Skriva út

Rundskriv nr. 7 frá 10. november 1998 

um fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á § 139 í Skattalógini

Eftir heimild frá landsstýrismanninum í skattamálum sambært § 145, stk. 5, jbr. stk.1 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum ( hereftir nevnd Skattalógin ) hevur Toll- og Skattaráð Føroya fyrisett hesa mannagongd um fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á § 139 í Skattalógini.

A. Almennar reglur
Brot á § 139 í skattalógini er bert revsivert, um hetta er framt við vilja ella av grovum ósketni. Vanligt ósketni verður ikki revsað.

Skattavaldið hevur próvbyrðuna fyri, at revsivert brot er framt. Er ivi um hetta, skal ein og hvør heimilaður ivi koma skattgjaldaranum til góðar. Um heimilaður ivi er, eigur sektarkrav ikki at verða reist.

Er ivi um, um brotið er framt við vilja, ella um tað bert er gjørt av grovum ósketni, skal skattgjaldarin á sama hátt hava fyrimunin av hesum iva, soleiðis at sektarkrav bert verður gjørt eftir reglunum um stórt gáloysni.

B.Vanligar sektir
Fyri lógarbrot á § 139 í skattalógini verður gjørt fyrisitingarligt sektaruppskot, undantikið í teimum førum har málið skal latast ákæruvaldinum.

Øll lógarbrot, sum innibera at upphæddir ikki eru komnar til skattingar sambært § 139, eru fevnd av hesum rundskrivi og verða bólkaði soleiðis:

Lógarbrot framt við vilja:
Upphædd til og við kr. 30.0001 x skattin av inntøkuni, sum ikki er komin til skattingar
Yvir kr. 30.0002 x skattin av inntøkuni, sum ikki er komin til skattingar

 

Lógarbrot framt av grovum ósketni:
Upphædd til og við kr. 30.000½ x skattin av inntøkuni, sum ikki er komin til skattingar
yvir kr. 30.0001 x skattin av inntøkuni, sum ikki er komin til skattingar


Er talan um fleiri sløg av inntøkumunum, verður farið fram soleiðis í samband við útrokning av teimum sektargevandi skattunum:

  • fyrst verða teir veruligu inntøkumunirnir, sum ikki grundað ábyrgd, og sum ikki innihalda nakra meting, lagdir afturat,
  • síðani verða teir inntøkumunir, sum gjørdir eru av stórum gáloysni, lagdir afturat, og
  • seinast verða teir inntøkumunir, sum gjørdir eru við vilja, lagdir afturat.

Víst verður til skjal 1.

Hækkingar eftir meting, sum ikki grundað ábyrgd, verða hildnar uttanfyri hesa útrokning av skattinum.

Við inntøkuumskaring (forskydningsdifferencer) verður sektin vanliga helmingurin av frammanfyri nevndu upphæddum.

Mál verður ikki reist fyri inntøkuumskaring

  • sum ikki er hægri ella hevur verið hægri enn 30.000 kr.,
  • sum ikki hevur munandi týdning í mun til ta ognar/skuldarmongd, munurin viðvíkur. Sum "ikki munandi týdning" er at skilja munur, sum er minni enn 10% av viðkomandi ognar-/skuldarmongd og sum ikki er omanfyri 200.000 kr.

Er ein høvuðspartaeigari sekur í, at felag, hann stjórnar, sleppur sær undan skatti, verður sektin løgd á hann.

C. Roynd
Við roynd verður álagda sektin helmingurin av teimum undir B nevndu upphæddum. Roynd treytar at lógarbrotið er framt við vilja.

D. Medvirkan
Fyri medvirkan er sektin helmingurin av teimum undir B nevndu upphæddum.
Grannskoðarar og aðrir ráðgevarar ("ráðgevarasektir") verða ikki sektaðir við faldingarsektum, men tikið verður eitt ávíst umhugsni til støddina av tí, sum ikki er givið upp til skattingar. Sektin eigur vanliga ikki at vera minni enn 5.000 kr.

E. Endurtøka
Verður aftur framt brot á Skattalógina áðrenn 5 ár eru farin, frá tí degi viðkomandi varð revsaður fyri brot á reglurnar í Skattalógini, verður vanlig sekt hækkað við 25%.

F. Runding av sektum

Útroknað sektarupphædd í krónum:Rundað niður til tal býtisført við:
frá 1.000 til 2.999100
frá 3.000 til 9.999500
frá 10.000 til 19.999

1.000

frá 20.000 til 99.9995.000
frá 100.000 til 199.99910.000
frá 200.000 til25.000

G. Ávaring
Er brot framt við vilja, men tann samlaði inntøkumunurin, ið grundar ábyrgd er minni enn kr. 5.000, ella talan er um grovt ósketni, men tann samlaði inntøkumunurin, ið grundar ábyrgd er minni enn 10.000 kr., verður málið avgreitt við einari fráboðan til skattgjaldaran um, at komið er framá at lógarbrot er framt, men at eftir umstøðunum verður ikki gjørt meira við málið. Skattgjaldarin skal samstundis gerast varðugur við, at um brot aftur verður framt, verður ábyrgd gjørd galdandi, eftir pkt. E.

