Rundskriv nr. 6 frá 4. november 1998
um fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á § 141 og § 142 í Skattalógini.
Eftir heimild frá landsstýrismanninum í skattamálum sambært § 145, stk. 5, jbr. stk. 1 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum (hereftir nevnd Skattalógin) hevur Toll- og Skattaráð Føroya fyrisett hesa mannagongd fyri brot á §§ 141 og 142 í Skattalógini.
A. Inngangur
Brot á §§ 141 og 142 í skattalógini er bert revsivert, um brotið er framt við vilja ella av stórum gáloysni. Minni gáloysni verður ikki revsað.
Sektarmál verða viðgjørd av Toll- og Skattstovu Føroya, men Toll- og Skattarráð Føroya hevur endaligu avgerðina í sektarmálum. Skattalógin áleggur arbeiðsgevarum og løntakarum ávísar skyldur í samband við ávísing av lønum v.m. Samstundis er álagt sektarábyrgd á tey, ið ikki fylgja hesum reglum.
B. Frágreiðing frá Toll- og Skattstovu Føroya
(umsitingini)
Frágreiðingin skal byggja á eina neyva lýsing av teimum veruligu umstøðunum í samband við brotið. Somuleiðis skulu allir aðrir upplýsingar, ið kunnu metast at hava týdning fyri málið - heruppií eisini upplýsingar, ið kunnu vera til fyrimunar fyri viðkomandi, t.d. at viðurskiftini eru komin í rættlag, ella at viðkomandi viðgongur misbrotið - takast við í frágreiðingina. Øll staðfest brot skulu nevnast í frágreiðingini.
Tann, ið hevur framt brot á §§ 141 ella 142 skal skjótast gjørligt hava boð um misbrotið, og ta av hesum væntaðu avleiðing.
Umsitingin skal ikki geva tí, ið hevur framt brotið, tað fatan, at sektarábyrgd ikki kann verða reist, sjálvt um viðkomandi fær viðurskiftini í rættlag.
Er tað eftir umstøðunum greitt, at sektarábyrgd ikki verður áløgd (minni gáloysni), skal tann, ið hevur framt brotið, hava boð um hetta skjótast gjørligt. Samstundis skal viðkomandi kunnast um, at um misbrotið endurtekur seg, verður sektarábyrgd áløgd.
Samstundis sum sektarmálið verður lagt fyri Toll- og Skattaráð Føroya, skal umsitingin skrivliga boða avvarðandi persónum/feløgum frá hesum. Toll- og Skattaráð Føroya viðger sektarmál sambært §§ 141 og 142 grundað á frágreiðing frá umsitingini.
C. § 141, stk. 1 í skattalógini
Nr. 1
"letur vera við at avrokna A-inntøku gjøgnum tey av landstýrsmanninum í skattamálum góðkendu avrokningarstøð, jbr. § 63".
Er ivi um, um veitingin er A-inntøka, skal hesin ivi koma ávísingarskylduga til góða. Um heimilaður ivi er, eigur sektarkrav ikki at verða reist.
Metir umsitingin, at ávísingarskyldugi hevur verið greiður yvir at samsýningin skuldi verið ávíst, skal greiðast nærri frá hesari fatan av umstøðunum. Hetta er eisini galdandi, tá mett verður, at ávísingarskyldugi av stórum gáloysni ikki hevur ávíst samsýningina.
Frágreiðingin frá umsitingini til nýtslu hjá Toll- og Skattaráðnum - í viðgerð tess av málinum - skal umframt tað undir B nevnda umfata nærri greinan av hesum viðurskiftum:
- Tænastuviðurskiftunum. Tann ávísingarskyldugi og lønmótakarin skulu hava høvi til at geva frágreiðing um, hví samsýningin ikki er ávíst.
- Um so er, at tey viðkomandi halda fast við, at tey hava mett lønmóttakaran sum sjálvstøðugan vinnurekandi, skal grundgevast fyri hesum.
- Týðandi upplýsingar frá sjálvuppgávum lønmóttakarans, fyribilsskattaskrá og endauppgerð, herundir tað ella tey tíðarskeiðini A-inntøka ikki er roknað gjøgnum góðkent avrokningarstað.
