Løgtingslóg nr. 60 frá 10. juni 2008
um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og Isle of Man
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Ásetingarnar í avtalu frá 30. oktober 2007 millum Føroyar og Isle of Man um umbýti av upplýsingum í skattamálum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 1 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 11 í avtaluni.
§ 2. Ásetingarnar í avtalu frá 30. oktober 2007 millum Føroyar og Isle of Man til tess at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 2 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 3. Ásetingarnar í avtalu frá 30. oktober 2007 millum Føroyar og Isle of Man til tess at sleppa undan tvískatting av fyritøkum, sum hava skip og flogfør í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 3 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 4.
§ 4. Ásetingarnar í avtalu frá 30. oktober 2007 millum Føroyar og Isle of Man um atgongd til sínámillum avtalumannagongd í sambandi við javning av inntøkum í sameindum feløgum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 4 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt samsvarandi ásetingunum í grein 6 í avtaluni.
§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Skjal 1
(týðing)
AVTALA MILLUM FØROYAR OG ISLE OF MAN UM UMBÝTI AV UPPLÝSINGUM Í SKATTAMÁLUM
Av tí at Føroya landsstýri og stjórnin á Isle of Man ("partarnir") leingi hava tikið lut í altjóða stremban at stríðast ímóti fíggjarligum og øðrum misbrotum, herundir fígging av yvirgangi;
av tí at tað verður váttað, at Isle of Man sambært fulltrú frá sameinda kongaríkinum hevur heimild til at samráðast, gera, fremja og undir teimum treytum, sum eru nevndar í avtaluni, siga upp eina avtalu við Føroyar um umbýti av upplýsingum í skattamálum;
av tí at tað verður váttað, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera;
av tí at Isle of Man hevur gjørt eina politiska tilsøgn við atliti at meginreglunum hjá OECD um skjótt umbýti av upplýsingum;
av tí at partarnir hava ynski um at bøta um og lætta um umstøðurnar og treytirnar fyri umbýti av upplýsingum víðvíkjandi skattum;
eru partarnir tí nú vorðnir samdir um at gera hesa avtaluna við skyldum bara fyri partarnar sjálvar:
Grein 1
Nýtsluumráði av avtaluni
Partarnir skulu veita hjálp við umbýti av upplýsingum, sum kunnu haldast at hava týdning fyri at umsita og handhevja partanna innanhýsis lóggávu viðvíkjandi skattum, sum eru umfataðir av avtaluni, herundir upplýsingum, sum kunnu haldast at vera av týdningi fyri áseting, líkning og innkrevjing av slíkum skattum, innheinting og tvingsilsfulnaði av skattakrøvum viðvíkjandi persónum, sum eru skattskyldugir av slíkum skattum, ella til kanning ella rættarsókn av skattamálum í sambandi við slíkar persónar. Umbidni parturin hevur ikki skyldu at fáa til vega upplýsingar, sum hvørki eru í varðveitslu hjá myndugleikum hansara, ella eru í varðveitslu ella eru atkomuligir hjá persónum innan hansara lógarøki. Tey rættindi og tann vernd, sum persónar hava í umbidna partinum sambært lóggávu ella umsitingarliga siðvenju, verða verandi galdandi. Tann umbidni parturin skal leggja seg eftir á best møguligan hátt at tryggja sær, at munadygt umbýti ikki óneyðugt verður forðað ella seinkað.
Grein 2
Skattir, umfataðir av avtaluni
1. Henda avtalan verður nýtt til hesar skattir, sum verða útskrivaðir av pørtunum:
(a) í Føroyum
inntøkuskattir og skattir av vinningi
(b) á Isle of Man
inntøkuskattir og skattir av vinningi
2. Henda avtalan verður eisini nýtt til skattir av sama slagi, sum eftir dagin fyri undirskriving av avtaluni verða útskrivaðir sum ískoyti til ella í staðin fyri verandi skattir. Henda avtalan verður eisini nýtt til skattir av stórt sæð sama slagi, sum eftir dagin fyri undirskriving av avtaluni verða útskrivaðir sum ískoyti til ella í staðin fyri fyri verandi skattir, um partarnir verða samdir um hetta. Til teir skattir, sum eru fevndir av avtaluni, kunnu somuleiðis gerast ískoyti ella avmarkingar gjøgnum sínámillum sáttmála millum partarnar við brævaskifti. Málsráðandi myndugleikin í hvørjum landi kunnar hin um munandi broytingar í lóggávuni, sum kunnu hava ávirkan á skyldurnar hjá hesum partinum sambært hesi avtalu.
Grein 3
Allýsingar
1. Í hesi avtaluni hava hesar málberingar niðan fyri nevnda týdning:
a) "Føroyar" merkir føroyskt land- og sjóøki og eitthvørt øki uttan fyri føroyskt sjómark, har Føroyar eftir føroyskari lóggávu og í samsvari við fólkarættin kunnu fremja rættindir til havbotnin, undirgrundina og tilhoyrandi nátturutilfeingi;
b) "Isle of Man" merkir oyggin Isle of Man;
c) "felag" merkir hvør løgfrøðiligur persónur ella hvør samtøka, sum skattliga verður viðgjørd sum ein løgfrøðiligur persónur;
d) "málsráðandi myndugleiki" merkir í Føroyum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella fulltrúi í hansara stað, og á Isle of Man the Assessor of Income Tax ella hansara umboð;
e) "revsilóggáva" merkir øll revsilóggáva, sum soleiðis verður nevnd í innanhýsis lóggávuni, uttan mun til um hon er í skattalóggávuni, revsilógini ella aðrari lóg;
f) "skattarevsimál" merkir skattamál, sum umfatar tilætlaða atferð, sum kann gerast ákærusakarmál sambært lóggávuni hjá umbiðjandi partinum;
g) "tiltøk til innheinting av upplýsingum" merkir lóggáva og umsitingarlig siðvenja ella dómstólasiðvenja til at innheinta og veita tær umbidnu upplýsingarnar;
h) "upplýsing" merkir einhvør umstøða, boð, skjal ella gerðabók uttan mun til snið;
i) "løgfrøðiligt starvsserrættindi" merkir
i) samskifti millum ein løgfrøðiligan ráðgeva og hansara viðskiftafólk ella annan persón, sum umboðar viðskiftafólkið í sambandi við veiting av løgfrøðiligari ráðgeving til viðskiftafólkið,
ii) samskifti millum ein løgfrøðiligan ráðgeva og hansara viðskiftafólk ella annan persón, sum umboðar viðskiftafólkið, ella millum slíkan ráðgeva ella hansara viðskiftafólk ella annan slíkan umboðsmann og annan persón, í sambandi við ella umhugsan av løgfrøðiligum gerðum og fyri slíkar gerðir,
iii) evnir, sum eru hjáløgd, ella sum víst verður til í slíkum samskifti, og sum er skrivað
a) í sambandi við løgfrøðiliga ráðgeving; ella
b) í samband við ella við umhugsan av løgfrøðiligum gerðum og fyri slíkar gerðir, tá ið tær eru í hendi hjá persóni, sum hevur rætt til at hava tey.
