Løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992
um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
§ 1. 2) 11) Fyri motorakfør v.m., sum eru skrásetingarskyldug eftir ferðslulógini, verður ásett eitt skrásetingargjald, sum er eitt virðisgjald.
Stk. 2. Afturat skrásetingargjaldinum verður rindað eitt eykagjald, sum er 25% av skrásetingargjaldinum. Meirvirðisgjaldsskrásett virkir, sum í síni heild hava rætt til frádrátt eftir meirvirðisgjaldslógávuni, kunnu eftir umsókn fáa eykagjaldið endurrindað.
Stk. 3. Gjøldini, sum nevnd eru í stk. 1 og 2, verða at rinda í landskassan, samstundis sum akfarið verður skrásett.
§ 2. 2) 3) 5) Tað avgjaldsskylduga virðið á einum motorakfari við allari vanligari útgerð og trygdarútgerð, er tollskylduga virðið við innflutning til landið (CIF-virðið føroyska havn). Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvat kemur undir vanliga útgerð og trygdarútgerð, og at CIF-virðið kann verða hækkað við peningaupphædd, sum svarar til kostnaðin fyri vanliga útgerð og trygdarútgerð til akfør, um so er, at akfarið ikki hevur slíka útgerð, tá tað verður skrásett.
2. stk. Fyri innflutt akfør, ið hava verið á goymslu her á landi í meira enn eitt ár, verður avgjaldsskylduga virðið lækka við 10% fyri hvørt byrjað ár, tó ongantíð meira enn 30%.
§ 3. 2) 5) Persónvognar.
Av avgjaldsskyldugum virði til og við 70.000 kr. er avgjaldið 50%, tó ongantíð minni enn 10.000 kr. Av avgjaldsskyldugum virði uppá 70.000 kr. er avgjaldið 35.000 og 75 % av virðinum yvir 70.000 kr.
§ 4. 2) 5) Fyri hýru- ella skúlavognar er einki avgjald.
2. stk. 10) Fyri at skráseta akfar sum hýru- ella skúlavogn, krevst loyvi frá Bileftirlitinum.
3. stk. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur um koyrdar kilometrar, kravda minstu inntøku av koyring, umskráseting, førslu av koyribók, kravda nýtslu av taksametri o.a., sum skjalprógv fyri, at akfarið verður nýtt sum hýru- ella skúlavognur.
4. stk. Verður hýru- ella skúlavognur skrásettur sum persónvognur áðrenn 4 ár (48 mánaðir) eru gingin frá skrásetingini sum hýru- ella skúlavognur, verður skrásetingargjald fyri persónvognar goldið, sbr. § 3, lutfalsliga svarandi til tíðina, sum restar teir 48 mánaðirnar.
5. stk. Verður hýru- ella skúlavognur seldur til sama vinnuliga endamál, skal keyparin hava loyvi sambært stk. 2.
6. stk. 12) Ásetingarnar í stk 1-5 galda samsvarandi fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3, sum verða nýttar til skúlakoyring.
§ 5. 2) 5) Fyri vøruvognar av skapi og merki sum persónvognar er avgjaldið 30% av avgjaldsskylduga virðinum.
2. stk. Verður vøruvognur umskrásettur til persónvogn, skal munurin á virðisgjaldinum latast landskassanum. Fyri vøruvogn skrásettur longur enn 8 ár aftur verður einki skrásetingargjald at gjalda við umskráseting.
§ 6. 2) 5) Einki avgjald er á bussum til 10 fólk ella fleiri, føraran íroknaðan.
§ 7. 2) 5) Einki avgjald er á dragivognum (traktorum) til leguvognar.
§ 8. 2) 5) Fyri last- og vøruvognar, dumparar og leguvognar er avgjaldið 15% av avgjaldsskylduga virðinum fyri akfør við totalvekt upp á 3.500 kg. og undir. Hava akførini eina totalvekt yvir 3.500 kg., verður einki avgjald latið.
§ 9. 2) 5) 7) Strikað
§ 10. 2) 5) Einki avgjald á neyðsendarakførum og líkvognum.
§ 11. 2) 3) 5) 12) Fyri motorsúkklur við motorstødd á 50 cm³ og undir er avgjaldið 15% av avgjaldsskylduga virðinum. Fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm³ er avgjaldið 50% av avgjaldskylduga virðinum, tó 125% fyri motorsúkklur, fevndar av § 15.
§ 12. 2) 5) 9) Einki avgjald er á kamping-vognum.
§ 13. 2) 5) Einki avgjald á viðfestivognum við sløkkiútgerð.
§ 14. 2) 5) Einki avgjald á øðrum viðfestivognum.
§ 15. 2) 5) Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi í minni enn 1 ár, er avgjaldsgrundarlagið 90% av einum meinlíkum nýggjum akfari.
2. stk. Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi úr 1 til 5 ár, er avgjaldsgrundarlagið 70% av einum meinlíkum nýggjum akfari.
3. stk. Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi í 5 ár ella longri, er avgjaldsgrundarlagið 50% av einum meinlíkum nýggjum akfari.
§ 16. 1) Landsstýrinum verður heimilað at áseta serligar reglur um frítøku at gjalda skrásetingargjald sambært hesi lóg, tá motorakfør verða uppbygd aftaná ferðsluskaða, slit, tering v.m.
2. stk. 10) Skrokknummar má bert verða flutt, broytt, burturbeint ella ísett við loyvi frá Bileftirlitinum.
§ 17. 9) Fyri ellisakfør, ið verða skrásett, skal einki skrásetingargjald rindast.
2. stk. Við ellisakfør sambært 1. stk. er at skilja motorakfør, ið eru eldri enn 25 ár, og sum framvegis hava sama skap sum upprunaakfarið.