- Upplýsingar um, at tann manglandi A-skatturin er goldin, hvussu (smb. § 76 ella sum írestandi skattur), og nær.
- Sundurgreinað yvirlit yvir útgjaldingarnar, útgjaldingardag og A-skattaútrokning.
- Annað skjalatilfar av týdningi fyri málið.
Ávaring
Er brot framt við vilja ella er talan um stórt gáloysni, men tann samlaða útgoldna A-inntøkan, ið grundar ábyrgd, er minni enn 10.000 kr, kann málið verða avgreitt við einari fráboðan til tann, ið hevur framt brotið, um, at komið er framá, at lógarbrot er framt, men at eftir umstøðunum verður ikki gjørt meira við málið ("ávaring"). Hetta er tó treytað av, at tað samstundis ikki eru framd onnur brot á skattalógina. Um lógarbrot aftur verður framt, verður ábyrgd gjørd galdandi.
Er brotið framt við vilja ella av stórum gáloysni, verður sektin sett til 25% av skattinum av tí ikki ávístu A-inntøkuni.
Útrokning av sektarkravinum
"ikki rættstundis heldur eftir og avroknar avgjald í vinningsbýti sambært § 30 og ikki rættstundis heldur eftir og avroknar avgjald av nýtslurætti sambært § 7 í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan við seinni broytingum".
Nr. 2
Er brot framt við vilja, ella er talan um stórt gáloysni, men tann samlaða útgoldna upphæddin, ið grundar ábyrgd, er undir 50.000 kr., og tað er staðfest, at farið er meir enn 3 mánaðir út yvir gjaldsdagin av avgjaldinum, ella tann samlaða útgoldna upphæddin, ið grundar ábyrgd er undir 25.000 kr., og tað er staðfest, at farið er meir enn 6 mánaðir út yvir gjaldsdagin av avgjaldinum, kann málið verða avgreitt við einari fráboðan til tann, ið hevur framt brotið, um, at komið er framá, at lógarbrot er framt, men at tað eftir umstøðunum ikki verður gjørt meira við málið ("ávaring"). Hetta er tó treytað av, at tað samstundis ikki eru framd onnur brot á skattalógina. Um lógarbrot aftur verður framt, verður ábyrgd gjørd galdandi.
Ávaring
Frágreiðing frá umsitingini til Toll- og Skattaráð Føroya skal sostatt gerast, tá staðfest er:
- at farið er meiri enn 3 mánaðir út yvir gjaldsdagin av avgjaldinum, og upphæddin er kr. 50.000 ella omanfyri, ella
- at farið er meiri enn 6 mánaðir út yvir gjaldsdagin av avgjaldinum, og upphæddin er kr. 25.000 ella omanfyri.
Frágreiðing skal tó altíð gevast, tá talan er um skerpandi umstøður.
Er broti framt við vilja ella av stórum gáloysni, verður sektin sett til 25% av tí ikki avroknaða avgjaldinum.
Útrokning av sektarkravinum
"ikki veitir teir upplýsingar, sum tilskiðaðir eru í §§ 118-124".
Nr. 3
Frágreiðing skal gevast sambært pkt. B, og skal avrit av sektarútrokningini leggjast við.
Er brotið framt við vilja ella av stórum gáloysni, verður sektin av Toll- og Skattaráð Føroya ásett til kr. 1.000.
Útrokning av sektarkravinum:
"Við sekt verður tann persónur revsaður, sum við vilja ella av stórum gáloysni:"
D. § 141, stk. 2 í skattalógini
Er talan um brot á skattalógina 1. ferð, verður málið vanliga ikki viðgjørt smb. § 141, stk. 2. Tó kunnu tað vera umstøður, ið gera, at misbrotið má metast sum framt við tí í hyggju at sleppa sær undan at rinda skatt til tað almenna ella í øllum førum, at talan er um skerpandi umstøður.