Evnir, sum eru havd við tí endamáli at fremja brotsgerðir, eru ikki umfatað av løgfrøðiligum starvsserrættindum;
j) "persónur" merkir ein likamligur persónur, eitt felag og eitt hvørt annað samtak av persónum;
k) "almenn skipan til felags íløgu" merkir ein skipan ella ein felagsskapur, har keyp, søla ella innloysing av partabrøvum ella øðrum rættindum ikki er undirskilt ella staðiliga avmarkað til ein avmarkaðan skara av íleggjarum;
l) "felag", hvørs partabrøv kunnu handlast alment, merkir eitt felag, hvørs týdningarmesti partabrævabólkur er skrivaður á viðurkendum partabrævamarknaði treytað av, at tey noteraðu partabøvini frítt kunnu keypast ella seljast av almenninginum. Partabrøv kunnu keypast og seljast av "almenninginum", hvørs keyp ella søla af partabrøvum ikki undirskilt ella greidliga er avmarkað til ein avmarkaðan skara av íleggjarum;
m) "týdningarmesti partabrævabólkur" merkir tann partabrævabólkurin, sum umboðar meirlutan av atkvøðunum í og virðið av felagnum;
n) "viðurkendur virðisbrævaskáli" merkir slíkur keypsskáli, sum málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum eru vorðnir samdir um;
o) "umbidni parturin" merkir tann parturin í hesi avtaluni, sum er biðin um at víðarigeva upplýsingar ella hevur víðargivið upplýsingar eftir umbøn;
p) "umbiðjandi parturin" merkir tann parturin í hesi avtaluni, sum biður um at fáa upplýsingar ella hevur tikið ímóti upplýsingum;
q) "skattur" merkir einhvør skattur, sum er nevndur í hesi avtalu.
2. Tá ið henda avtala verður nýtt, hevur einhvør málbering, sum ikki er nágreinað her, uttan so at annað stendst av samanhanginum, tann týdning, sum hon hevur um tað mundið í lóggávuni hjá hesum partinum, við tað at einhvør týdningur í teimum skattalógum, sum verða nýttar í hesum partinum, gongur framum tann týdning, sum málberingin hevur aðrar staðir í lóggávuni hjá hesum partinum.
Grein 4
Umbýti av upplýsingum eftir áheitan
1. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum skal eftir áheitan frá tí umbiðjandi partinum víðarigeva upplýsingarnar til endamál, sum nevnd í grein 1. Slíka upplýsingar skulu gevast víðari uttan mun til, um umbidni parturin hevur brúk fyri upplýsingunum til endamál fyri síni egnu skattaáseting, ella um atferðin, sum kannað verður, hevði verið ein brotsgerð eftir lóggávuni í tí umbidna partinum, um hon hevði verið framd á umráði í tí umbidna partinum. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum skal bara biðja um upplýsingar eftir hesi grein, um honum ikki ber til at fáa til vega tær umbidnu upplýsingarnar á annan hátt uttan so, at hesin hátturin hevði givið orsøk til ósamsvarandi trupulleikar.
2. Um tær upplýsingar, sum teir málsráðandi myndugleikarnir í tí umbidna partinum hava, ikki eru nóg nógvar til at gera hann føran fyri at eftirlíka umbønini um upplýsingar, skal tann umbidni parturin eftir egnum tykki nýta øll tiltøk, sum hava týdning til innheinting av upplýsingum, sum eru neyðug fyri at víðarisenda tær umbidnu upplýsingar til tann umbiðjandi partin, hóast hesum partinum ikki nýtist slíkar upplýsingar til egna skattaáseting.
3. Um tann málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum serstakliga biður um tað, skal tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum víðarisenda upplýsingarnar eftir hesi grein í tann mun, tað er loyvt samsvarandi egnu lóggávu, sum skrivligar vitnisfrágreiðingar og váttað avrit av uppruna protokollum.
4. Hvør parturin skal tryggja sær, at hann hevur heimild til, fyri tey endamál, sum eru nevnd í grein 1, at innheinta og víðarigeva gjøgnum sín málsráðandi myndugleika og eftir áheitan:
a) upplýsingar, sum bankar, aðrir fíggjarstovnar, og einhvør persónur, eisini fulltrúar og virðisbrævaumsitarar, sum umboð ella umsitarar hava,
b) i) kunning viðvíkjandi lógligum ognarrætti av feløgum, íognarfeløgum, grunnum og øðrum persónum, heruppií í førum av skipanum til felags íløgu, upplýsingar um partabrøv, eindir og aðrar lutir;
ii) í førum av stórsamtøkum, kunning um stovnarar, umsitarar og atkomumonnum.
Harumframt hevur henda avtalan ikki við sær eina skyldu fyri annan partin at innheinta og víðarigeva upplýsingar um ognarrætt viðvíkjandi alment handlaðum feløgum ella almennum skipanum til felags íløgu uttan so, at slíkar upplýsingar kunnu fáast til vega uttan at bera við sær ósamsvarandi trupulleikar.
5. Ein og hvør umbøn um upplýsing skal vera skrivlig og so nágreiniliga skrivað, sum til ber, við upplýsingum um:
a) samleikan av tí persóni, sum verður kannaður ella rannsakaður;
b) tíðarskeiðið av umbidnu upplýsingunum;
c) slag av umbidnu upplýsingunum og tað skap, sum umbiðjandi parturin ynskir at fáa tær í;
d) tað skattliga endamálið, hví upplýsingarnar verða umbidnar:
e) grundgevingin fyri viðtøkuni um, at tær umbidnu upplýsingarnar metast at vera av týdningi fyri skattafyrisiting og handhevjing í tí umbiðjandi partinum viðvíkjandi tí persóni, sum er eyðmerktur í litra a í hesum stykki.;
f) orsøkir til at halda, at tær umbidnu upplýsingarnar eru til taks hjá tí umbidna partinum, ella eru hjá ella kunnu fáast frá einum persóni innan lógarøkið hjá tí umbidna partinum;
g) í tann mun ein veit, navn og bústað á einum og hvørjum persóni, sum verður hildin at hava ella hava ræði yvir teimum umbidnu upplýsingunum;
h) eina váttan um, at umbønin er í tráð við lóggávuna og fyrisitingarliga siðvenju hjá tí umbiðjandi partinum, at um tær umbidnu upplýsingarnar høvdu verið til taks innan lógarøkið í tí umbiðjandi partinum, so høvdu teir málsráðandi myndugleikarnir í tí umbiðjandi partinum verið førir fyri at innheinta upplýsingarnar sambært lóggávuni í tí umbiðjandi partinum ella vanligari umsitingarsiðvenju, og at umbønin er í tráð við hesa avtalu;
i) ein váttan um, at tann umbiðjandi parturin hevur troytt allar møguleikar, sum eru tøkir í egnum øki, til at fáa til vega upplýsingar, sum kunnu fáast til vega uttan at bera við sær ósamsvarandi trupulleikar.
6. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum skal vátta móttøkuna av umbønini til tann málsráðandi myndugleikan í tí umbiðjandi partinum og skal royna á best møguligan hátt at víðarisenda tær umbidnu upplýsingarnar til tann partin, sum biður um upplýsingarnar, so skjótt sum til ber.
Grein 5
Skattarannsóknir uttanlands
1. Við rímiligum varningi kann tann umbiðjandi parturin biðja um, at tann umbidni parturin loyvir umboðum fyri tann málsráðandi myndugleikan hjá tí umbiðjandi partinum at koma inn á økið hjá tí umbidna partininum í tann mun, tað er loyvt sambært innanhýsis lóggávuni hjá hesum parti, fyri at spyrja likamligar persónar og kanna protokollir við skrivligum loyvi frá avvarðandi likamligum persónum ella øðrum avvaraðandi persónum. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum skal kunna teir málsráðandi myndugleikarnar í tí umbidna partinum um tíð og stað fyri tí ætlaða fundinum við teir avvarðandi likamligu persónarnar.
2. Eftir umbøn frá tí málsráðandi myndugleikanum í tí umbiðjandi partinum kann tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum loyva, at umboð frá málsráðandi myndugleikanum í tí umbiðjandi partinum er til staðar í sambandi við skattarannsókn á umráðnum í tí umbidna partinum.
3. Um umbønin, sum nevnd í stykki 2, verður játtað, skal tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum, sum ger kanningina, so skjótt sum til ber, boða málsráðandi myndguleikanum í tí umbiðjandi partinum frá tíð og stað fyri kanningini um tann myndugleika ella persón, sum hevur fulltrú til at gera kanningina, og um framferðarhættirnar og treytirnar, sum verða kravdar av tí umbidna partinum fyri útinning av kanningini. Allar avgerðir viðvíkjandi útinning av kanningini verða tiknar av tí umbidna partinum, sum ger kanningina.
Grein 6
Møguleiki at sýta eini umbøn
1. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum kann sýta fyri at veita hjálp;
a) um umbønin ikki er løgd fram í tráð við hesa avtalu;
b) um tann umbiðjandi parturin ikki hevur troytt allar møguleikar, sum eru til taks á hansara egna øki, til at innheinta upplýsingarnar uttan so, at nýtslan av slíkum møguleikum hevði ført við sær ósamsvarandi trupulleikar, ella
c) hvar boðanin av teimum umbidnu upplýsingunum hevði verið í stríð við almenn atlit (ordre public).
2. Henda avtalan skal ikki áleggja øðrum parti, sum skal lata upplýsingar, nakra skyldu til at víðarigeva upplýsingar, sum eru fevndar av løgfrøðiligum starvsserrættindum ella nøkrum vinnuligum, handilsrakstrarligum, ídnaðarligum, handilsligum ella yrkisligum loynidómi ella framførsluhátti, treytað av, at upplýsingar, sum nevndar í grein 4, stykki 4, ikki bara av tí orsøk skulu viðgerast sum ein slíkur loynidómur ella framførsluháttur.
3. Ein umbøn um upplýsingar kann ikki verða havnað av tí orsøk, at skattakravið, sum førir til umbønina, er umstrítt.
4. Tann umbidni parturin hevur ikki skyldu til at innheinta og víðarigeva upplýsingar, sum tann málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum ikki hevði verið førur fyri at innheinta eftir egnari lóggávu ella vanligari umsitingarsiðvenju, um tær umbidnu upplýsingarnar høvdu verið innan fyri lógarøkið í tí umbiðjandi partinum.
5. Tann umbidni parturin kann sýta eini umbøn um upplýsingar, um tann umbiðjandi parturin hevur biðið um upplýsingarnar til umsiting ella handhevjing av eini áseting í skattalóggávuni hjá tí umbiðjandi partinum ella eitthvørt krav í sambandi við hetta, sum ger mannamun millum ríkisborgara ella borgara í tí umbidna partinum og ein ríkisborgara ella borgara í tí umbiðjandi partinum í somu umstøðum.
Grein 7
Tagnarskylda
1. Hvør uplýsing, sum er víðarigivin og móttikin av málsráðandi myndugleikunum hjá pørtunum, skal haldast loynilig.
2. Slíkar upplýsingar kunnu bert latast persónum ella myndugleikum (heruppií dómstólum og umsitingarmyndugleikum), sum starvast við endamál, sum nevnd í grein 1, og tær kunnu bert nýtast av slíkum persónum ella myndugleikum til slík endamál, heruppií kæruavgerðum. Til hesi endamál kunnu upplýsingarnar latast undir almennum rættargerðum ella í rættaravgerðum.
3. Slíkar upplýsingar mugu ikki nýtast til onnur endamál enn endamál, sum nevnd í grein 1, uttan greitt skrivligt loyvi frá tí málsráðandi myndugleikanum í tí umbiðjandi partinum.
4. Upplýsingar, sum eru víðargivnar tí umbiðjandi partinum eftir hesi avtalu, mugu ikki latast nøkrum øðrum lógarøki.
Grein 8
Kostnaður
Uttan so, at teir málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum avtala annað, skal vanligur kostnaður í sambandi við veiting av hjálp berast av tí umbidna partinum, og eykakostnaður í sambandi við veiting av hjálp (heruppií kostnaður av at fáa uttanfyristandandi ráðgevar í sambandi við rættarmál ella líknandi) berast av tí umbiðjandi partinum. Teir avvarðandi málsráðandi myndugleikarnir skulu við jøvnum millumbili leita ráð hvør hjá øðrum um hesa grein, og serstakliga skal tann málsráðandi myndugleikin hjá tí umbidna parturin leita ráð hjá tí málsráðandi myndugleikanum hjá tí umbiðjandi partinum frammanundan, um kostnaðurin við at víðarigeva upplýsingar við atliti til eina serliga umbøn kann væntast at vera munandi.
Grein 9
Mál
Umbøn um hjálp og svar uppá hetta skal orðast á enskum.
Grein 10
Mannagongdin, tá ið sínámillum avtalur verða gjørdar
Um trupulleikar ella ivamál vera millum partarnar um útinning av tulking av hesi avtalu, skulu avvarðandi málsráðandi myndugleikarnir stremba eftir at loysa málið við sínámillum avtalu.
Grein 11
Ígildiskoma
Henda avtala kemur í gildi tann tríatiunda dagin eftir tann seinasta dagin, har sum hvør av pørtunum hevur kunnað hin um, at tær stjórnarligu ella aðrar treytir, kravdar í tí avvarðandi partinum, eru loknar. Eftir dagin fyri ígildiskomuna hevur avtalan virknað:
a) fyri øll revsimál frá og við hesum degi;
og
b) fyri øll onnur mál, sum eru fevnd av grein 1, frá og við tí degi, men bert fyri skattatíðarskeið, sum byrja henda ella eftir henda dag, ella um einki skattskyldugt tíðarskeið er, upp á skattakrøv, sum koma henda ella eftir henda dag.
Grein 12
Uppsøgn
1. Henda avtala verður í gildi, til hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør av pørtunum kann uppsiga avtaluna við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir, innan eitt álmanakkaár er runnið. Í slíkum føri heldur avtalan uppat at hava virknað fyri skattir, sum verða uppkravdir fyri eitthvørt skattaár, sum byrjar 1. januar ella seinri í tí ári, sm kemur aftan á 6mðr. tíðarskeiðið er lokið. Allar umbønir, sum eru móttiknar inntil henda dagin, tá ið uppsøgnin fær virknað, verða viðgjørdar í tráð við ásetingarnar í avtaluni.
2. Um avtalan verður søgd úr gildi, skulu partarnir verða bundnir av ásetingunum í grein 7 viðvíkjandi eini og hvørjari upplýsing, sum er móttikin eftir hesi avtalu.
Til staðfestingar hava undirritaðu við fullgóðari heimild skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Oslo, tann 30. oktober 2007, í tveimum eintøkum á enskum.
Fyri Føroya landsstyri:
Magni Laksáfoss
Fyri stjórnina á Isle of Man:
Allan Robert Bell
Skjal 2
(týðing)
Avtala millum Føroyar og Isle of Man til at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum
Føroya landsstýri og stjórnin á Isle of Man,
sum ynskja at skoyta uppí avtaluna um umbýti av upplýsingum í skattamálum, gjørd tann 30. oktober 2007, avtalu um at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum viðvíkjandi inntøkuskattum,
við atliti til, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera,
eru samd um hetta:
Grein 1
Likamligir persónar, umfataðir av avtaluni
Henda avtala verður nýtt um likamligar persónar, sum eru heimahoyrandi í øðrum partinum ella báðum pørtunum.
Grein 2
Skattir, umfataðir av avtaluni
1. Teir galdandi skattir, sum avtalan verður nýtt til, eru:
a) á Isle of Man:
inntøkuskattir og skattir av vinningi (taxes on income or profit)
(hereftir nevnt "manx skattur").
b) í Føroyum:
inntøkuskattir og skattir av vinningi
(hereftir nevnt føroyskur skattur).
2. Avtalan verður eisini nýtt um skattir av sama slagi ella í stóran mun sama slagi, sum eftir dagfesting fyri undirskriving av avtaluni verða útskrivaðir sum ískoyti til ella í staðin fyri galdandi skattir. Teir málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum skulu geva hvørjum øðrum boð um allar munandi broytingar, sum eru gjørdar í teirra lóggávu viðvíkjandi likamligum persónum.
Grein 3
Almennar allýsingar
1. Uttan so, at annað framgongur av samanhanginum, hava fylgjandi orðingar í hesi avtaluni niðanfyri nevnda týdning:
a) orðingin "partur" merkir Isle of Man ella Føroyar, alt eftir samanhanginum; orðingin "partarnir" merkir Isle of Man og Føroyar;
b) orðingin "Isle of Man" merkir oyggin Isle of Man;
c) orðingin "Føroyar" merkir føroyskt land- og sjóøki og eitthvørt øki uttanfyri føroyskt sjómark, har Føroyar eftir føroyskari lóggávu og í samsvari við fólkarættin kunnu fremja rættindir til havbotnin, undirgrundina og tilhoyrandi nátturutilfeingi;
d) orðingin "málsráðandi myndugleiki" merkir:
i) á Isle of Man, the Assessor of Income Tax ella hansara umboð,
ii) í Føroyum, landsstýrimaðurin í fíggjarmálum ella fulltrúi hansara;
e) orðingin "fyritøka" verður nýtt um rakstur av einum og hvørjum slagi av vinnivirksemi;
f) orðingin " altjóða ferðsla" merkir ein og hvør flyting við skipi ella flogfari, sum verður nýtt av eini fyritøku, sum er heimahoyrandi í øðrum partinum, uttan so, at skipið ella flogfarið bara verður nýtt millum støð í hinum partinum.
2. Tá ið henda avtala verður nýtt, hevur einhvør málbering, sum ikki er nágreinað her, uttan so at annað stendst av samanhanginum, tann týdning, sum hon hevur um tað mundið í lóggávuni hjá hesum partinum, viðvíkjandi teimum skattum, sum avtalan verður nýtt til, við tað at einhvør týdningur í teimum skattalógum, sum verða nýttar í hesum partinum, ganga framum tann týdning, sum málberingin hevur í øðrum lógum, sum verða nýttar í hesum partinum.
Grein 4
Skattligur heimstaður
1. Í hesum sáttmála skal orðingin "persónur, sum er heimahoyrandi í øðrum partinum", talan er um ein likamligan persón, merkja ein og hvør likamligur persónur, sum sambært lóggávu í tí partinum, er skattskyldugur har vegna bústað, heimstað ella eitthvørt annað eyðkenni av líknandi slagi. Málberingin umfatar tó ikki ein persón, sum er skattskyldugur í hesum partinum, einans av inntøkum frá keldum í hesum partinum.
2. Um ein likamligur persónur sambært ásetingunum í stk. 1 er heimahoyrandi í báðum pørtum, skal hansara støða avgerast eftir hesum reglum:
a) hann verður bert hildin at vera heimahoyrandi í tí partinum, har hann hevur fastan bústað tøkan. Um hann hevur fastan bústað tøkan í báðum pørtunum, verður hann bert hildin at búgva í tí partinum, sum hann hevur tað størsta persónliga og fíggjarliga samband við, (miðdepil í lívsáhugamálum);
b) um tað ikki ber til at gera av, í hvørjum parti hann hevur miðdepil fyri síni lívsáhugamál, ella hann ikki hevur fastan bústað til taks í hvørgum pørtinum, skal hann metast bert at vera heimahoyrandi í tí partinum, har hann vanliga dvølur;
c) um hann vanliga dvølur í báðum pørtunum, ella um hann hevur slíkt dvøl í hvørgum av teimum, skulu teir málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum loysa spurningin við sínámillum avtalu.
Grein 5
Persónligt arbeiði í tænastuviðurskiftum
1. Um reglurnar í greinunum 6, 7, 8 og 9 ikki áseta annað, kunnu løn og onnur tílík samsýning fyri persónliga int starv í tænastu, ið persónur, heimahoyrandi í øðrum partinum, hevur fingið, bert verða skattaðar í hesum partinum uttan so, at arbeiðið er útint í hinum partinum. Er starvið int í hesum seinna nevnda partinum, kann samsýningin, sum fæst fyri tað, verða skattað har.
2. Uttan mun til ásetingarnar í stykki 1 kann samsýning, sum ein persónur, sum er heimahoyrandi í øðrum partinum, fær fyri persónligt arbeiði, útint í hinum partinum, bert verða skattað í fyrra nevnda partinum, um:
a) móttakarin dvølur í hinum partinum í eitt ella fleiri tíðarskeið, sum samanløgd ikki fara uppum 183 dagar í einum 12 mánaða tíðarskeiði, sum byrjar ella endar í avvarðandi skattaári; og
b) samsýningin verður goldin av ella fyri ein arbeiðsgevara, sum ikki er heimahoyrandi í hinum partinum; og
c) samsýningin ikki stavar frá einum føstum handilsstaði, sum arbeiðsgevarin hevur í hinum partinum, og haðani vinnufyritøkan heilt ella partvíst verður rikin.
3. Stk 2 í hesi avtalu verður ikki nýtt um samsýning, sum ein persónur, sum er heimahoyrandi í øðrum partinum, fær fyri persónligt arbeiði, útint í hinum partinum, og sum verður goldin av ella fyri ein arbeiðsgevara, sum ikki er heimahoyrandi í hesum seinna partinum, um:
a) móttakarin undir hesum setanarviðurskiftum veitir einum øðrum persóni enn arbeiðsgevaranum tænastu, og hesin persónurin beinleiðis ella óbeinleiðis ansar eftir, vegleiðir ella hevur eftirlit við tí hátti, sum tænastan verður útint eftir, og
b) henda tænastan er ein sameindur partur av handilsfyritøkuni, sum hesin persónurin rekur.
4. Hóast frammanfyri nevndu ásetingar í hesi grein, kann samsýning fyri persónligt arbeiði, útint umborð á einum skipi ella einum flogfari, sum verður nýtt í altjóða ferðslu av eini fyritøku í øðrum partinum, verða skattað í hesum partinum.
Grein 6
Nevndarsamsýningar
Nevndarsamsýningar og aðrar líknandi samsýningar, sum ein persónur, sum er heimahoyrandi í øðrum partinum, fær sum limur í nevnd ella líknandi í einum felag, sum er heimahoyrandi í hinum partinum, kann verða skattað har.
Grein 7
Listafólk og ítróttarfólk
1. Inntøkur, sum ein persónur, sum er heimahoyrandi í einum parti, fær sum leikandi listafólk, so sum sjónleikara-, filmsmynda-, útvarps- ella sjónvarpslistafólk, ella sum tónleikari ella ítróttarfólk, við persónligum útinnandi virksemi í hinum partinum, kunnu verða skattaðar har.
2. Um inntøka við persónligum virksemi, útint av leikandi listafólki ella ítróttafólki, ikki tillutast listafólkinum ella ítróttafólkinum sjálvum, men einum øðrum likamligum persóni ella løgfrøðiligum stovni, kann henda inntøkan verða skattað í tí partinum, har sum tað listarliga ella ítróttarliga virksemið verður útint.
Grein 8
Eftirlønir
Eftirlønir og líknandi veitingar, sum stava frá øðrum partinum, gjøld sambært lóggávuna um almannatrygd í øðrum partinum og gjøld eftir einhvørjari aðrari skipan av fæi, fingið til vega av øðrum partinum, kann verða skattað í hesum partinum.
Grein 9
Almenn størv
1.a) Løn og líknandi samsýning, eftirløn undantikin, sum annar parturin, ella ein hartil hoyrandi politisk undirdeild, almennur stovnur ella staðbundin myndugleiki rindar einum likamligum persóni fyri útint starv fyri henda part, undirdeild, stovn ella myndugleika, kunnu bert verða skattaðar í hesum partinum.
b) Slík løn og líknandi samsýning kunnu tó bert verða skattaðar í hinum partinum, um starvið er útint í hesum partinum, og tann likamligi persónurin er heimahoyrandi í tí partinum og ikki gjørdist heimahoyrandi í hesum partinum eina við tí endamáli at útinna starvið.
2. Ásetingarnar í greinunum 5, 6 og 7 verða nýttar til løn og aðrar samsýningar fyri útinning av starvi í sambandi við vinnuvirksemi, sum verður rikið av øðrum partinum ella hartil hoyrandi politiskari undirdeild, almennum stovni ella staðbundnum myndugleika.
Grein 10
Lesandi
Upphæddir, sum ein lesandi ella lærlingur, sum er, ella beint áðrenn, hann vitjar annar partin, var heimahoyrandi í hinum partinum, og sum dvølur í tí fyrstnevnda partinum einans við lestrar- og útbúgvingarendamáli, fær í samband við uppihald, lesnað ella útbúgving, verða ikki skattaðar í hesum partinum, treytað av, at slíkar upphæddir stava frá keldum uttan fyri henda partin.
Grein 11
Tvískatting avtikin
1. Á Isle of Man verður tvískatting avtikin soleiðis:
Við fyrivarni av ásetingunum í lóggávuni hjá Isle of Man um linking sum kredittur í skattinum hjá Isle of Man fyri skatt, sum verður goldin í einum øki uttan fyri Isle of Man (sum ikki skal ávirka ta vanligu grundregluna):
i) Um ein persónur, sum er heimahoyrandi á Isle of Man, fær inntøku, sum sambært ásetingunum í hesi avtalu kann verða skattað í Føroyum, skal Isle of Man - uttan so at ásetingarnar í litra iii) áseta annað - loyva frádrátti í skattinum av inntøkuni hjá hesum persóninum við eini upphædd svarandi til tann inntøkuskatt, sum er goldin í Føroyum;
ii) Slíkur frádráttur skal tó ikki vera størri enn tann parturin av inntøkuskattinum, roknaður áðrenn frádrátturin er veittur, ið svarar til ta inntøku, sum kann verða skattað í Føroyum.
iii) Um ein persónur, sum er heimahoyrandi á Isle of Man, fær inntøku, sum sambært ásetingunum í hesi avtalu bert kann verða skattað í Føroyum, kann Isle of Man taka við hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skal í inntøkuskattinum loyva frádrátti fyri tann part av inntøkuskattinum, sum kann verða førdur til ta inntøku, sum stavar frá Føroyum.
2. Í Føroyum verður tvískatting avtikin soleiðis:
Við fyrivarni av ásetingunum í lóggávuni hjá Føroyum um linking sum kredittur í skattinum hjá Føroyum fyri skatt, sum verður goldin í einum øki uttan fyri Føroyar (sum ikki skal ávirka ta vanligu grundregluna):
i) Um ein persónur, sum er heimahoyrandi í Føroyum, fær inntøku, sum sambært ásetingunum í hesi avtalu kann verða skattað á Isle of Man, skulu Føroyar - uttan so at ásetingarnar i litra c) áseta annað - loyva frádrátti í inntøkuskattinum hjá hesum persóninum við eini upphædd svarandi til tann inntøkuskatt, sum er goldin á Isle of Man;
ii) Slíkur frádráttur skal tó ikki verða størri enn tann parturin av inntøkuskattinum, roknaður áðrenn frádrátturin er veittur, ið svarar til ta inntøku, sum kann verða skattað á Isle of Man;
iii) Um ein persónur, sum er heimahoyrandi í Føroyum, fær inntøku, sum sambært ásetingunum í hesi avtalu bert kann verða skattað á Isle of Man, kunnu Føroyar taka við hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skulu í inntøkuskattinum loyva frádrátti fyri tann part av inntøkuskattinum, sum kann verða førdur til ta inntøku, sum stavar frá Isle of Man.
Grein 12
Mannagongdin, tá ið sínámillum avtalur verða gjørdar
1. Um ein likamligur persónur heldur, at tiltøk, tikin av øðrum ella báðum pørtunum, fyri hann hevur við sær ella fer at hava við sær skattseting, sum ikki er í samsvari við ásetingarnar í hesi avtalu, kann hann, uttan mun til hvørji rættartiltøk, sum honum eru tøk sambært innanhýsis lóggávu í hvørjum parti sær, leggja málið fyri tann málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hann er heimahoyrandi. Málið skal verða lagt fyri myndugleikan innan trý ár frá tí degi, sum honum er veitt tann fyrsta fráboðanin um tað tiltak, sum hevur skattaáseting við sær, sum ikki er í tráð við ásetingarnar í avtaluni.
2. Tann málsráðandi myndugleikin skal, um mótmælið sýnist grundað, og um myndugleikin sjálvur ikki er førur at loysa málið á hóskandi hátt, royna at loysa málið við sínámillum avtalu við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum við tí ætlan at sleppa undan skatting, sum ikki er í tráð við hesa avtalu. Gjørdar avtalur skulu fremjast uttan mun til freistir, ið eru ásettar í innanhýsis lóggávuni hjá pørtunum.
3. Teir málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum skulu við sínámillum avtalu royna at loysa trupulleikar ella ivamál, sum kunnu koma við atliti til tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Teir málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum kunnu seta seg beinleiðis í samband við hvønn annan við tí ætlan at gera avtalu í tráð við tey frammanfyri nevndu stykkini.
Grein 13
Ígildiskoma
1. Henda avtalan kemur í gildi tann tríatiunda dagin eftir tann seinasta dagin, har sum hvør av pørtunum skrivliga hevur boðað hinum partinum frá, at treytirnar sambært teirra lóggávu eru loknar.
2. Henda avtalan skal hava virknað:
á Isle of Man:
viðvíkjandi manx skatti, fyri skattir, sum verður kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum byrjar tann ella eftir tann sætta dagin í apríl í tí ári, sum kemur eftir tað árið, har sum avtalan fær gildi;
b) í Føroyum:
viðvíkjandi føroyskum skatti, á skatt, sum verður uppkravdur fyri eitt og hvørt skattaár, sum byrjar tann ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí ári, sum kemur eftir tað árið, har sum avtalan fær gildi.
3. Hóast ásetingarnar í stykki 2 í hesi grein skal avtalan bara verða galdandi, tá ið avtalan, undirskrivað tann 30. oktober 2007 millum Isle of Man og Føroyar um umbýti av upplýsingum í skattamálum, hevur virknað.
Grein 14
Uppsøgn
1. Henda avtala verður í gildi, intil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør av pørtunum kann uppsiga avtaluna við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan, eitt álmanakkaár er runnið. Í slíkum føri heldur avtalan uppat at hava virknað fyri skattir, sum verða uppkravdir fyri eitthvørt skattaár, sum byrjar tann ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí ári, sum kemur aftaná endan av seks mánaða tíðarskeiðnum.
2. Hóast ásetingarnar í stykki 1 í hesi grein, er avtalan søgd úr gildi, uttan at boð eru givin um uppsøgn, uppsagnardagin fyri avtaluna, undirskrivað tann 30. oktober 2007 millum Isle of Man og Føroyar um umbýti av upplýsingum í skattamálum.
Til staðfestingar hava undirritaðu við fullgóðari heimild skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Oslo, tann 30. oktober 2007, í tveimum eintøkum á enskum.
Fyri Føroya landsstýri:
Magni Laksáfoss
Fyri stjórnina á Isle of Man:
Allan Robert Bell
Skjal 3
(týðing)
Avtala millum Føroyar og Isle of Man til at sleppa undan tvískatting av fyritøkum, sum hava skip og flogfør í altjóða ferðslu
Føroya landsstýri og stjórnin á Isle of Man,
sum hava ynski um at gera avtalu til at sleppa undan tvískatting av fyritøkum, sum hava skip og flogfør í altjóða ferðslu,
við atliti til, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris,
eru samd um hetta:
Grein 1
Allýsingar
1. Uttan so, at annað framgongur av samanhanginum, hava hesar orðingar í hesi avtalu tann týdning, sum nevndur er niðanfyri:
a) orðingin "partur" merkir Isle of Man ella Føroyar, alt eftir samanhanginum; orðingin "partarnir" merkir Isle of Man og Føroyar;
b) orðingin "Føroyar" merkir føroyskt land- og sjóøki og eitthvørt øki uttanfyri føroyskt sjómark, har Føroyar eftir føroyskari lóggávu og í samsvari við fólkarættin kunnu fremja rættindir til havbotnin, undirgrundina og tilhoyrandi nátturutilfeingi;
c) orðingin "Isle of Man" merkir oyggin Isle of Man;
d) orðingin "persónur" merkir ein likamligur persónur, eitt felag og eitthvørt annað samtak av persónum;
e) orðingin "felag" merkir ein og hvør løgfrøðiligur persónur ella ein og hvør samtøka, sum skattliga sæð verður viðgjørd sum ein løgfrøðligur persónur;
f) orðingin "ein persónur, sum er heimahoyrandi í einum parti" merkir ein og hvør persónur, sum sambært lóggávuni í hesum partinum er skattskyldugur har vegna bústað, heimstað, leiðslusæti, skráseting ella eitt og hvørt annað eyðkenni av líknandi slag;
g) orðingin "fyritøka í einum parti" merkir ein fyritøka, sum verður rikin av einum persóni, sum er heimahoyrandi í hesum partinum;
h) orðingin "altjóða ferðsla" merkir ein og hvør flyting við skipi ella flogfari, sum verður nýtt av eini fyritøku í einum parti, uttan so at skipið ella flogfarið einans verður nýtt millum støð í hinum partinum;
i) orðingin "inntøka við rakstri av skipi ella flogfari í altjóða ferðslu" merkir inntøka, bruttoinntøka og vinningur, fingin við:
i) tílíkum rakstri av skipi og flogfari við ferðafólki og góðsi;
ii) útleigan av skipi ella flogfari ómannað (on charter basis), tá ið útleiganin er av minni týdningi í mun til raksturin av skipi og flogførum í altjóða ferðslu;
iii) søla av atgongumerkjum og tilsvarandi skjølum og veiting av tænastum, sum eru knýtt at slíkum rakstri, antin fyri sjálva fyritøkuna ella aðra fyritøku, tá ið slík søla av atgongumerkjum ella líknandi skjølum ella veiting av tænastum er beinleiðis knýtt at ella av minni týdningi í mun til raksturin av skipum og flogførum í altjóða ferðslu;
iv) nýtsla, umsiting ella útleigan av bingjum (heruppií viðfestisvognar og líknandi útgerð til at flyta bingjur), sum verða nýttar til flutning av góðsi ella vørum, tá ið nýtslan, umsitingin ella útleiganin er beinleiðis knýtt at ella av minni týdningi í mun til raksturin av skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
v) rentur av fæi, sum er innskotið beinleiðis í samband við raksturin av skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
j) orðingin "málsráðandi myndugleiki" merkir:
i) í Føroyum, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella fulltrúi í hansara stað,
ii) á Isle of Man, the Assessor of Income Tax ella hansara umboð;
2. Til eina og hvørja tíð tá ið annar parturin nýtir hesa avtalu, hevur einhvør málbering, sum ikki er nágreinað her uttan so, at annað stendst av samanhanginum, tann týdning, sum hon hevur um tað mundið í lóggávuni hjá hesum partinum viðvíkjandi teimum skattum, sum avtalan fevnir um, við tað at ein og hvør týdningur í teimum skattalógum, sum verða nýttar í hesum partinum, gongur framum tann týdning, sum málberingin hevur í øðrum lógum, sum verða nýttar í hesum partinum.
Grein 2
At sleppa undan tvískatting
1. Inntøka, sum ein fyritøka í einum parti fær við rakstri av skipum og flogførum í altjóða ferðslu, kann bert verða skattað í hesum partinum.
2. Vinningur, sum ein fyritøka í einum parti fær við sølu av skipum ella flogførum ella leysafæ, sum er knýtt at rakstrinum av skipum ella flogførum í altjóða ferðslu, kann bert verða skattaður í hesum partinum.
3. Ásetingarnar í stykki 1 og 2 verða eisini nýttar um inntøkur og vinning, sum ein fyirtøka í einum parti fær við luttøku í einum samtaki (av handilsfelagsskapum), einum handilsfelagsskapi ella einum altjóða rakstrarstovni.
Grein 3
Mannagongdin, tá ið sínámillum avtalur verða gjørdar
1. Um ein persónur heldur, at tiltøk, tikin av øðrum ella báðum pørtum, fyri hann hevur við sær ella fer at hava við sær eina skatting, sum ikki er í tráð við ásetingarnar í hesi avtalu, kann hann, uttan mun til hvørji rættarráð eru í innanhýsis lóggávuni hjá pørtunum, leggja sítt mál fyri tann málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har sum hann er heimahoyrandi. Málið skal leggjast fyri myndugleikan innan trý ár frá tí degi, at hann hevur fingið fyrstu boðini um tey tiltøk, sum hava skatting við sær, sum ikki eru í tráð við ásetingarnar í avtaluni.
2. Tann málsráðandi myndugleikin skal, um mótmælið tykist at vera grundað, og um hann ikki sjálvur kann koma til eina rímiliga loysn, royna at loysa málið við sínámillum avtalu við tann málsráðandi myndugleikan í hinum partinum við tí ætlan at sleppa undan skatting, sum ikki er í tráð við avtaluna. Ein og hvør gjørd avtala skal fremjast uttan mun til, hvørjar tíðarfreistir eru ásettar í partanna innanhýsis lóggávu.
3. Tann málsráðandi myndugleikin hjá pørtunum skal royna við sínámillum avtalu at loysa trupulleikar ella ivaspurningar, sum kunnu koma viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum kunnu koma í beinleiðis samband hvør við annan við tí ætlan at gera eina avtalu í tráð við frammanfyri nevndu stykkir.
Grein 4
Ígildiskoma
1. Henda avtalan kemur í gildi tann tríatiunda dagin eftir tann seinasta dagin, har sum hvør av pørtunum skrivliga hevur boðað hinum partinum frá, at treytirnar sambært teirra lóggávu eru loknar. Avtalan skal hava virknað fyri skattir, sum verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum byrjar tann ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí ári, sum kemur eftir tað árið, har sum avtalan fær gildi.
2. Hóast ásetingarnar í hesi grein stykki 1 er avtalan bert galdandi, tá ið avtalan, undirskrivað tann 30. oktober 2007 millum Isle of Man og Føroyar um umbýti av upplýsingum í skattamálum, hevur virknað.
Grein 5
Uppsøgn
1. Henda avtala verður í gildi inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør av pørtunum kann uppsiga avtaluna við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir, innan eitt álmanakkaár er runnið. Í slíkum føri heldur avtalan uppat at hava virknað fyri skattir, sum verða uppkravdir fyri eitthvørt skattaár, sum byrjar 1. januar ella seinri í tí ári, sum kemur aftaná endan av seks mánaða tíðarskeiðnum.
2. Hóast ásetingarnar í stykki 1 í hesi grein er avtalan søgd úr gildi, uttan at boð eru givin um uppsøgn, uppsagnardagin fyri avtaluna, undirskrivað tann 30. oktober 2007 millum Isle of Man og Føroyar, um umbýti av upplýsingum í skattamálum.
Til staðfestingar hava undirritaðu við fullgóðari heimild skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Oslo, tann 30. oktober 2007, í tveimum eintøkum á enskum.
Fyri Føroya landsstýri:
Magni Laksáfoss
Fyri stjórnina á Isle of Man:
Allan Robert Bell
Skjal 4
(týðing)
Avtala millum Føroyar og Isle of Man um atgongd til sínámillum avtalumannagongd í samband við tillaging av vinningi hjá sameindum fyritøkum
Føroya landsstýri og stjórnin á Isle of Man,
sum hava ynski um at gera avtalu um atgongd til sínámillum avtalumannagongd í samband við tillaging av vinningi hjá sameindum fyritøkum,
við atliti til, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera,
eru samd um hetta:
Grein 1
Skattir umfataðir av avtaluni
Henda avtala verður nýtt um skattir á inntøkur og vinning.
