Rundskriv nr. 2/2016
um broyting av roknskaparári hjá feløgum
Roknskaparárið hjá persónliga skattskyldugum er álmanakkaárið fyri ta endaligu álíkningina. Persónliga skattskyldug kunnu ikki broyta roknskaparár
Hjá feløgum v.m., sambært skattalógini § 1, stk. 1, nr. 8-17, sum reka sjálvstøðuga vinnu, verður skattur fyri ávíst skattaár lagdur út á inntøkuna í tí inntøkuári, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum frammanundan, sbr. skattalógin § 24, stk. 2
Partafeløg, har helvtin ella meira av partapeninginum er á somu hondum, skulu hava sama roknskaparár, skattalógin § 21, stk. 1.
Er felagið liður av einum samtaki , krevur ársroknskaparlógin § 15, stk. 5 sum meginreglu, at felagið hevur sama inntøkuár sum hini feløgini í samtakinum.
Til at hava annað inntøkuár enn tað, ið feløg v.m. higartil hava nýtt til uppgerð av skattskyldugari inntøku, krevst loyvi frá líkningarvaldinum frammanundan, sambært skattalógini § 24, stk. 4, sbr. stk. 3.
Umsóknir um at broyta roknskaparár til álmanakkaár verða í høvuðsheitinum altíð gingnar á møti, meðan umsóknir um at broyta roknskaparár frá álmanakkaári til brotið roknskaparár verða gingnar á møtið, í tann mun broytt verður til ein ársfjórðing.
Um eitt felag søkir um at fáa brotið roknskaparskeið umlagt til annað brotið roknskaparskeið, verður umsóknin eisini gingin á møti, í tann mun broytt verður ein ársfjórðing.
Hevur TAKS varhugan av, at ein umsókn um broyting av roknskaparári einans hevur til endamáls at fáa eina longri gjaldfreist við skattinum, verður umsóknin ikki gingin á møti.
Við broyting av inntøkuári má tað tryggjast, at øll roknskaparskeið verða skattað, og tað kann ikki góðtakast, at eitt skattaár dettur burturímillum.
Dømi:
Um eitt felag ynskir at broyta roknskaparár frá 1. oktober 2012 – 30. september 2013, ið er skattaárið 2014, til framyvir at umfata 1. apríl – 31. mars kann felagið ikki lata skiftisroknskaparárið verða 1. oktober 2012 -31. mars 2014 (18 mðr.) við tað at hetta inntøkuárið sambært skattalógini § 24, stk 2 er grundarlag undir skattingini í skattaárinum 2015, og skattaárið 2014 harvið hevði dottið burturímillum. Felagið skal tí lata skiftisroknskaparskeiðið verða 1. oktober 2012 – 31. mars 2013, sum er grundarlagið undir skattingini fyri skattaárið 2014.
Tá eitt roknskaparár verður broytt, skal inntøkan ikki tillagast til eitt 12 mánaðarskeið. Somuleiðis við avskriving sambært avskrivingarlógini, ið bert verður loyvd við teimum í avskrivingarlógini nevndu procentsatsum sum skattaársavskriving uttan mun til longdina á roknskaparskeiðnum. Sjálvt um inntøkuárið soleiðis kann verða býtt upp í tvey roknskaparskeið, verða roknskaparskeiðini at rokna sum eitt inntøkuár.
Í slíkum førum má sostatt ansast eftir, at tað bert verður avskrivað sambært avskrivingarlógini eina ferð í inntøkuárinum/skattaárinum.
Tað er ikki neyðugt at søkja TAKS um broyting av roknskaparári, so leingi tann fyrsta sjálvuppgávan hjá felagnum ikki er latin inn ella átti at hava verið latin inn.
Tað skal gerast vart við, at roknskaparárið sambært vinnufelagslógini er viðtøkubundið, og at umsóknirnar um broyting av roknskaparári tí mugu viðgerast í samsvar við reglurnar hjá skrásetingarmyndugleikanum.
Tí má tað í skrivinum, tá TAKS loyvir broyting av roknskaparári, gerast vart við, at viðtøkur felagsins mugu broytast, og skrásetingarmyndugleikin skal hava fráboðan um viðtøkubroytingina innan 4 vikur.
Feløg hava sum so ikki krav uppá at fáa eina umsókn um broyting av roknskaparári játtaða. Tí kann ein avgerð, tá broyting ikki verður loyvd, kærast fyrisitingarliga.
Viðv. krøvum til umlegging sambært ársroknskaparlógini
Vísast skal til § 15 í ársroknskaparlógini, ið sigur, at roknskaparárið skal vera 12 mánaðir. Tó kann tað fyrsta roknskaparskeiðið verða longri ella styttri enn 12 mánaðir, tó hægst 18 mánaðir. Seinni broytingar av roknskaparári kunnu bert. fara fram, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi. Roknskaparskeiðið skal tá vera styttri enn 12 mánaðir.
Virkir, sum hoyra til sama samtak, skulu hava sama roknskaparár, um ikki serstøk viðurskifti gera seg galdandi. Um tað við stovnan av einum samtaki, er neyðugt at broyta roknskaparár hjá dótturfelagi ella móðurfelagi, kann roknskaparskeiðið tó verða upp til 18 mánaðir.
Hetta rundskriv kemur í staðin fyri rundskriv nr. 1 frá 13. januar 1994 um broyting av roknskaparári hjá feløgum.
TAKS
Argir, 19. august 2016
Eyðun Mørkøre, stjóri
Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðingar