Skriva út

Rundskriv nr. 4 frá 20. mars 1992

um frádrátt fyri tap uppá skuldarar

Vegleiðandi reglur, tá frádráttur fyri tap uppá skuldarar verður gjørdur sambært § 1, 3. stk. í kunngerðini.

Í kunngerð nr. 13 frá 12. februar 1992 um tap uppá skuldarar, hevur Landsstýrið ásett reglur fyri, nær tap uppá skuldarar kann dragast frá í inntøkuuppgerðini.

Líkningarráð Føroya hevur harafturat samtykt, at tá skuldin er eldri enn 3 ár og upphæddin er 3.000,- kr. ella minni, verður frádráttur loyvdur uttan at vissa er fingin fyri, at peningurin er mistur eftir reglunum í nevndu kunngerð. Upphæddin er sostatt hækkað úr 1.500,- til 3.000,- kr.

Í § 1, stk. 3 í kunngerðini er ásett: "Eisini kann frádráttur verða gjørdur, tá ið kravið eftir eini ítøkuligari meting verður hildið at vera mist fult ella partvíst".

Um hesar reglur er fyrst at siga, at líkningarmyndugleikarnir - eins og í øðrum metingarmálum - skulu góðkenna hesar frádráttir.
Tá frádráttir verða gjørdir sambært § 1, stk. 3 í nevndu kunngerð mælir líkningarráðið til at fylgja hesi mannagongd:
Skattskyldugi skal við sjálvuppgávuni lata inn eitt skrivligt yvirlit, sum vísir hesar skuldarar. Yvirlitið skal geva hesar upplýsingar um hin einstaka skuldaran:

1. Navn.
2. Bústað.
3. Peningaupphædd.
4. Nær rætturin til peningakravið er fingin (ár).
5. Frágreiðing um hví avskriving verður gjørd ella váttan frá advokati. 

Viðvíkjandi upplýsing nr. 5 skal tilskilast, at ein einsamøll grundgeving um, at tað ikki lønar seg at innheinta peningin gevur ikki rætt til frádrátt. samanber her við "3.000,- kr. / 3 ára regluna".

Um tað skrivliga yvirlitið vantar ella um ein ella fleiri av nevndu fimm upplýsingum vanta í yvirlitinum, verður frádráttur ikki loyvdur.

Hetta rundskriv hevur gildi fyri skattaár, sum fella saman við ella enda í álmanakkaárinum 1991.