Grein 2
Allýsingar
1. Uttan so, at annað framgongur av samanhanginum, hava hesar orðingar í hesi avtalu tann týdning, sum nevndur er niðanfyri:
a) Orðingin "partur" merkir Isle of Man ella Føroyar, alt eftir samanhanginum; orðingin "partarnir" merkir Isle of Man og Føroyar;
b) Orðingin "Føroyar" merkir føroyskt land- og sjóøki og eitthvørt øki uttanfyri føroyskt sjómark, har Føroyar eftir føroyskari lóggávu og í samsvari við fólkarættin kunnu fremja rættindir til havbotnin, undirgrundina og tilhoyrandi náttúrutilfeingi;
c) orðingin "Isle of Man" merkir oyggin Isle of Man;
d) orðingin "málsráðandi myndugleiki" merkir:
i) í Føroyum, landsstýrimaðurin í fíggjarmálum ella fulltrúi í hansara stað,
ii) á Isle of Man, the Assessor of Income Tax ella hansara umboð.
2. Til eina og hvørja tíð, tá ið annar parturin nýtir hesa avtalu, hevur einhvør málbering, sum ikki er nágreinað her, uttan so at annað stendst av samanhanginum, tann týdning, sum hon hevur um tað mundið í lóggávuni hjá hesum partinum viðvíkjandi teimum skattum, sum avtalan fevnir um, við tað at ein og hvør týdningur í teimum skattalógum, sum verða nýttar í hesum partinum, gongur framum tann týdning, sum málberingin hevur í øðrum lógum, sum verða nýttar í hesum partinum.
Grein 3
Grundreglur fyri tillaging av vinningi í sameindum fyritøkum
1) Um:
a) ein fyritøka í øðrum partinum beinleiðis ella óbeinleiðis tekur lut í leiðsluni av, eftirlitinum við ella kapitalinum í eini fyritøku í hinum partinum, ella
b) teir somu persónarnir beinleiðis ella óbeinleiðis taka lut í leiðsluni av, eftirlitinum við ella kapitalinum í bæði einari fyritøku í øðrum partinum og einari fyritøku í hinum partinum, og tað í øðrum av hesum førunum millum tær báðar fyritøkurnar er avtalað, ella treytir eru ásettar viðvíkjandi teirra handilsliga ella fíggjarliga sambandi, sum víkja frá teimum treytum, sum høvdu verið avtalaðar millum óheftar fyritøkur, kann ein og hvør vinningur, sum hevði tillutast eini av fyritøkunum, um hesar treytir ikki høvdu verið, men sum av hesum treytum ikki er tillutaður hesari, teljast uppí vinningin hjá hesi fyritøku og verða skattaður samsvarandi hesum.
2. Um ein partur sum vinningur í eini fyritøku í hesum partinum telur við - og í tráð við hetta skattar - vinning, sum ein fyritøka í øðrum partinum er skattað av í hinum partinum, og hesin soleiðis íroknaði vinningur er vinningur, sum hevði verið tillutaður fyritøkuni í fyrstnevnda partinum, um treytirnar, sum eru avtalaðar millum báðar fyritøkurnar, høvdu verið tær somu, sum høvdu verið avtalaðar millum óheftar fyritøkur, skal hesin annar parturin gera eina hóskandi tillaging av tí skattaupphædd, sum er roknað av vinninginum har. Við áseting av slíkari tillaging skal atlit verða tikið til hinar ásetingarnar í hesi avtalu.
Grein 4
Vanligar reglur
Um annar parturin ætlar at tillaga vinningin hjá eini fyritøku í tráð við grundreglurnar, sum eru nevndar í grein 3, skal hann í tráð við lóggávu sína í rímiligari tíð boða fyritøkuni frá um tað ætlaða tiltakið og geva henni høvi til at boða hinari fyritøkuni frá, so at henda fær møguleika at boða hinum partinum frá. Tann parturin, sum gevur slíka fráboðan, skal tó ikki verða útihýstur frá at gera umhugsaðu tillagingina.
Grein 5
Mannagongdin, tá ið sínámillum avtalur verða gjørdar
1. Um ein fyritøka heldur, at annar parturin ella báðir partar í einum máli, sum kemur undir hesa avtalu, ger tiltøk, sum hava við sær ella fara at hava við sær tvískatting, kann hon, uttan mun til, hvørji rættarráð eru í innanhýsis lóggávuni hjá tí partinum, leggja sítt mál fyri tann málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har sum hon er heimahoyrandi. Tann málsráðandi myndugleikin skal so uttan dvøl boða tí málsráðandi myndugleikanum í hinum partinum frá.
2. Tann málsráðandi myndugleikin skal, um mótmælið tykist honum grundað, og um hann ikki sjálvur kann koma til eina rímiliga loysn, royna at loysa málið við sínámillum avtalu við tann málsráðandi myndugleikan í hinum partinum við tí ætlan at sleppa undan skatting, sum ikki er í tráð við avtaluna. Ein og hvør avtala, sum er gjørd, skal verða framd uttan mun til, hvørjar tíðarfreistir eru ásettar í partanna innanhýsis lóggávu.
3. Tann málsráðandi myndugleikin hjá pørtunum skal royna við sínámillum avtalu at loysa trupulleikar ella ivaspurningar, sum kunnu koma í viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum kunnu koma í beinleiðis samband hvør við annan við tí ætlan at gera eina avtalu í tráð við frammanfyri nevndu stykkir.
Grein 6
Ígildiskoma
1. Henda avtalan hevur gildi tann tríatiunda dagin eftir tann seinasta av hesum døgum, har sum hvør av pørtunum skrivliga hevur boðað hinum partinum frá, at treytirnar sambært teirra lóggávu eru loknar. Avtalan hevur virknað fyri skattir, sum verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum byrjar tann ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí ári, sum kemur eftir tað árið, har sum avtalan fær gildi.
2. Hóast ásetingarnar í stykki 1 í hesi grein skal avtalan bert verða galdandi, tá ið avtalan, undirskrivað tann 30. oktober 2007 millum Isle of Man og Føroyar um umbýti av upplýsingum í skattamálum, hevur virknað.
Grein 7
Uppsøgn
1. Henda avtala verður í gildi, intil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør av pørtunum kann uppsiga avtaluna við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan eitt álmanakkaár er runnið. Í slíkum føri heldur avtalan uppat at hava virknað fyri skattir, sum verða uppkravdir fyri eitthvørt skattaár, sum byrjar 1. januar ella seinri í tí ári, sum kemur eftir, at seks mánaða tíðarskeiðið er lokið.
2. Hóast ásetingarnar í stykki 1 í hesi grein er avtalan søgd úr gildi, uttan at boð eru givin um uppsøgn, uppsagnardagin fyri avtaluni, undirskrivað tann 30. oktober 2007 millum Isle of Man og Føroyar um umbýti av upplýsingum í skattamálum.
Til staðfestingar hava undirritaðu við fullgóðari heimild skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Oslo, tann 30. oktober 2007, í tveimum eintøkum á enskum.
Fyri Føroya landsstýri:
Magni Laksáfoss
Fyri stjórnina á Isle of Man
Allan Robert Bell