Løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Mvg-lógin)
Klikk á yvirskrift og les á logir.fo.
Eru skjøl knýtt at lógini, verður víst til teirra høgrumegin her á teldu og niðast á telefon.
Klikk á yvirskrift og les á logir.fo.
Eru skjøl knýtt at lógini, verður víst til teirra høgrumegin her á teldu og niðast á telefon.
um meirvirðisgjald av fólkaflutningi
Broyting av siðvenju í samband við fólkaflutning, ið ikki hevur heimild í meirvirðisgjaldslógini
Sambært § 2, stk. 3, litra f í meirvirðisgjaldslógini eru tænastur í samband við fólkaflutning og flutning av akførum við skipum hjá Strandferðsluni innanoyggja, undantiknar meirvirðisgjaldi.
Sambært viðmerkingunum til meirvirðisgjaldslógina merkir hetta, at allur fólkaflutningur – við bussi, ferju, hýruvogni o.t. – verður hildin uttan fyri avgjaldsskyldu. Hetta skal skiljast á tann hátt, at tað bert er flutningurin av ávíkavist fólki og akførum, sum er undantikin sambært § 2, stk. 3, litra f í meirvirðisgjaldslógini.
Henda reglan hevur, síðani meirvirðisgjaldslógin kom í gildi, verið tulkað og umsitin á tann hátt, at allur flutningur hevur verið meirvirðisgjaldsfríður. Munur hevur sostatt ikki verið gjørdur á, um tann, ið flytur fólkini, sjálvur rekur ferðafólkaflutning, ella um viðkomandi sjálvur útleigar bus við førara sum eina umbidna tænastu fyri tann, ið veruliga rekur ferðafólkaflutning.
Siðvenja av hesari tulking hevur sostatt ført við sær, at virkir, ið útleiga bussar til ferðafólka–flutning, eisini hava verið undantikin meirvirðisgjaldi av útleiguni av bussunum. Henda siðvenja hevur ikki verið heimilað í lógini, og tað er einki í viðmerkingunum til lógina, ið heimilar ella sum stuðlar, at reglan skal verða tulkað so víðkandi, at útleigan av ávíkavist bussum og øðrum tílíkum tænastum, sum hava samband við fólkaflutning, skulu koma undir frítøkuna.
Siðvenja verður tí broytt soleiðis, at hon samsvarar við orðingina og viðmerkingarnar í § 2, stk. 3, litra f í meirvirðisgjaldslógini.
Hetta rundskriv kemur í gildi frá 1. januar 2001.
Rundskrivið førir við sær, at flestu privatu busseigarar skulu meirvirðisgjaldsskrásetast frá 1. januar 2001.
Argir, 25. september 2000
Óli Heinesen
stjóri
/ Beinta Festirstein
deildarleiðari
Fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á
meirvirðisgjaldslógina
Við heimild í § 34 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum (hereftir nevnd Meirvirðisgjaldslógin) hevur Toll– og Skattstsova Føroya ásett hesar reglur um fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á meirvirðisgjaldslógina, § 33.
A. Alment
Brot á reglur í meirvirðisgjaldslógini er revsivert eftir § 33, um hetta er framt við vilja ella av stórum ósketni. Minni ósketni verður ikki revsað.
Toll– og Skattstova Føroya hevur próvbyrðuna fyri, at revsivert brot er framt. Ein og hvør grundaður ivi skal koma hinum avgjaldsskylduga til góðar. Er grundaður ivi, um brot er framt, eigur sektarkrav ikki at verða sett fram.
Er ivi, um brotið er gjørt við vilja ella gjørt av stórum ósketni, skal avgjaldsskyldugi á sama hátt hava fyrimun av hesum iva, soleiðis at sektarkrav bert verður gjørt galdandi eftir reglunum um stórt ósketnið.
B. Vanligar sektir
Fyri lógarbrot á Meirvirðisgjaldslógina verður gjørt fyrisitingarligt sektaruppskot, undantikið í teimum førum tá málið skal latast ákæruvaldinum.