Skerpandi umstøður:
Sektarútrokning av skerpandi sekt:
Sektin verður roknað sambært lógarbrotið, og tann útroknaða sektin verður hækkað við 50% aftaná niðurrunding. Í málum, har viðkomandi áður hevur verið dømdur, ella hevur viðtikið sektaruppskot fyri brot á Skattalógina, verður sektin hækkað við 100 % aftaná niðurrunding.
E. § 142 í skattalógini
"tekur ímóti A-inntøku vitandi um, at A-skattur ikki er eftirhildin sambært ásetingum lógarinnar"
Nr. 1
Frágreiðing frá umsitingini til Toll- og Skattaráð Føroya skal gevast, tá mett verður, at lønmóttakarin hevur verið vitandi um, at skattur ikki er eftirhildin í A-inntøkuni. Frágreiðingin skal umfata tey undir pkt. B og C nevndu punktini.
Dentur verður lagdur á, um løntakarin visti, um samsýningin var A-inntøka ella ikki. Er ivi um, um veitingin er A-inntøka, skal hesin ivi koma skattgjaldaranum til góða. Um heimilaður ivi er, eigur sektarkrav ikki at verða reist.
Mál, har mett verður, at skattgjaldarin á útgjaldingartíðspunktinum var í umberandi fákunnleika (uvidenhed) ella umberandi misskiljing av reglunum um A-inntøku, skulu ikki leggjast fyri Toll- og Skattaráðið.
Sum brot á § 142, stk. 1, nr. 1 kann m.a. nevnast, tá skattgjaldari vanliga hevur fingið samsýningina útgoldna sum A-inntøku, men síðani fær samsýningina sum B-inntøku, við tí grundgeving, at hann nú er sjálvstøðugur vinnurekandi, hetta uttan at viðurskiftini annars eru broytt.
Er brot framt við vilja, men tann samlaða útgoldna A-inntøkan, ið grundar ábyrgd, er minni enn 10.000 kr, verður málið avgreitt við einari fráboðan til tann, ið hevur framt brotið, um, at komið er fram á, at lógarbrot er framt, men at eftir umstøðunum verður ikki gjørt meira við málið ("ávaring"). Hetta er tó treytað av, at tað samstundis ikki eru framd onnur brot á skattalógina. Um lógarbrot aftur verður framt, verður ábyrgd gjørd galdandi.
Ávaring
Er brotið framt við vilja, verður sektin sett til 25% av skattinum av tí ikki ávístu A-inntøkuni.
Útrokning av sektarkravinum
Um so er, at skattgjaldarin hevur goldið B-skatt av inntøkuni, og á henda hátt hevur goldið tann skatt, ið fellur á A-inntøkuna, verður sektin í minni grovum lógarbrotum kr. 1.000 ella ein ávaring.
"við vilja ella av stórum gáloysni veitir rangar ella villleiðandi upplýsingar, sum nýtast skulu til avgerðir eftir §§ 62, 63, stk. 4, 68, 69, 72, stk. 1 og 73 ella í samband við eina í hesum nevndu reglum dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri, hvussu málið verður loyst".
Nr. 2
Frágreiðing frá umsitingini til Toll- og Skattaráð Føroya skal gevast, tá mett verður, at talan er um stórt gáloysni ella gerð gjørda við vilja. Frágreiðing skal bert gevast í førum, tá talan er um serliga grovt brot, og skal umfata:
tey viðurskifti/umstøður og tær upphæddir, sum rangir ella villeiðandi upplýsingar eru veittir um,
hvussu misbrotið er staðfest,
frásøgn frá fundum við viðkomandi um misbrotið skal verða hjáløgd.
"við vilja ella av stórum gáloysni veitir rangar ella villleiðandi upplýsingar í samband við endaligu uppgerðina av einum deyðsbúgvi sambært §§ 13, 14, 17, 18, 19 og 40, ella dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri, hvussu málið verður loyst.