§ 18. Akfør, ið eru skrásett eftir § 10, kunnu ikki skrásetast til aðra nýtslu uttan at greiða skrásetingargjald við umskráseting.
2. stk. Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð at seta nærri reglur fyri, hvussu skrásetingargjaldið skal ásetast við atliti til aldur á akfarinum, meirvirðisgjald av søluvirðinum o.a.
3. stk. Avgjaldsgrundarlagið kann ongantíð vera lægri enn 30% av einum meinlíkum nýggjum akfari.
§ 19. Gjald fyri umskráseting við eigaraskifti. Fyri umskráseting av akfari við eigaraskifti skulu kr. 600 verða rindaðar landskassanum.
§ 20. Gjald fyri burturbeining. Til burturbeining av teimum í §§ 3, 4, 5, 6, 7, 8, 10, 15, 17 og 18 nevndu akførum verður landsstýrinum heimilað at áseta eitt gjald, sum verður rindað í landskassan við fyrstu skráseting av akfarinum. Nærri reglur fyri útgjalding fyri burturbeining av akførum verða ásettar av Føroya landsstýri.
§ 21. 10) Bileftirlitið kann krevja skjala- og annað tilfar útflýggjað, ið seljarin nýtir sum avgjaldsgrundarlag.
§ 22. 10) Bileftirlitið hevur heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar til viðgerð av málum eftir hesi lóg frá Toll- og Skattstovu Føroya.
§ 23. Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð at seta nærri reglur um, úr hvørjum londum og eftir hvørjum treytum motorakfør v.m. kunnu skrásetast, tá tey eru innflutt sum flytigóðs.
2. stk. Persónur, ið flytur til landið, kann bert hava 1 akfar við sær sum flytigóðs. Skiftir akfarið eigara ella nýtara áðrenn 1 ár eftir skráseting, kemur tað undir skrásetingargjald.
§ 23 a. 1) Landsstýrið setir eina nevnd við 3 limum. Av limunum skal 1 vera lógarkønur, 1 skal vera tekniskt kønur og 1 skal vera starvsgreinakønur, og verður hesin útnevndur eftir innstilling frá felagnum fyri bilhandlara og verkstaðseigarar.
2. stk. Nevndin hevur endaliga fyrisitingarliga avgerð í:
spurningum, um akfar aftaná umbygging ella umvæling ikki er samlíkt við akfar, ið áður er avgjaldskravt, so at akfarið kemur undir avgjaldsskyldu eftir hesi lóg,
spurningum, um krøvini fyri avgjaldsfrítøku eru lokin eftir teim reglum, ið landsstýrið ásetir eftir § 16, stk. 1.
3. stk. 10) Nevndin skal, tá hon verður biðin um tað, geva ummæli í spurningum, sum Bileftirlitið leggur fyri nevndina.
4. stk. Landsstýrið ásetir starvsskipan fyri nevndina og ásetir reglur fyri kunning av avgerðum frá nevndini.
§ 24. Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð at áseta nærri reglur og fyriskipanir hesi lóg viðvíkjandi.
§ 25. Við sekt verður tann revsaður, sum við vilja ella av grovum ósketni:
1) 10) gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar at nýta til avgjaldseftirlit hjá Bileftirlitinum.
2) 6) 10) Brýtur § 16, stk. 2.
3) Brúkar eitt skrásetingarskyldugt akfar, sum er frítikið ella lutvíst frítikið fyri avgjald á ein hátt, sum ikki er í samsvari við treytirnar fyri frítøku eftir tí greinini, sum heimilaði frítøkuni.
2. stk. Í fyriskipanum sambært hesi lóg kann revsing við sekt áleggjast tí, sum við vilja ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í fyriskipanunum.
3. stk. Tann, sum fremur eitt av nevndu brotum við vilja fyri at sleppa sær undan at gjalda avgjald til landskassan, verður revsaður við sekt, hefti ella fongsul upp til 2 ár.
4. stk. Er eitt lógarbrot framt av einum felag, einum sjálvsognarstovni, einum grunni ella tílíkum, kann sektarábyrgd verða áløgd tí løgfrøðiliga persóninum sum so. Er lógarbrotið framt av landinum, einari kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann sektarábyrgd verða áløgd landinum, kommununi ella tí kommunala felagsskapinum.
§ 26. 10) Verður lógarbrotið mett ikki at hava harðari revsing við sær enn sekt, kann Bileftirlitið kunna viðkomandi um, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um hann viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og váttar seg til reiðar innan fyri eina ásetta freist at gjalda eina sekt.
2. stk. Viðvíkjandi kunningini, sum er nevnd í stk. 1, verða reglurnar í rættargangslógini um innihald av ákæruriti í løgreglumálum brúktar.
3. stk. Verður sektin goldin rættstundis, ella verður hon sambært avgerð innheintað ella avsitin, verður ikki hildið fram við rættarsókn. Tá mál um lógarbrot eftir § 25 verða løgd fyri rættin, verða tey viðgjørd sum løgreglumál. Rættarráðini í rættargangslógini kapittul 72 og 73 kunnu brúkast í sama mun sum í ríkisadvokatmálum.
§ 27. 8) Avgerðir tiknar sambært hesi lóg kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.
2. stk. Freistin í stk. 1 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 28. 10) Gjøld eftir hesi lóg kunnu innheintast við panting.
§ 29. Henda lóg fær gildi 1. januar 1993. Samstundis fer løgtingslóg nr. 102 frá 1. oktober 1986 um skrásetingargjald á motorakførum við seinni broytingum úr gildi.