Øll lógarbrot, ið hava við sær, at avgjaldsskyldugi hevur sloppið sær undan at gjalda meirvirðisgjald sambært lógini, eru fevnd av hesum rundskrivi og verða bólkað soleiðis:
Lógarbrot framt við vilja
Avgjald til og við kr. 30.000: 1 x avgjaldsmunin
Avgjald kr. 30.000 – 100.000: 30.000 + (2 x avgjaldsmunin omanfyri 30.000)
Avgjald yvir kr. 100.000: málið verður latið ákæruvaldinum
Lógarbrot framt av stórum ósketni
Avgjald til og við kr. 30.000: ½ x avgjaldsmunin
Avgjald yvir kr. 30.000: (½ x 30.000) + (1 x avgjaldsmunin omanfyri 30.000)
(Allar upphæddir eru í krónum.
Desimalar verða altíð niðurrundaðir til heilar krónur)
C. Roynd at sleppa sær undan
Við roynd verður sektin helmingurin av teimum undir B nevndu upphæddunum fyri lógarbrot. Roynd treytar, at lógarbrotið er framt við vilja.
Roynd kemur sjáldan fyri í brotum á meirvirðisgjaldslógina, av tí at lógarbrotið vanliga longu er framt (t.d. at uppgerðin er innlatin). Eitt dømi um roynd er, at søla við vilja ikki er bókað (inntøkuførd) fyri avgjaldstíðarskeiðið, áðrenn freistin fyri innlatan av uppgerðini er farin.
D. Medvirkan í lógarbroti
Fyri medvirkan verður sektin helmingurin av teimum upphæddum, ið eru nevndar undir B fyri lógarbrot.
Grannskoðarar og aðrir ráðgevarar ("ráðgevarasektir") verða ikki sektaðir við faldingarsektum, tó verður hædd tikin fyri støddini á tí upphædd, ið avgjaldsskyldugi hevur sloppið sær undan at gjalda ella ikki hevur givið upp til avrokningar v.m. Álagda sektin eigur vanliga ikki at vera minni enn kr. 5.000.
E. Endurtøka
Verður aftur framt brot á Meirvirðisgjaldslógina, áðrenn 5 ár eru farin, frá tí degi viðkomandi varð revsaður fyri brot á reglurnar í Meirvirðisgjaldslógini, verður vanlig sekt hækkað við 25%.
F. Runding av sektum
Rundað niður til
Støddin á sektini í kr.: | tal býtisført við: |
frá 1.000 til 2.999 | 100 |
frá 3.000 til 9.999 | 500 |
frá 10.000 til 19.999 | 1.000 |
frá 20.000 til 99.999 | 5.000 |
frá 100.000 til 199.999 | 10.000 |
frá 200.000 | 25.000 |
G. Ávaring
Er brot framt við vilja, og samlaði avgjaldsmunurin er minni enn kr. 5.000, ella í teimum førum har talan er um stórt ósketnið, og samlaði avgjaldsmunurin er minni enn kr. 10.000, verður málið avgreitt við einari fráboðan til tann avgjaldsskylduga um, at komið er fram á lógarbrot, men at eftir umstøðunum verður ikki gjørt meira við málið. Verður lógarbrot aftur framt, kann tann avgjaldsskyldugi eisini ábyrgjast fyri áður framt lógarbrot, ið bert ávaring varð givin fyri.
Farið verður fram á sama hátt, um mett verður, at revsiábyrgd annars ikki eigur at verða gjørd galdandi.
H. Eykabót
Í teimum málum har fongsulsrevsing verður væntað, verður ákæruvaldið, sum høvuðsregla, biðið um at krevja eykabót sambært § 50, stk. 2 í revsilógini. Bótin verður 0,5 x avgjaldsupphæddina, ið avgjaldsskyldugi við vilja hevur sloppið sær undan. Tó bert 0,25 x avgjaldsupphæddina við roynd, tað merkir, tá ið roynt er at sleppa sær undan avgjaldi eftir Meirvirðisgjaldslógini.
Í teimum førum fongsulsrevsing ikki verður væntað, men nýtsla er gjørd av følskum skjølum í sambandi við lógarbrotið, ella í teimum førum, talan er um onnur brot á revsilógina, verða nevndu satsir fyri eykabót nýttir í teimum førum, ákæruvaldið setur fram krav um treytaleysa fongsulsrevsing.
Setur ákæruvaldið krav fram um treytaða fongsulsrevsing, skal eykabótin ásetast til 1 x avgjaldsupphæddina, ið avgjaldsskyldugi hevur sloppið sær undan.