Nr. 3
Frágreiðing frá umsitingini til Toll- og Skattaráð Føroya skal gevast, tá mett verður, at talan er um stórt gáloysni ella gerð gjørda við vilja. Frágreiðing skal bert gevast í førum, tá talan er um serliga grovt brot, og skal umfata:
tey viðurskifti/umstøður og tær upphæddir, sum rangir ella villeiðandi upplýsingar eru veittir um,
hvussu misbrotið er staðfest,
frásøgn frá fundum við viðkomandi um misbrotið skal verða hjáløgd. "Á sama hátt sum tilskilað í § 141 verður tann persónur revsaður, sum:"
Sekt kann ikki áleggjast skattgjaldara fyri brot á bæði §§ 141 og 142 í sama máli. Her verður t.d. hugsað um høvuðspartaeigara, sum hevur tikið út pening úr felagnum uttan A-skatt. Hesin skal bert viðgerast smb. § 141, 1. stk., nr. 1.
F. Viðgerð antin eftir § 141 ella § 142
G. Runding av sektum
H. Konvertering til A-inntøku frá millumrokningskonto
Um upphæddir, sum eru tiknar út og bókaðar á millumrokningskonto, seinni verða konverteraðar til A-inntøku (løn, tantieme), er talan um brot á § 141, stk. 1, nr. 1 ella § 142, stk. 1. nr. 1, og verða slíkar upphæddir viðgjørdar sum omanfyri.
I. Endurtøka
Verður brot framt á Skattalógina aftur, áðrenn 5 ár eru farin, frá tí at viðkomandi varð revsaður fyri brot á revsireglurnar í Skattalógini, verður vanlig sekt hækkað við 25%.
Almenni parturin í revsilógini er galdandi í viðgerðini av fyrisitingarligum sektarmálum eftir Skattalógini.
J. Lækking av sektum
Tá ið sekt verður ásett, kunnu hesar í revsilógini nevndu lækkingartreytir vera við í metingini:
- gjaldføri hjá viðkomandi eftir § 51, stk. 3 smb. § 80, stk. 1 í revsilógini.
- hvussu stórt lógarbrotið er, upplýsingar um viðkomandi, hansara vanligu persónligu og sosialu viðurskifti, hansara viðurskifti fyri og eftir lógarbrotið, eins og hansara orsøk til lógarbrotið, § 80, stk. 1 í revsilógini.
Heruppí kemur t.d. ungur aldur, smb. eisini § 84, stk. 1, nr. 2, smb. stk. 2, og høgur aldur. Hvørja útbúgving viðkomandi hevur, roknskaparligt innlit, eins og hansara sosiala støða kann eisini verða tikin við í metingina. - at viðkomandi hevur framt lógarbrotið í umberandi fákunnu um ella umberandi misskiljing av lógarreglum, sum banna ella áleggja framferðarháttin, § 84, stk. 1, nr. 3, smb. stk. 2 í revsilógini.
- at viðkomandi, eftir at tann revsiverda framferðin er framd, til fulnar hevur endurbøtt tann við lógarbrotinum framda skaðan, § 84, stk. 1, nr. 7 í revsilógini.
Ásetingin kann serliga hava týdning viðv. umskaringarmuni, har munurin aftaná er inntøkuførdur. - at viðkomandi annars sjálvboðin hevur lagt doyðin á at fyribyrgja fullgerðina ella endurbøta tann við lógarbrotinum framda skaðan, smb. § 84, stk. 1, nr. 8 í revsilógini. Henda áseting kann serliga hava týdning viðv. umskaringarmuni, har munurin aftaná lutvís er inntøkuførdur.
- at viðkomandi sjálvboðin hevur meldað seg sjálvan og til fulnar játtað (sjálvboðin fráboðari), § 84, stk. 1, nr. 9 í revsilógini.
- Tað liggur á skattavaldinum at vísa á, at fráboðanin frá viðkomandi ikki er gjørd sjálvboðin. Hjá sjálvboðarum verður sektin lækkað til 1/3 av vanligu sektini.
Hóast tað, sum er ásett undir M í hesum rundskrivi, kunnu hesi mál uttan mun til støddarmunin avgerast fyrisitingarliga, uttan so at tann landsskattur, sum viðkomandi er sloppin sær undan, er meira enn 500.000 kr.
Umframt av teimum frammanfyri nevndu orsøkum kann sektin verða lækkað, um so er, at:
- munurin er lættur at staðfesta.
sektin kann tá vanliga verða lækkað við 1/3.
