partinum, ella
b) somu persónar beinleiðis ella óbeinleiðis hava lut í leiðsluni, eftirliti ella fæfeingi í einari fyritøku í einum parti og einari fyritøku í hinum partinum,
og í onkrum føri umstøður eru gjørdar ella álagdar millum tær báðar fyritøkurnar í teirra handilsligu ella fíggjarligu sambondum, sum víkja frá teimum, sum høvdu verið gjørdar millum óheftar fyritøkur, tá kann ein og hvør vinningur, sum hevði, um ikki hesar umstøðurnar vóru, verið tillutaður aðrari fyritøkuni, men, orsakað av hesum umstøðunum, ikki er vorðin tillutaður soleiðis, verða íroknaður vinninginum hjá teirri fyritøkuni og skattaður samsvarandi.

Grein 4
MANNAGONGDIR Í SÍNÁMILLUM AVTALU
1. Tá ein fyritøka metir, í einum og hvørjum máli har henda avtalan verður nýtt, at meginreglurnar, sum eru settar í grein 3, ikki hava verið hildnar kann hon, uttan mun til rættarbatarnar, ið innlendis lóggáva hjá viðkomandi parti veitir, leggja mál sítt fyri málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hon hevur heimstað. Málið má verða lagt fram innan trý ár frá fyrstu fráboðan um framferðina, sum stríðir ímóti ella vísir seg at fara at verða í stríð við meginreglurnar, sum settar eru í grein 3.
Málsráðandi myndugleikin skal tá uttan drál kunna málsráðandi myndugleikan í hinum partinum.

2. Málsráðandi myndugleikin skal, um tað vísir seg fyri honum at vera grund fyri mótmælinum, og um hann ikki einsamallur er førur fyri at koma fram til eina nøktandi loysn, royna at loysa málið við avtalu sínámillum við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum, við tí sjónarmiði at sleppa undan skattaáseting, sum ikki er í samsvari við avtaluna. Ein og hvør avtala, sum komið er fram til, skal verða sett í verk uttan mun til nakrar tíðarfreistir í innlendis lóggávuni hjá pørtunum.
3. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum skulu royna við avtalu sínámillum at loysa allar trupulleikar ella øll ivamál, sum taka seg upp viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við tí endamáli at koma fram til eina semju, sum er í tráð við stykkini frammanfyri.

Grein 5
ÍGILDISKOMA
1. Henda avtalan kemur í gildi tríatiunda dagin eftir ta seinru dagfestingina, tá hvør av pørtunum hevur gjørt hinum kunnugt skrivliga, at tær kravdu mannagongdirnar sambært sínari lóggávu eru loknar. Avtalan skal vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi.

2. Uttan mun til stykki 1 í hesi grein skal avtalan bert kunna vera galdandi, tá ið avtalan, undirskrivað tann 18. ma 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum, skal vera galdandi.


Grein 6
UPPSØGN
1. Hendan avtala verður verandi í gildi, inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan, eitt og hvørt álmanakkaár er komið at enda. Í slíkum føri skal avtalan halda uppat at vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur, eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið.

2. Uttan mun til stykki 1 verður henda avtalan uppsøgd, uttan at boð verða givin um uppsøgn, frá
dagfestingini av uppsøgnini av avtaluni, undirskrivað 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku
Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattamálum.

Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild til tað skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Keypmannahavn tann 18. mai 2009, í tveimum eintøkum á enskum máli.

Vegna Føroya landsstýri:
Herálvur Joensen

Vegna stjórnina í Bretsku Jomfrúoyggjunum
 Dancia Penn