Rundskriv nr. 3 frá 25. sept. 1986
viðv. skattligari viðgerð av endurgjaldsveitingum frá tryggingarstovnum
Sum skattskyldugar inntøkur skulu t.d. roknast:
a) Endurgjøld fyri mistar inntøkur,
b) endurgjøld fyri varandi mein,
c) endurgjøld fyri tap av vinnuevni,
d) endurgjøld fyri tap av forsyrgjara,
tá ið endurgjøldini, nevnd undir b)-d), verða útgoldin sum tíðarviss gjøld.
Tá ið tey undir b)-d) nevndu endurgjøld verða útgoldin sum ein kapitalupphædd, skulu tey ikki roknast við í skattskyldugu inntøkurnar.
Niðanfyri tilskilaðu endurgjøld skulu vanliga ikki roknast við í skattskyldugu inntøkurnar:
a) Endurgjald fyri ónáðir í starvi og støðu,
b) endurgjald fyri brotið hjúnabandslyfti,
c) endurgjald fyri ærumeiðing,
d) endurgjald fyri sviða og sársaka,
e) endurgjald fyri lýti og misprýði,
f) endurgjald fyri útreiðslur í samband við heilsubót, eitt nú flutning til og frá sjúkrahúsi.
Tilskilast skal, at tær skattskyldugu endurgjaldsveitingarnar eru A-inntøkur, sum skulu ávísast um eitt avrokningarstað.
Vart verður gjørt við, at tað finnast aðrar enn frammanfyri umrøddu endurgjaldsveitingar.
Líkningarráðið vegleiðir í ivamálum.