Hevur munurin samband við upphædd, sum sjálvvirkandi verður upplýst skattavaldinum, verður ábyrgdarmál ikki reist. - meting er við í uppgerðini av tí muni, sum er ábyrgdarfáandi.
Sektin kann tá vanliga verða lækkað við 1/3. - grannskoðari ella annar ráðgevari er samsekur.
Í málum, har ráðgevaramistøk eru framd, verður ein ítøkilig meting gjørd, hvussu ábyrgdin skal lutast.
Hevur ráðgevarin framt mistak í avgerandi mun, er ofta hvørki grundarlag fyri, at staðfesta tilætlað ráð ella stórt gáloysni hjá skattgjaldaranum. Skuldi hetta kortini verið so, verður vanliga sektin lækkað í tann mun, ábyrgdin av mistakinum kann staðfestast hjá ráðgevaranum. - tað snýr seg um gomul viðurskifti.
Sektin verður vanliga lækkað niður í helvt, tá ið øll lógarbrotini eru eldri enn 5 ár. - skattgjaldarin hevur medvirkað at loysa málið.
K. Brot á § 139
Í samband við viðgerð av sektarmálum, ið eru grundað á lógarbrot á §§ 141 og 142, kann somuleiðis verða talan um brot á § 139.
Í málum, sum viðvíkja brot á § 141, stk. 1, nr. 1 og § 142, stk. 1, nr. 1 (A-inntøkan ikki ávíst), kannar umsitingin, um talan er um brot á § 139. Hetta kann koma fyri í teimum førum, har inntøkan ikki er givin upp til skattingar. Um so er, at sektarmálið verður viðgjørt smb. § 139, verður brotið á §§ 141 og 142 lýst, men verður sekt ikki roknað smb. hesum greinum.
Um sektarmálið ikki verður viðgjørt smb. § 139, verður tað viðgjørt eftir §§ 141 og 142.
Útroknað sektarupphædd í krónum | Runda niður til tal býtisført við: |
frá 1.000 til 2.999 | 100 |
frá 3.000 til 9.999 | 500 |
frá 10.000 til 19.999 | 1.000 |
frá 20.000 til 99.999 | 5.000 |
frá 100.000 til 199.999 | 10.000 |
frá 200.000 | 25.000 |
"Er misbrotið fram við tí í hyggju at sleppa sær undan at gjalda skatt til tað almenna, ella er talan annars um skerpandi umstøður, kann revsingin hækka til varðhald ella fongsul upp til 2 ár".
L. Brot á revsilógina
Í nøkrum førum kann talan verða um, at brot er framt á revsilógina, umframt brot á § 141, stk. 1, nr. 1 og § 142, stk. 1, nr. 1. Her verður millum annað hugsað um, tá ein persónur brúkar P-talið hjá einum øðrum persóni, t.d. fríkort hjá børnum.
M. Dómstólsviðgerð
Er lógarbrotið framt við vilja, og tann landsskattaupphædd ella tað avgjaldið, sum viðkomandi er sloppin sær undan smb. § 141, stk. 1, nr. 1 og 2 og stk. 2 og § 142 tilsamans er meira enn kr. 100.000, kann málið ikki verða avgjørt fyrisitingarliga.
N. Hvør ábyrgist
Tað er tí neyðugt í hvørjum einstøkum føri at staðfesta, hvør ábyrgist. Í viðgerðini skal dentur leggjast á, hvør hevur fíggjarligan fyrimun av brotinum, og hvør hevur tikið avgerðina í virkinum.
Sum meginregla ábyrgist tann, sum er skrásettur sum eigari í arbeiðsgevaraskránni.
Einstaklingsfyritøka
Undantøk kunnu verða, t.d. tá konan er skrásett sum eigari av virki mannsins og øvugt. Somuleiðis kann verða talan um, at dóttir/sonur hevur dagligu leiðsluna av virki, ið mamman/pápin eigur, og hesi eru farin frá vegna aldur ella sjúku.
Ábyrgdin verður løgd á tann, ið veruliga rekur virkið.
