Løgtingslóg nr. 52 frá 29. desember 1971 um skattligar avskrivingar v.m. (Avskrivingarlógin)
Klikk á yvirskrift og les á logir.fo.
Eru skjøl knýtt at lógini, verður víst til teirra høgrumegin her á teldu og niðast á telefon.
Klikk á yvirskrift og les á logir.fo.
Eru skjøl knýtt at lógini, verður víst til teirra høgrumegin her á teldu og niðast á telefon.
um avskriving av alibrúkum smb. § 17 a í avskrivingarlógini
Grein 17 a í avskrivingarlógini heimilar, at alibrúk (grótkast v.m.) kunnu verða avskrivaði sum bygningar.
Við alibrúk (grótkast v.m.) í hesum sambandi,er at rokna:
a. Útreiðslur til grótkast á sjónum.
b. Útreiðslur til byrgingar á landi.
c. Útreiðslur til vatnleiðingar.
Hesar útreiðslur skulu ikki takast við í avskrivingargrundarlagið:
a. Útreiðslur til vegagerð.
b. Útreiðslur til planering og annað jørðarbeiði.
c. Útreiðslur til inngirðing av øki.
Eystari landsrættur: dómur frá 9. november 2016. Virksemi frámeldað. Noktað frádrátt. Avskrivingar. Fyrning
Undanfarin rættur: Føroya rættur, dómur frá 11. februar 2015 (BS 1179/2012)
Evni: Noktað frádrátt fyri útreiðslur, tá virksemi er hildið uppat. Avskrivingar.
Lóg: Lóg um toll- og skattafyrisiting § 25a, stk. 2, avskrivingarlógin § 31a og skattalógin § 31.
TAKS hevur noktað frádrátt fyri útreiðslur, tá einki virksemi er, umframt at virksemi er frámeldað. Víst verður til § 31 í skattalógini.
Stevnandi ger galdandi, at hann hevur rætt til frádrátt í inntøkuárinum 2009, í øðrum lagi at hann hevur rætt til frádrátt í 2008. Um hetta verður noktað hevur stevnandi gjørt galdandi, at hann hevur rætt til frádrátt.
TAKS krevur frídøming.
Føroya Rættur kemur til tað niðurstøðu, at tá innbúgv, maskinur og innrætting ikki hevur verið í vinnuligari nýtslu hjá stevnandi síðani 2007, kann frádráttur fyri tap ikki veitast fyri seinni ár.
Landsrætturin staðfestur sjónarmiðið hjá Føroya Rætti, um at frádráttur ikki verður veittur fyri avskrivingar í inntøkuárinum 2009, tá virksemið varð steðga í 2007. Viðvíkjandi 2007 og 2008, kann sjónarmiðið hjá stevnandi ikki verða gingið á møti, longu tí talan er um fyrning av uppafturtøku vísandi til § 25a, stk. 2 í lóg um toll- og skattafyrisiting.
Landsrætturin staðfestir dómin í Føroya Rætti.