I. Lækking og hækking av sektum
Almenni parturin í revsilógini er galdandi í viðgerðini av fyrisitingarligum sektarmálum eftir meirvirðisgjaldslógini.
Tá ið sekt verður at áseta, verða niðanfyri nevndu lækkingar– og hækkingartreytir tiknar við í metingina:
–gjaldsevnið hjá avgjaldsskylduga eftir § 51, stk. 3, jbr. § 80, stk. 1 í revsilógini
–grovleikin í framda lógarbroti, upplýsingar um viðkomandi (hansara vanligu persónligu og sosialu viðurskifti, hartil hansara viðurskifti áðrenn og aftan á framda lógarbrotið) eins og hansara orsøk til at fremja lógarbrotið, § 80, stk. 1 í revsilógini.
Heruppí kemur t.d. ungur aldur, § 84, stk. 1, nr. 2, jbr. stk. 2 í revsilógini, og høgur aldur, sbr. eisini niðanfyri undir J. Fyri viðkomandi kann útbúgving, roknskaparligt innlit, eins og hansara sosiala støða eisini verða tikin við í metingina.
–at avgjaldsskyldugi hevur framt lógarbrotið í umberandi fákunnu um ella umberandi misskiljing av lógarreglum, sum banna ella áleggja framferðarháttin, § 84, stk. 1, nr. 3, jbr. stk. 2 í revsilógini.
–at avgjaldsskyldugi, eftir at tann revsiverda framferðin er framd, til fulnar hevur endurbøtt tann við lógarbrotinum framda skaða, § 84, stk. 1, nr. 7 í revsilógini.
Ásetingin kann serliga hava týdning viðvíkjandi umskaringarmuni, har munurin aftaná er inntøkuførdur.
–at tann avgjaldsskyldugi annars sjálvboðin hevur lagt doyðin á at fyribyrgja, at gerðin verður framd í verki, ella at endurbøta tann við lógarbrotinum framda skaða, § 84, stk. 1, nr. 8 í revsilógini.
Henda áseting kann serliga hava týdning viðvíkjandi umskaringarmuni, tá munurin aftaná lutvíst er inntøkuførdur.
–at tann avgjaldsskyldugi hevur meldað seg sjálvan og til fulnar hevur játtað (sjálvboðin fráboðan), § 84, stk. 1, nr. 9 í revsilógini.
Umframt av frammanfyri nevndu orsøkum kann sektin verða lækkað, um so er at:
–munurin er lættur at staðfesta.
Sektin kann vanliga lækkað við 1/3
–talan er um gomul viðurskifti.
Sektin verður vanliga lækkað niður í helvt, tá ið øll lógarbrotini eru eldri enn 5 ár.
–tann avgjaldsskyldugi hevur virkað fyri at fáa málið loyst.
Linnandi umstøður annars
Ráðgevara/grannskoðaramistøk
Í málum har mistøk eru framd av ráðgevara, verður eftir ítøkiligari meting mett um, hvussu ábyrgdin skal lutast millum avgjaldsskylduga og ráðgevan.
Hevur ráðgevin framt mistøk í avgerandi mun, er ofta hvørki grundarlag fyri at staðfesta tilætlað ráð ella stórt ósketni hjá avgjaldsskylduga. Skuldi hetta kortini verið so, verður tann vanliga sektin lækkað í tann mun, ábyrgdin av mistakinum kann staðfestast hjá ráðgevanum. Sektin kann tá býtast í 1/2, 1/3 ella 1/4 av vanligu sektini.
Einstøk dømi við skeivari negativari avrokning
Í tí føri tá avgjaldsskyldugi fyri eitt avrokningartíðarskeið hevur latið inn skeiva negativa uppgerð, og feilurin verður mettur sum stórt ósketni, verður álagda sektin ásett til helvtina av vanligari sekt, treytað av at talan er um lutfalsliga lítla upphædd.
Einstøk dømi við avgjaldsmuni
Hugsað verður bæði um viðurskifti, ið fevna um roknskap og fatan av viðurskiftunum, har álagda sektin kann verða lækkað til helvtina av vanligari sekt eftir viðurskiftunum, treytað av at talan er um lutfalsliga lítla upphædd.
Feilir til fyrimunar fyri tann avgjaldsskylduga
Í málum viðvíkjandi avgjaldsmunum kann verða komið fram á feilir, ið eru til fyrimunar fyri avjgaldsskylduga (t.d. keypsfakturar ikki tiknir við í inngangandi meirvirðisgjaldið) skal sektin roknast sambært niðanfyri nevndu reglum:
1.Brot framt av stórum ósketni.
Sektin verður roknað av saldo, tað merkir, at inngangandi meirvirðisgjald verður mótroknað av avgjaldsmuninum, áðrenn sektin verður roknað.
2.Brot framt við vilja.
Inngangandi meirvirðisgjald verður ikki mótroknað í avgjaldsmuninum, tá ið sektin verður roknað.
Kredit av órøttum
Her verður hugsað um, at tá virki broyta sín uppgerðarhátt, t.d. frá fakturering til gjalding og aftur til fakturering.
Er lógarbrotið framt av grovum ósketni, verður sektin hækkað til 1/10 av avgjaldsmuninum, ið ikki er uppgivin í tí løtu, eftirlit fer fram. Við vilja verður sektin 1/5 av avgjaldsmuninum.
Skerpandi umstøður annars
Eingin avrokning (mett áseting), eingin roknskapur
Innleiðandi verður at staðfesta, at í teimum førum talan er um manglandi uppgerð og fyribils ásetingar, verður slíkt ikki at skilja sum mál, ið hevur við sær, at viðkomandi sleppur sær undan avgjaldi, hetta hóast skeiva mannagongdin hjá avgjaldsskylduga skal steðgast, t.d. við at nýta stytt avgjaldstíðarskeið ella við at krevja veitan av trygd.
Um so er, at fyribils ásetingar vísa seg at vera munandi lægri enn tað veruliga avgjaldið, og tað kann staðfestast, at tað er við vilja, kann verða talan um harðari revsing sambært § 33, stk. 3 í Meirvirðisgjaldslógini.
Serliga stórur munur millum avroknað avgjald og veruligt avgjald
Um so er, at talan er um serliga stóran mun millum avroknaða avgjaldið og tað veruliga avgjaldið, soleiðis at avroknaða avgjaldið er munandi minni, kunnu umstøðurnar benda á, at brotið skal lýsast sum brot framt við vilja.
Stórt óskil í roknskapinum
Er talan, umframt brot á Meirvirðisgjaldslógina, um stórt óskil í roknskapinum, tvs. førdi roknskapurin er rættiliga ófullfíggjaður samstundis, sum skjøl í minni mun eru goymd, mangla o.s.fr., kann málið eftir einari heildarmeting viðgerast sum stórt ósketnið.
Tvørrandi vilji at rætta seg eftir reglum og leiðbeiningum
Her verður hugsað um, at virki áður hevur fingið sekt, og talan er um sama brot, somuleiðis um so er, at virkið áður hevur fingið vegleiðing og boð um at fáa í rættlag ymisk viðurskifti, uttan at fylgja boðum ella lógarreglum, v.m. Málið kann í slíkum føri eftir umstøðunum viðgerast sum stórt ósketnið.
Vantandi skráseting av sølu v.m.
Niðanfyri nevndu dømi verða vanliga viðgjørd sum stórt ósketnið:
–Smáar upphæddir ikki tiknar við í útgangandi meirvirðisgjald
–Privatar útreiðslur eru í minni mun tiknar við í inngangandi meirvirðisgjald
–Kreditnotur frá leverandørum eru ikki bókaðar
–Ikki loyvdur frádráttur tikin við í inngangandi meirvirðisgjald
Um so er, at hesi viðurskifti kunnu staðfestast at vera framd við vilja, og upphæddirnar eru smáar, verður málið altíð viðgjørt, eins og um talan var um stórt ósketnið.
J. Dómstólaviðgerð
Er lógarbrotið framt við vilja, og tann avgjaldsupphædd, sum avgjaldsskyldugi hevur sloppið sær undan, tilsamans er meira enn kr. 100.000, kann málið ikki verða avgjørt fyrisitingarliga, men skal latast ákæruvaldinum til viðgerðar.