Farið verður fram á sama hátt, um mett verður, at revsiábyrgd annars ikki eigur at verða gjørd galdandi.

H. Lækking av sektum
Almenni parturin í revsilógini er galdandi í viðgerðini av fyrisitingarligum sektarmálum eftir skattalógini.

Tá ið sekt verður at áseta, verða niðanfyri nevndu lækkingartreytir tiknar við í metingina:

- gjaldsføri skattgjaldarans eftir § 51, 3. stk., smbr. § 80, stk. 1 í revsilógini

- grovleikin í framda lógarbrotinum, upplýsingar um viðkomandi (hansara vanligu persónligu og sosialu viðurskifti, hartil hansara viðurskifti áðrenn og aftaná framda lógarbrotið) eins og hansara orsøk til at fremja lógarbrotið, § 80, stk. 1 í revsilógini
Her uppí kemur t.d. ungur aldur, smbr. eisini § 84, stk.1, nr. 2 í revsilógini, og høgur aldur, smbr. eisininiðanfyri undir I. Skattgjaldarans útbúgving, roknskaparliga innlit, eins og hansara sosiala støða kann eisini verða tikin við í metingina

- at skattgjaldarin hevur framt lógarbrotið í umberandi fákunnu um ella umberandi misskiljing av lógarreglum, sum banna ella áleggja framferðarháttin, § 84, stk. 1, nr. 3, smbr. stk. 2 í revsilógini

- at skattgjaldarin, eftir at tann revsiverda framferðin er framd, til fulnar hevur endurbøtt tann við lógarbrotinum framda skaða, § 84, stk. 1 nr. 7 í revsilógini
Ásetingin kann serliga hava týdning viðv. umskaringarmuni, har munurin aftaná er inntøkuførdur

- at skattgjaldarin annars hevur lagt doyðin á at fyribyrgja, at gerðin verður framd í verki ella at endurbøta tann við lógarbrotinum framda skaða, § 84, stk. 1, nr. 8 í revsilógini
Henda áseting kann serliga hava týdning viðv. umskaringarmuni, har munurin aftaná lutvíst er inntøkuførdur

- at skattgjaldarin hevur meldað seg sjálvan og til fulnar hevur játtað (sjálvboðin fráboðari) § 84, stk. 1, nr. 9 í revsilógini
Tað liggur á skattavaldinum at vísa á, at fráboðan skattgjaldarans ikki er gjørd sjálvboðin. Hjá sjálvbodnum fráboðarum verður sektin lækkað til 1/3 av vanligu sektini.

Harumframt kann sektin verða lækkað, um so er at:

- munurin er lættur at staðfesta.
Sektin kann tá vanliga verða lækkað við 1/3

- meting er við í uppgerðini av tí muni, sum er ábyrgdargevandi
Sektin kann tá vanliga verða lækkað við 1/3.

- tá ið grannskoðari ella annar ráðgevari er samsekur.
Í málum, har ráðgevaramistøk eru framd, verður ein ítøkilig meting gjørd, hvussu ábyrgdin skal lutast. Hevur ráðgevarin framt mistak í avgerandi mun, er ofta hvørki grundarlag fyri, at staðfesta tilætlað ráð ella stórt gáloysni hjá skattgjaldaranum. Skuldi hetta kortini verið so, verður vanliga sektin lækkað í tann mun, ábyrgdin av mistakinum kann staðfestast hjá ráðgevaranum.

- tað snýr seg um gomul viðurskifti
Sektin verður vanliga lækkað niður í helvt, tá ið øll lógarbrotini eru eldri enn 5 ár.

- skattgjaldarin hevur medvirkað at loysa málið.

I. Dómstólaviðgerð
Skattasektarmál kunnu avgerast fyrisitingarliga, uttan so at tann landsskattur, sum skattgjaldarin er sloppin sær undan, er meira enn 500.000 krónur.

Er lógarbrotið framt við vilja, og tann landsskattaupphædd, sum skattgjaldarin er sloppin sær undan, tilsamans er meira enn 100.000 krónur, kann málið tó ikki verða avgjørt fyrisitingarliga, men skal verða sent ákæruvaldinum til viðgerðar

Hevur viðkomandi fylt 70 ár, tá ið málið verður avgjørt, ella tað vegna sjúku eftir øllum at døma er líkt til, at ein møgulig avsøgd fonsgulsrevsing ikki kann verða sitin, kann málið tó verða avgjørt fyrisitingarliga við eini sekt svarandi til tvær ferðir tann skatt, sum skattgjaldarin er sloppin sær undan.

Hetta rundskriv kemur í gildið 4. november 1998 og er galdandi fyri brot framt á § 139 í skattalógini eftir henda dag. Samstundis fer rundskriv nr. 5 frá 4. november 1998 frá Toll- og Skattaráð Føroya úr gildið.

Skjal 1 (dømi) 
Sjálvuppgivin/ásett inntøka100.000 kr.
1) Ikki ábyrgdargevandi reguleringar í álíkningini10.000 kr.
2) Inntøkumunir, sum skyldast stórt gáloysni (§ 139, stk. 2)20.000 kr.
3) Inntøkumunir, gjørdir við vilja (§ 139, stk. 1)70.000 kr.
Nýggj inntøka