Rundskriv nr. 1/2022
um fyrisitingarligar sektarásetingar fyri brot á tolllógina
Við heimild í § 37 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll (tolllógin), við seinni broytingum, eru hesar reglur ásettar um fyrisitingarligar sektarásetingar fyri brot á tolllógina.
1. Lógargrundarlag
1.1. Løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, við seinni broytingum.
1.1.1. Kunngerðir, ásettar við heimild í tolllógini, ið hava ásetingar um revsing.
1.2. Lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 om straffeloven, við seinni broytingum.
2. Alment
2.1. Vanliga verður brot á tolllógina ella á kunngerð, sum hon heimilar, bert revsað, um tað er framt við vilja ella av grovum ósketni. Sí tó §§ 13, stk. 1, 2. pkt., og 34, stk. 1, í tolllógini.
2.2. TAKS hevur próvbyrðuna fyri, at revsivert brot er framt.
2.2.1. Ein og hvør ivi skal koma borgaranum til góðar. Er grundaður ivi um, hvørt brot er framt, eigur sektarkrav ikki at verða sett fram. Er ivi um, hvørt brot er framt við vilja ella av grovum ósketni, skal borgarin á sama hátt hava fyrimun av hesum iva, og sektarkrav skal bert verða gjørt galdandi eftir reglunum um grovt ósketni.
2.3. Persónar undir 15 ár kunnu ikki revsast.
3.Vanlig sekt
3.1. Fyri brot, ið framt er við vilja, verður sekt ásett til tvær ferðir toll- og avgjaldsupphæddina á vøruni.
3.2. Fyri brot, ið framt er av grovum ósketni, verður sekt ásett til eina ferð toll- og avgjaldsupphæddina á vøruni.
3.3. Fyri medvirkan í broti verður eins stór sekt at leggja á hvønn tann, ið medvirkað hevur.
4. Heimild til at viðgera revsimál fyrisitingarliga
4.1. Er brot framt við vilja, og undandrátturin er meira enn kr. 100.000, kann málið ikki viðgerast fyrisitingarliga, men skal latast ákæruvaldinum.
4.1.1. Hevur brot við sær harðari revsing enn sekt, t.e. fongsul, kann málið ikki viðgerast fyrisitingarliga, men skal latast ákæruvaldinum.
4.2. Stór ella torfør sektarmál skulu viðgerast í samráði við lógardeildina hjá TAKS.
5. Skylda til at gjalda toll- og avgjaldsupphædd
5.1. Brot á § 31, stk. 1-3, í tolllógini ber við sær skyldu til at gjalda toll- og avgjaldsupphæddina fyri vøruna, sbrt. § 31, stk. 4, í tolllógini. Toll- og avgjaldsupphæddin á vøruni verður uppkravd einaferð, og medvirkandi bera samábyrgd av toll- og avgjaldsupphæddini.
5.1.1. Er talan um vøru, sum er ólóglig at flyta inn eftir vanligum innflutningstreytum, ella sum er fevnd av einkarinnflutningi, skal toll- og avgjaldsupphæddin gjaldast, hóast vøran verður ikki útflýggjað aftur.
6. At avrunda sekt
6.1. Tá ið sekt verður ásett, skal sektin avrundast niður til nærmastu krónu.
7. At lækka og hækka sekt
7.1. Almenni parturin í revsilógini um linnandi umstøður í sambandi við revsing er eisini galdandi fyri fyrisitingarligar sektarásetingar. Sostatt kann lægri revsing ásetast, um tann, ið brotið hevur framt, er undir 18 ár, er gamal ella er í umberandi fávitsku í mun til regluna, ið brotin er.
7.1.1. Fyri persónar undir 18 ár er sektin helvtin av vanligari sekt, sí tó punkt 7.1.2.
7.1.2. Sekt kann ikki lækka niður um kr. 300.
7.2. Almenni parturin í revsilógin um skerpandi umstøður í sambandi við revsing er eisini galdandi fyri fyrisitingarligar sektarásetingar. Sostatt kann harðari revsing ásetast, um tann, ið brotið hevur framt, eitt nú áður hevur fingið revsing fyri líknandi brot ella fær børn síni at smugla fyri seg.
7.2.1. Brýtur einhvør tolllógina minni enn tvey ár síðan tann dag, at hann fekk revsing fyri brot á somu lóg, verður vanlig sekt hækkað við 25%.
8. Brot á skilhaldsreglur
8.1. Brot á skilhaldsreglu í tolllógini ella í kunngerð, sum hon heimilar, verður ikki revsað við vanligari sekt sambært kapitli 3, um ikki brotið eftir umstøðunum ber við sær harðari revsing.
