Føroya rættur: dómur frá 4. februar 2013 (BS 333/2012) Vinningsbýti. Feriuíbúð. Ræðisrættur. Brúksrættur. Formodning
Evni: Skatta høvuðspartaeigara, feriuíbúð í útlandinum
Lóg: Kapitalvinningsskattalógin § 1, stk. 2 og skattalógin § 25
TAKS hevur hækkað kapitalvinningsinntøkuna hjá stevnandi fyri árini 2007, 2008 og 2009 við ávikavist kr. 13.876, kr. 89.455 og kr. 82.017. Grundgevingin fyri hækkingini er, at stevnandi sum høvuðspartaeigari í einum felag, sum átti íbúð í útlandinum, skuldi inntøkuføra upphæddina sum “útlutað vinningsbýti” fevnt av § 1, stk. 2 í kapitalvinningsskattalógini.
Stevnandi ger galdandi, at viðkomandi sum høvuðspartaeigari í einum SP/F, bert skal skattast av veruligari nýtslu av feriuíbúð, sum felagið eigur.
TAKS krevur frídøming.
Føroya Rættur kemur til ta niðurstøðu, at sambært orðaljóðinum í § 25 í skattalógini framgongur, at heimild bert er at skatta veruliga nýtslu av fastogn. Tað er einki ivamál um, at stevnandi hevur ræði á bústaðum 26 vikur í ávikavist 2008 og 2009, og er tað tí eisini ein "formodning" um, at ræðisrætturin er nýttur. Virðið av ræðistíðarskeiðum vil tí verða útgangsstøðið fyri tað skattskyldugu inntøkuna, undantikið um stevnandi prógvar ellar sannlíkar, at tað ikki er talan um nýtslu. Føroya Rættur metir ikki, at stevnandi hevur prógvað, at íbúðin ikki hevur verið nýtt í tíðarskeiðnum.
Viðvíkjandi uppgerð av virðinum av fríari feriuíbúð, er eingin áseting hesum viðvíkjandi. Mett verður ikki at danskur praksis viðvíkjandi summarhúsum kann brúkast, men at virði av fríum bústaði í Føroyum eigur at vera nýtt í mun til tal av vikum bústaðurin er nýttur, sum í útgangsstøði svarar til ræðistíðarskeiðið.