Er viðkomandi fyltur 70 ár, tá avgerð verður tikin í málinum, ella tað vegna sjúku eftir øllum at døma er líkt til, at ein møgulig fongsulsrevsing ikki kann verða sitin, kann málið tó verða avgjørt fyrisitingarliga við eini sekt svarandi til tvær ferðir tað avgjald, sum avgjaldsskyldugi hevur sloppið sær undan.
Hetta rundskriv kemur í gildi tann dag, tað er dagfest, og samstundis fer úr gildi rundskriv nr. 4/1998 frá 20. oktober 1998 um fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á meirvirðisgjaldslógina.
Tórshavn, 12. mars 1999
TOLL– OG SKATTSTOVA FØROYA, STÝRIÐ
Óli Heinesen / Eyðfinnur Jacobsen
stjóri / deildarstjóri
Revsireglur í mvg–málum
1. Generelt
Tað er revsivert við vilja ella av stórum ósketni at bróta mvg–lógina og kunngerðirnar, ið hava heimild í mvg–lógini.
Tann, ið fremur slíkt brot, kann revsast við bót. Um brotið er framt við tí fyri eyga at sleppa sær undan at gjalda meirvirðisgjald til landskassan, kann revsingin hækka til hefti ella fongsul upp til 2 ár.
Um lógarbrotið er framt av partafeløgum, lutafeløgum ella tílíkum, kann sektarábyrgd verða áløgd felagnum.
2. Tær materiellu revsireglurnar
Tær materiellu revsireglurnar í meirvirðisgjaldslógini eru fyri ein part orðaðar generelt í § 33, stk. 1. litra a, og stk. 2, sum verður brúkt, tá ið tað innan fyri ásetingarnar í lógini verða givnar skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella upplýsingar ikki verða givnar. Undir hesa áseting kemur m.a. undandráttur frá at gjalda meirvirðisgjald sum fylgja av skeivum mvg–uppgerðum.
Fyri ein part eru revsireglurnar tó orðaðar soleiðis, at tað heilt neyvt er ásett, hvørji onnur brot eru revsiverdug, jbr. § 33, stk. 1, litra b, c og d, sum nevnt niðanfyri.
2.1. § 33, stk. 1, litra b
mark 5, stk. 1
Skylda at fráboða virki sítt til skrásetingar hjá Toll– og Skattstovu Føroya.
mark 5, stk. 2, 1. punktum
Um viðkomandi hevur fleiri virki, hevur hann skyldu at skráseta tey undir einum, uttan so at roknskapur verður førdur fyri hvørt virki sær.
mark 5, stk. 5
Skylda at fráboða virki til skrásetingar í seinasta lagi 8 dagar, áðrenn virksemi byrjar. Skylda at fráboða broytingar í ánaraviðurskiftum, leiðsluábyrgd ella staði, áðrenn 8 dagar eftir at broytingin er farin fram.
mark 10, stk. 3
Ikki er loyvt at nevna avgjaldsupphædd ella nakað annað í sambandi við sølu av brúktum persónmotorakførum, tá ið avgjaldið verður roknað sambært § 10, stk. 1 ella § 10, stk. 2.
mark 12, stk. 6, 2. punktum
Virki skal innan 8 dagar eftir avhending geva Toll– og Skattstova Føroya fráboðan um navn og bústað hjá nýggja handhavanum og um søluprísin á vørugoymslu, maskinum og øðrum raksrargøgnum, ið verða avhendað.
mark 13, stk. 4, 2. punktum
Skyldu at skriva faktura í sambandi við útflýggjan av vørum í umboðssølu ella søluumboði.
mark 17, stk. 1
Krøv um innihald á faktura í sambandi við sølu av vørum og tænastum.
mark 17, stk. 2
Skyldu at útflýggja kreditnotu í sambandi við m.a. aftursending av vørum.
mark 17, stk. 5
Tvítøk av fakturum og kreditnotum og móttikin avrokningarskjøl skulu goymast av lataranum.
mark 17, stk. 6
Fevnir ein fakturi (avrokningarskjal) bæði um avgjaldsskyldugar og avgjaldsfríar latingar, skal tað vera skilligt á fakturanum, hvørjar latingar eru avgjaldsskyldugar. Tílíkar latingar skulu tilskilast hvør sær við serstakari samanteljing.
mark 17, stk. 9
Virki, ið ikki eru skrásett, mugu ikki tilskila avgjaldsupphæddina á faktura ella á annan hátt tilskila, at avgjald er roknað við í upphæddina á fakturanum. Um hetta verður gjørt, skal móttikna avgjaldið afturrindast.
mark 17, stk. 11
Við prístilskilan fyri vørur og avgjaldsskyldugar tænastur skal týðiliga gerast var við, at avgjald sambært hesi lóg ikki er roknað við í prísin.
mark 18, stk. 3
Skylda at føra mvg–roknskap í einum serligum roknskaparhefti, sum verður útflýggjað av Toll– og Skattstova Føroya, um virki ikki førir vanligar handilsbøkur sambært § 18, stk. 1 og 2.
mark 19
Skylda at goyma roknskapartilfarið í 5 ár eftir endan á roknskaparárinum. Og skylda til eina ferð um árið eat gera uppgerð yvir viðrið á goymsluni.
mark 20, stk. 1
Skrásett virki skulu seinast 1 mánaða og 10 dagar aftaná endan á hvørjum avgjaldstíðarskeiði boða Toll– og Skattstova Føroya frá støddini á útgangandi og inngangandi avgjaldinum.
mark 29, stk. 2
Skylda at veita Toll– og Skattstova Føroya neyðuga vegleiðing og hjálp í sambandi við eftirlit.
mark 29, stk. 3
Skylda at lata ella senda roknskapartilfar o.a. til Toll– og Skattstovu Føroya.
mark 30, stk. 1
Skylda til, eftir áheitan, at geva Toll– og Skattstova Føroya upplýsingar um latingar til skrásetingarskyldug virki.
mark 30, stk. 2
Skylda at geva Toll– og Skattstova Føroya upplýsingar um keyp av vørum og tænastum til virki.
mark 30, stk. 3
Peningastovnar, herímillum postgivostovan og advokatar og onnur, ið taka ímóti miðlum til umsiting ella sum vinnuliga læna pening, skulu eftir áheitan geva Toll– og Skattstova Føroya eina og hvørja upplýsing um teirra buskaparligu viðurskifti við navnfest skrásetingarskyldugt virki.
2.2. § 33, stk. 1, litra c
Letur vera við at gera sum ásett í hesum reglum:
mark 3, stk. 2
um avgjaldsskyldu fyri vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, sum eru framleiddar ella gjørdar til egna nýtslu. Letur vera við at gera sum ásett í § 9, stk. 1 um ásetan av einum roknaðum søluprísi, tá ið tað eru felags áhugamál millum lataran og móttakaran av vørum og tænastum.
mark 33, stk. 1 litra d
Ikki fylgir treytunum sambært § 2, stk. 4 og 5 fyri undantøku av avgjaldskylduni, og treytirnar fyri játttan av meirvirðisgjaldsfrítøku fyri tænastur, sum verða gjørdar fyri útlendska rokning.
mark 33, stk. 2
Í fyriskipanum (kunngerðum) sambært hesi lóg kann revsing við b´9t áleggjast tí, sum við vilja ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í kunngerðunum. Talan er um m.a. hesar kunngerðir:
Tann, sum fremur eitt av nevndu brotum við vilja, hetta fyri at fáa utgoldið úr landskassanum sambært § 24, verður revsaður við bót, hefti ella fongsul upp til 2 ár.
Í serliga grovum brotum á meirvriðisgjaldslógina kann talan harumframt verða um, at ákæra verður reist eftir § 279 í revsilógini (fíggjarsvik).
Fyri lógarbrot, sum verða framd av partafeløgum, lutafeløgum ella tílíkum, kann sektarábyrgd verða áløgd felagnum sum so.
Dagfest mars 1999
Lógardeildin
um meirvirðisgjald hjá kommununumum
Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum við kunngerð nr. 25 frá 19. februar 2003 ásett, hvussu meirvirðisgjald hjá kommunum skal fyrisitast.
Kunngerðin fevnir um kommunur, kommunal virki og stovnar.