8.1.1. Brot á skilhaldsreglu verður revsað sambært talvuni niðanfyri og annars sambært galdandi rættarsiðvenju.
Áseting | Brot | Sekt |
§ 13, stk. 1, 2. pkt., í tolllógini. | At flýggja út vøru, áðrenn tollavgreiðsla er framd, sama um brotið er framt við vilja ella av grovum ella vanligum ósketni. | Kr. 2.000 fyri hvørja sending. |
§§ 27 a, stk. 2, og 29, stk. 3, um fráboðan av tøkum peningi í tolllógini. | Manglandi fráboðan um reiðupening, sum hevur eitt virði á meira enn 10.000 evrur. | 25% av upphæddini, sum fer upp um 10.000 evrur, og í minsta lagi kr. 5.000. |
§ 34, stk. 1, í tolllógini. | At geva skeiva frásøgn, leggja fram skeiv ella ófullfíggjað skjøl ella geva villleiðandi upplýsingar í fleiri førum innan fyri tvey ár av vanligum ósketni. | Kr. 3.000. |
§ 35, nr. 1, í tolllógini. | At bróta, taka burtur ella avmarka tollstongsul, sum tollvaldið hevur ásett, ella at taka burtur eyðkennismerki, sum tollvaldið hevur ásett (seglbrot). | Kr. 5.000 fyri hvørt eyðkennismerki. |
§ 35, nr. 2, í tolllógini. | Ikki at lúka skyldu til at vísa tollvaldinum á vøru, ið er undir tollstongsli. | Kr. 5.000. |
§ 26, smb. §§ 8, stk. 1, ella 16, stk. 1, í kunngerð um tolleftirlit. | Ófráboðað koma við flogfari ella ófráboðað/ov seint fráboðað koma við skipi. | Kr. 5.000 fyri hvørja komu. |
§ 26, smb. §§ 8, stk. 2, 16, stk. 2, ella 17, stk. 1, í kunngerð um tolleftirlit. | Manglandi ella órættstundis innlating av skjølum. | Kr. 5.000 fyri hvørja komu. |
§ 9, smb. § 4 í kunngerð um undantaksloyvi frá flutningsfeløgum og speditørum at flyta vøru beinleiðis til móttakaran. | Ikki at lata TAKS fáa vørusending frá privatpersóni til eftirkanningar, áðrenn hon verður útflýggjað. | Kr. 2.000 fyri hvørja sending. |
9. At áleggja sekt
9.1. Ein fráboðan sambært § 37, stk. 1, í tolllógini um, at mál kann avgerast uttan rættarsókn, um tann, ið avgerðin viðvíkur, játtar seg sekan og játtar at gjalda ásetta sekt, skal lúka treytirnar í rættargangslógini um innihaldið í ákæruriti, sbrt. § 37, stk. 4, í tolllógini.
9.2. Ein fráboðan sambært § 37, stk. 1, í tolllógini um, at mál kann avgerast uttan rættarsókn, um tann, ið avgerðin viðvíkur, játtar seg sekan og játtar at gjalda ásetta sekt, skal innihalda upplýsingar um, at viðkomandi kann krevja avgerðina lagda fyri Føroya Rætt, og at hetta skal gerast innan 14 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd honum.
9.3. Sekt skal sum meginregla gjaldast á staðnum. Hetta er eisini galdandi fyri persónar, sum ikki búgva í Føroyum.
9.3.1. Tann, ið fær sekt álagda, skal sum skjótast hava skrivliga fráboðan um sektarásetingina. Verður fráboðanin send honum, skal hon sendast sum innskrivað bræv.
9.3.2. Hevur viðkomandi játtað seg sekan og játtað at gjalda sektina, men hevur ikki goldið hana á staðnum, eigur skrivlig áminning at verða send honum um at gjalda innan ásetta freist, t.d. 14 dagar. Er sektin tá ikki goldin, verður áminning send við upplýsing um, at málið uttan aðra ávaring verður sent til innheintingar, um ikki er goldið innan 14 dagar.
9.4. Tollsektarfrásøgn skal skrivast í hvørjum føri, tá ið sekt verður áløgd, og hon skal undirskrivast av tí ella teimum, sum hava avdúkað brotið.
9.5. Tollvaldið ella løgreglan tess vegna kunnu halda aftur flutningsfari, ið nýtt verður til smugling ella roynd til smugling av vøru inn á tolløkið ella til flutning av slíkari vøru á tolløkinum. Afturhaldið kann vara, til gjald ella gjaldstrygd er veitt fyri toll- og avgjaldsupphæddir, sektarupphæddir og sakarmálskostnað, ið skyldast eigara ella skipara, manning ella øðrum í tænastu á flutningsfarinum, sbrt. § 40, stk. 1, í tolllógini.
9.5.1. Sekt, ið áløgd er eigara av útlendskum skipi ella skiparanum, tí eingin eigari er til vøruna, skal gjaldast, áðrenn skipið sleppur at sigla.
9.6. Vøra, ið komið verður framá undir smugling ella smuglingsroynd ella við kanning sambært § 29, stk. 8, í tolllógini, verður ikki at útflýggja, fyrr enn goldið er fyri skyldigar toll- og avgjaldsupphæddir, sektarupphæddir og møguligan sakarmálskostnað, sbrt. § 39, stk. 2, í tolllógini, við tí fyrivarni, at vanligu innflutningstreytirnar eru hildnar.
9.6.1. Afturhildin vøra skal merkjast við skrásetingarnumrinum á sektini við seðli, sum ikki skaðar vøruna, herundir innpakking. Vøran skal goymast fyri óviðkomandi á tryggum staði.
9.6.2. Vøra, sum ikki er heintað síðsta dag annan mánaðin eftir, at mál er endaliga avgjørt, skal seljast á uppboðssølu. Metir tollvaldið ikki, at vøran kann seljast, skal oyðileggjast undir eftirliti av tollleiðaranum. Hetta skal gerast minst eina ferð um árið.
10. Gildiskoma
10.1. Toll- og skattaráðið hevur á fundi tann 15. desember 2021 tikið undir við at seta hetta rundskriv í gildi.
10.2. Hetta rundskriv kemur í gildi 1. februar 2022.
10.3. Hetta rundskriv kemur í staðin fyri rundskriv nr. 3 frá 2016 um fyrisitingarligar sektarásetingar fyri brot á tolllógina.
TAKS, 24. januar, 2022
Eyðun Mørkøre Birta Biskopstø
Stjóri Deildarstjóri