Lógin er sett úr gildi
Skriva út

Løgtingslóg nr. 139 frá 29. september 2020 um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroya

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. 1) Áðrenn ella við komu til Føroya skulu ferðandi, sum eru 12 ár ella eldri, í tíðarskeiðnum 1. oktober 2020 til og við 31. august 2021 rinda eitt avgjald á kr. 312,00. Avgjaldið er frítikið fyri meirvirðisgjald. Heimilað er flutningsfyritøkunum ella umboðum teirra at krevja eitt ómaksgjald fyri ómakin.

§ 2. Avgjaldið verður kravt inn av flutningsfyritøkunum ella umboðum teirra. Um ferðaseðilin er seldur, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, setir flutningsfyritøkan seg í samband við tann ferðandi til tess at tryggja, at avgjald verður rindað áðrenn ella við komu til Føroyar.
Stk. 2. Avgjald, ið er innkravt í einum mánaði, skal verða goldið í seinasta lagi 22. í øðrum mánaðinum eftir. Flutningsfyritøkan skal í seinasta lagi 10. í øðrum mánaðinum eftir senda TAKS uppgerð yvir innkravt avgjald avvarðandi mánað.
Stk. 3. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 4. Avgjald og renta, ið eru fallin til gjaldingar, kunnu verða innheintað við panting. TAKS fremur panting fyri avgjøld og rentur, ið eru fallin til gjaldingar eftir hesi løgtingslóg.

§ 3. Er avgjald ikki rindað við komu til Føroyar, krevur TAKS avgjaldið inn, um avgjaldið ikki verður kravt inn sbrt. § 2, stk. 1, 1. pkt.

§ 4. 1) Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2020 og fer úr gildi 1. apríl 2022.
Stk. 2. 1) Um kravið um kanning við komu verður slept áðrenn 1. januar 2022, verður avgjaldstíðarskeiðið, sum er nevnt í § 1, stytt samsvarandi.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu henda broyting verður framd í verki.


Í Tinganesi, 29. september 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 23/2020

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 28 frá 26.03.2021, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 29.03.2021)