Rundskriv nr. 1 frá 25. mars 1997
um skattliga viðgerð av endurgjøldum fyri ferðaútreiðslur v.m. hjá nevndarlimum o.ø.
Innleiðing
Ásannandi, at Skattalógin og Vegleiðingarskriv I frá 1996 ikki í nóg stóran mun upplýsa, hvussu endurgjøld fyri ferða- og flutningsútreiðslur hjá føroyskum og útlendskum nevndarlimum skulu skattast, verður við hesum gjørd niðanfyristandandi vegleiðing.
Skattafrí inntøka
Sum heild eru endurgjøld sum arbeiðsgevari rindar fyri ferðing og uppihald hjá arbeiðstakara, sum ferðast í ørindum fyri arbeiðsgevaran, ikki skattskyldug inntøka. Í hesum sambandi verður víst til § 29, nr. 7 í skattalógini og kap. D, nr. 4 í Vegleiðingarskrivi I, 1996 frá Líkningarráð Føroya.§ 29,7 í S. eisini nevndarlimir o.ø.
Reglurnar í § 29, nr. 7) eru eisini galdandi fyri løntar sum óløntair limir í nevndum, umboðum, ráðum og líknandi, harafturat fyri persónar, sum virka sum hjáhjálp hjá nevndum v.m..Ferðast løntakarin í ørindum fyri arbeiðsgevara, er endurgjaldið skattafrítt, um endurgjaldið er eftir:
Treytir fyri skattafrítt endurgjald
- rokning, (útreiðslurnar skulu skjalprógvast)
- teim av Líkningarráðnum ásettu upphæddum (ikki er neyðugt at skjalprógva útreiðslurnar)
Um so er, at útreiðslurnar ikki kunnu skjalprógvast, so eru tær av Líkningarráðnum ásettu upphæddir galdandi.A-inntøka
Um arbeiðsgevari rindar størri endurgjald, er upphæddin sum fer upp um rokningina, ella tær av Líkningarráðnum ásettu upphæddum, A-inntøka, eftir § 60, 1. stk. nr. 1 og nr. 8 í skattalógini.Uppgerð
Uppgerð og avrokning skulu gerast fyri hvørja ferð sær, og skal uppgerðin verða skjal í roknskapi arbeiðsgevarans.Omanfyri nevnda vegleiðing viðv. endurgjøldum fyri ferða- og flutningsútreiðslur hjá nevndarlimum o.ø., verður samstundis sett sum ískoyti til kap. D, nr. 4 í Vegleiðingarskriv frá Líkningarráðnum fyri 1997.