Somu meginreglur eru galdandi fyri umsiting av hesi kunngerð, sum fyri umsiting av allari mvg-skipanini. Hetta skal alla tíðina havast fyri eyga. Hetta førir so við sær, at kommunal virki og stovnar kunnu sundurgreinast í 3 bólkar:
1. Kommunalt virksemi
Her er talan um tað virksemi hjá kommununi, sum ikki hevur nakað vinnuligt endamál, og er soleiðis háttað, at tað reelt ikki er í kapping við onnur.
Hetta virksemi er aloftast nevnt í § 2, 3. stk. í mvg-lógini, sum m.a. umfatar:
T.d. eru kommunalir skúlatannlæknar í hesum bólkinum. Virksemið hjá teimum hevur ikki vinnuligt endamál, men viðvíkur bert tí almennu heilsurøktini. Hetta er ein útreiðsla hjá kommununi, og eingin fíggjarligur vinningur stendst av hesum.
2. Blandað virksemi
Her er talan um stovnar hjá kommununi, sum bæði reka vinnuligt og kommunalt virksemi. Hesum viðvíkjandi er reglugerð um blandaða nýtslu í kunngerð nr. 35 frá 20. mars 2000 um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirvirðisgjald og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum. Sum dømi kann nevnast, framleiðing av asfalti og skervi, har ein partur av framleiddu vøruni verður brúktur av kommununi sjálvari, og ein partur verður seldur til onnur.
3. Vinnuligt virksemi
Her verður hugsað um virksemi, sum er 100% vinnuligt, og hetta virksemi hevur ongan fyrimun av at koma undir omanfyri nevndu skipan. Umframt hetta eru virkir skrásetingarskyldug, sambært § 5 í lógini um meirvirðisgjald, um tey hav eina árliga sølu av vørum og tænastum, ið er 20.000 kr. ella meira.
Ymiskt annað
Toll- og Skattstova Føroya hevði kunnandi fund við kommunufelagið hin 20. mai 1993, viðvíkjandi omanfyri nevndu mannagongd.
Ymiskir spurningar vóru viðgjørdir, og her eru so teir mest umráðandi.
Hetta rundskriv kemur í gildi tann dag, tað er dagfest, og samstundis fer úr gildi rundskriv nr. 13/1994 um meirvirðisgjald hjá kommunum.
27. mai 2005
TOLL- OG SKATTSTOVA FØROYA, STÝRIÐ
Óli Heinesen / Birta Biskopstø
Avgjald á innflutningi jbr. § 27 stk. 4 í mvg-lógini
Undir 20 GT
Stuttleikafør og aðrir bátar, sum eru undir 20 GT, skulu gjalda 25% í innflutnings-mvg.
20 GT og meira
Stuttleikafør, sum eru 20 GT ella meira, skulu gjalda innflutnings-mvg.
Skip og bátar, sum ikki eru stuttleikafør, kunnu innflytast uttan at skula gjalda innflutnings-mvg.
Fyri at kunna skilja ímillum, um ein bátur er stuttleikafar, fiskibátur ella annað, verður skrásetingarskjalið frá Skipaskránni (Føroya Skipaskráseting) brúkt at styðja seg til. Í skjalinum er ásett, um báturin er stuttleikafar ella t.d. fiskibátur. Er hann skrásettur sum stuttleikafar, skal hann gjalda innflutnings-mvg. Er hann skrásettur sum t.d. fiskifar, skal hann ikki gjalda innflutnings-mvg, um hann verður vinnuliga rikin.
Altjóða málibræv
Í málibrævinum fyri farið er ásett, um tað er undir ella yvir 20 GT. Uppmátingin av farinum skal verða gjørd á føroyskum ella donskum málibrævi ella tjóðskaparbrævi.
Tollavgjald
Tollurin á bátum er 0%.
Manglandi skjøl ella upplýsingar
Hevur innflytarin ikki skjøl, sum vísa støddina á farinum, og hvussu tað er skrásett, skal innflytarin gjalda innflutnings-mvg. Sama ger seg galdandi, um innflytarin ikki kann prógva ella á annan hátt sanna, at farið verður vinnuliga rikið.
Rundskrivið kemur í gildi 12. apríl 2023 og samstundis fer rundskriv nr. 1 frá 13. februar 2013 úr gildi.