Sum meginregla ábyrgjast íognarar í felag, og verður sektin útroknað sum ein samlað upphædd og býtt millum teir.
Íognarfelag
Um so er, at málsviðgerðin kann staðfesta, at onkur av íognarunum hevur víst stórt gáloysni, og aðrir við vilja hava framt lógarbrotið, sendir Toll- og Skattaráðið málið til ákæruvaldið við málskravi um felags sekt, hvørs sundurgreining millum íognararnar rætturin tekur støðu til.
Sum meginregla ábyrgist felagið, sí § 150 í skattalógini. Hetta, tá tað má metast, at felagið hevur havt fíggjarligan fyrimun av lógarbrotinum.
P/F og Sp/F
Felagið sum so kann ikki dømast frælsisrevsing. Um felagið er farið á húsagang, og mett verður, at bert felagið ábyrgist, verður sektarmál ikki reist. Sektir koma í slíkum førum í aftastu røð, og sjálvdan er dividenda til tílík krøv, og er tískil høpisleyst at reisa málið.
Undantak frá meginregluni um, at felagið ábyrgist, er, um so er, at dagligi leiðarin er høvuðspartaeigari (eigur meira enn 50% av felagnum), og er einsamallur um at taka avgerðir, felagsins vegna.
Stjóri, dagligur leiðari og høvuðspartaeigari
Grundað á tætta fíggjarliga sambandið í hjúnarlagnum, verður revsiábyrgdin bert løgd á tann, ið hevur dagligu leiðsluna, um so er, at hjúnini tilsamans eiga meira enn 50% av partapeninginum.
Tað kann eisini koma fyri, at tað er so tættur fíggjarligur áhugafelagsskapur millum tann dagliga leiðaran og eigarar av partapeninginum, at øll revsiábyrgdin verður løgd á dagliga leiðaran.
Um so er, at fleiri partaeigarar hava somu ávirkan í felagnum, ábyrgjast teir á sama hátt sum íognarar.
Ein samanseting av felagsábyrgd og persónsábyrgd kann koma fyri í feløgum við einum stjóra og dagligum leiðara, sum tekur avgerð felagsins vegna, men sum ikki eigur partabrævameiriluta í felagnum. Í tílíkum førum verður roknað ein samlað sekt. Av sektini ábyrgist felagið fyri 80% og dagligi leiðarin fyri 20%. Um tað eru fleiri stjórar og dagligir leiðarar, sum kunnu metast at ábyrgjast, verða tey 20% býtt teirra millum.
Stjóri og dagligur leiðari
Persónlig ábyrgd hjá nevndarlimum kemur bert uppá tal, um so er, at nevndin er kunnað um lógarbrotið, men onki hevur gjørt fyri at bøta um hetta. Møgulig ábyrgd móti nevndarlimum verður tá ein 20% sekt ella partar herav.
Nevndarábyrgd
Tað kann bert gerast ábyrgd galdandi móti P/F ella Sp/F, um so er, at felagið er skrásett í partafelagsskránni.
Feløg undir stovnan
Áðrenn felagið er skrásett, kann bert verða talan um persónliga ábyrgd. Sektarábyrgd verður reist móti tí ella teimum persónum, sum hava tikið avgerð felagsins vegna. Teir persónar talan kann gerast um, eru stovnarar, nevndarlimir, stjórar, álitisfulltrúar, v.m. Fyri at reisa sektarábyrgd móti persóni, kann tað vera nóg mikið, at hann hevur verið vitandi um, at rættshandlar vóru gjørdir felagsins vegna, áðrenn felagið var skrásett.
Tá felagið er skrásett, ábyrgist felagið eisini fyri brot framd áðrenn skráseting, og verður sektin býtt, sum frammanfyri nevnt.
Hetta rundskriv kemur í gildið 4. november 1998 og er galdandi fyri brot framt á §§ 141 og 142 í Skattalógini eftir henda dag. Samstundis fer rundskriv nr. 3 frá 12. juli 1996 frá Líkningarráð Føroya úr gildið.Í skattalógini er ikki ásett, hvør ábyrgist í sektarmálum smb. lógini, um so er, at fleiri kunnu ábyrgjast.