Rundskriv nr. 3 frá 23. mai 2007
um virðisáseting av fiskiførum pr. 31/12-2006
Hetta rundskriv skal nýtast sum vegleiðing í samband við eina uppgerð av metta handilsvirðinum á fiskiskipum pr. 31/12 – 2006. Ùtgangsstøði er roknskapurin gjørdur upp eftir ársroknskaparlógini fyri eitt virki í gongd (going concern). Grundarlagið verður tí tikið í innara virðinum í felagnum. Pr. 31/12 – 2006. Afturat verður so lagt møguligt goodwill, um hetta ikki er við í roknskapinum.
Ymiskir postir í roknskapinum verða rættaðir til, um veruliga virði pr. 31/12 – 2006 er annað enn uppgivið í roknskaparvirðisásetingini. Hetta kann eitt nú vera virðið av fiskifari við veiðiloyvi.
Tá samlaða handilsvirði á fiskifari við veiðiloyvi viðroknað immateriellu “ognini” fiskiloyvi , sum er tillutað felagnum, ið eigur fiskifarið verður gjørt upp, kann atlit takast til viðurskifti nevnd niðanfyri í ársroknskapinum:
Lóggávan um veiðiloyvi og fiskiloyvi, sum felagið hevur fingið loyvi eftir.
Støddin á veiðifarinum.
Hvat slag av loyvi á landleiðini og leiðum uttan fyri føroysku landleiðina hevur fiskifarið/felagið.
Veiðiloyvi og fiskiloyvi á føroysku landleiðini og á leiðum hjá londum, hvar sínámillum fiskivinnuavtala er gjørd við (Íslandsloyvi).
Veiðiloyvi bert á leiðum hjá londum, sum vit hava gjørt sínámillum fiskivinnuavtalu við (Barentshavið).
Veiðiloyvi, men bert fiskiloyvi frá londum, sum serlig avtala er gjørd við skip fyri skip (keypt kvota/loyvi).
Annað, sum hevur týdning fyri handildvirðið.
Omanfyrinevndu loyvir av ymiskum slag, kunnu rímiliga lætt staðfestast, tí tey verða givin av fiskimálaráðnum.
Harumframt verður atlit tikið til:
a) Útlitini hjá fyritøkuni frameftir, søla, prísir á framleiddu vøruni og rakstrarútreiðslurnar
b) Avtala um framtíðar samstarv við aðrar felagsskapir, sum vil ávirka úrslitið í framtíðini.
c) Er úrslitið hjá felagnum treytað av sínamillum samráðingum við onnur lond um fiskiloyvi, og framtíðarúrslitið her heldur ótrygt. Skal virðið lækkast? Ella møguliga hækkast, tí aðrir faktorar spæla inn?
d) Stavar vinningurin seinastu tíðina frá serliga stórum eingangsinntøkum?
e) Hava óvanliga stórar fíggjarligar inntøkur/útreiðslur ávirkað úrslitið seinasta árið/árini?
f) Hvussu leingi hevur felagið fiskiloyvi? Her má munur gerast á loyvi á føroysku landleiðini ella loyvi frá sínamillum fiskivinnuavtalum
g) Hvussu trygt er fiskiloyvi (keypt kvota/loyvi) frá øðrum tjóðum. Hvussu stabil eru politisku viðurskiftini.
h) Vandin fyri at fiskasløg, sum fiskast kann av uttan “avmarkingar”verða kvoteraði.
i) Roynd eigur at verða gjørd at finna fram til, at endaliga virðisásetingin samsvarar við ein møguligan prís, sum ein triði óheftur persónur vildi givið fyri fiskiloyvi og fiskifar.
j) Er talan um eitt virki, sum vil halda fram (going concern), ella liggur tað í kortinum, at felagið vil halda uppat, og so selja bæði veiðiloyvi (fiskifarið) og fiskiloyvi? Ella bert fiskiloyvi, og so nýta fiskifarið við veiðiloyvi til aðra veiði, sum felagið hevur rætt til?
k) Møguligar kendar siðvenjur á økinum, sum kunna hava ávirkan á virðið á fiskifarinum pr. 31/12 - 2006.
Møguleiki er eisini fyri at fáa eina meting um virðisáseting frá einum skipsmeklara ella øðrum fakfólki.
Ein frágreiðing skal gerast, sum tilskilar hvat slag av loyvi fiskifarið hevur, og hvørji viðurskifti serliga eru tikin atlit til og lagdur dentur á fyri at koma fram til metta handilsvirðið pr. 31/12 – 2006. Skattliga útveganarvirðið verður ásett til eitt mett handilsvirði, og sett inn í eina skattauppgerð við ásetta handilsvirðinum gjørd upp eftir Kapitalvinningsskattalógini § 28, grannskoðari váttar til sannan.
Argir, tann 23. mai 2007
Toll- og skattstova Føroya, Stýrið