TAKS
Tórshavn, 12. apríl 2023
Eyðun Mørkøre, stjóri
Birta Biskopstø, deildarstjóri
nær útlendsk virkir skulu mvg-skrásetast
Útlendsk virkir kunnu einans vera skrásett fyri mvg-skyldu í Føroyum, um tey lúka treytirnar fyri skráseting í § 5 ella § 28 í mvg-lógini. Útlendsk virkir skulu ikki uttan víðari skrásetast frá fyrsta degi í Føroyum.
§ 5, krevur skráseting av útlendskum virkjum um tey lúka treytirnar í mvg-lógini § 3 og 4.
Tískil skal ein málsviðgerð av virkinum fara fram eftir hesum greinum. Serliga er tað § 3, stk. 1, litra a, ið ger, at útlendsk virkir IKKI kunnu skrásetast í Føroyum. Kravið í § 3, stk. 1, litra a, er, at útlendsk virkir hava fastan rakstrarstað í Føroyum, tvs., reka sjálvstøðugt vinnuvirki í Føroyum. Sum dømi kann nevnast, at ein donsk byggifyritøka, ið kemur til Føroya at byggja (undirentreprenør), IKKI skal skrásetast fyri mvg-skyldu, UM virksemið hjá fyritøkuni verður skipað í Danmark, t.e. leiðsla, stjórn, skrivstova o.s.fr. Um tað er virksemið í Danmark, sum bindur fyritøkuna til eina avtalu hevur fyritøkan ikki sjálvstøðugt vinnuvirki í Føroyum. Í hesum førinum, kunnu Føroyar ikki krevja skráseting eftir § 5 (umboð), tí virkið ikki hevur fastan rakstrarstað í Føroyum.
Fast rakstrarstað er oftani tað staðið, ið seljarin fysiskt hevur sítt virksemi, t.e., handil, kontór, filial, fabrik, verkstað ella onnur søla, har fyritøkan heilt ella partvíst rekur sítt virksemi. Ein postadressa er ikki nóg mikið til at staðfesta fastan rakstrarstað. Tað er út frá eini samlaðari meting, at fastur rakstrarstaður kann staðfestast, og vera somu atlit, sum vera nýtt í skattarættinum, nýtt til at staðfesta fastan rakstarstað eftir § 3, stk. 1, litra a.
Øvugt kann nevnast, at ein persónur, sum býr uttanlands og sum hevur handil her á landi, ikki nýtist at skrásetast við umboði her á landi, tí bara tað, at handilin verður rikin her á landi, er nóg mikið til staðfesta fastan rakstarstað her á landi. Tað merkir, at handilin skal mvg-skrásetast frá fyrsta degi.
Avgerð tikin av Skatta- og avgjaldskærunevndini 1. desember 2004, sum staðfestir, at kravið í § 3, stk. 1, litra a, skal vera lokið, fyri at kunna skráseta útlendsk virki. Nevniliga, at Toll- og skattstova Føroya ikki kann krevja mvg-skráseting við umboði eftir § 5, um útlendska virkið ikki rekur sjálvstøðugt vinnuvirki í Føroyum.
Ein avleiðing av hesið avgerð er nýggja orðingin í § 28 í mvg-lógini.
§ 28, er undantak til kravið um fastan rakstrarstað í § 5 og § 3, stk. 1, litra a.
§ 28, inniber, at útlendsk virkir, ið veita tænasturnar, ið standa í § 28, stk. 2, nr. 1-13 skulu sum meginregla skrásetast í Føroyum, um tey lúka treytirnar í § 28, stk. 1, sí vegleiðing til § 28.
Tað er einans tær tænasturnar, ið nevndar eru í nr. 1-13, sum útlendsk virkir kunnu vera skrásett fyri í Føroyum. Alt, sum ikki er ein vøra, verður rokna, sum ein tænasta, t.m., at hugtakið tænasta skal fortolkast sera breitt.
Undantakið til skráseting eftir § 28, er, um tænastan verður veitt til skrásett virkir í Føroyum. Sum dømi kann nevnast, at um høvuðsentreprenørur er føroyskt virki, sum er skrásett og hetta virkið ger avtalu við danskt felag í Danmark, um at veita eina tænastu í Føroyum, eitt nú umvæling av fastari ogn, so skal hetta danska felagið ikki mvg-skrásetast í Føroyum, sí § 28, stk. 3 og § 28, stk. 2, nr. 8.