Rundskriv nr. 4 frá 3. desember 1997
um framflyting av halli við skiftandi sløgum av skattskyldu
Innleiðing
Ásannandi, at skattalógin og Vegleiðingarskriv I frá 1996 ikki í nóg stóran mun upplýsa, hvussu hall í tí skattskyldugu inntøkuni kann flytast fram, tá talan er um skiftandi sløg av skattskyldu, verður við hesum gjørd niðanfyristandandi vegleiðing.§ 33, nr. 5a) í skattalógini
Um so er, at skattauppgerðin eitt ár vísir hall, kann hetta verða flutt fram til frádrátt í tí skattskyldugu inntøkuni fyri 5 tey næstu árini sambært reglunum í § 33, nr. 5a) í skattalógini.Innan áðurnevnda tíðarskeið kann hallið tó bert flytast fram til eitt seinri inntøkuár, um so er, at ikki er pláss fyri tí í skattskyldugari inntøku í árinum frammanundan. Hallið skal sostatt nýtast skjótast møguligt.
Um so er, at tann skattskylduga inntøkan vísir hall í fleiri inntøkuárum, skal tað elsta hallið nýtast fyrst.
Undir hvørjari skattskyldu stavar hallið frá?:
Fyri at fáa greiðu á, um hallið er eitt hall sum kann flytast fram, er neyðugt, at fáa staðfest, undir hvørjari skattskyldu hallið stavar frá.Full- og avmarkað skattskylda
Um hallið er frá einum inntøkuári har skattgjaldarin er avmarkað ella fult skattskyldigur til Føroya, kann hallið flytast fram til frádrátt í einum inntøkuári, har full skattskylda er og, undir ávísum treytum, har avmarkað skattskylda er.Eingin skattskylda
Um hallið stavar frá einum inntøkuári har skattgjaldarin ikki er skattskyldigur til Føroya, kann hetta hall tó ikki verða flutt fram til frádrátt í skattskyldugari inntøku fyri 5 tey næstu árini.Hvussu er skattskyldan fyri 5 tey næstu árini, tá ið hallið kann flytast fram?:
Full skattskylda
Tá talan er um inntøkuár, har skattgjaldarin er fult skattskyldigur til Føroya, kann alt hallið flytast fram til frádrátt í tí skattskyldugu inntøkuni fyri avvarðandi inntøkuár.Avmarkað skattskylda
Í inntøkuárum, har skattgjaldarin er avmarkað skattskyldigur til Føroyar, kann hallið í ávísum førum flytast fram til frádrátt í tí avmarkaðaru skattskyldugu inntøkuni. Avgerandi fyri, nær hallið kann flytast fram er, hvat slag av avmarkaðari skattskyldu inntøku talan er um, og um inntøkan stavar frá somu "keldu" sum uppruna hallið stavar frá.B-inntøka
Undir avmarkaðari skattskyldu til Føroya, er loyvt skattgjaldaranum at flyta fram hallið í B-inntøku, sum stavar frá sama virksemi, sum upprunahallið stavar frá. Hinvegin er ikki loyvt at flyta fram hallið í B-inntøku, sum ikki stavar frá sama virksemi, sum upp-runa hallið stavar frá. Hetta er grundað á, at bert tær útreiðslur sum standast av at vinna inntøkuna, kunnu verða frádrignar, sambært § 2, stk. 2 í skattalógini.Sama virksemi
Við sama virksemi er at skilja, t.d. sama vinnuvirksemi ella útleigan av egnum sethúsum.A-inntøka
Undir avmarkaðari skattskyldu til Føroya, er als ikki loyvt skattgjaldaranum at flyta fram hall í A-inntøku. Hetta er grundað á, at skattur teirra, sum eru undir avmarkaðari skattskyldu, og sum í inntøkuárinum bert hava A-inntøku, verður settur til 42% av bruttoinntøkuni, sambært § 8 í ásetingarlógini. Hetta merkir, at als eingin frádráttur er loyvdur í A-inntøkuni, tá skattgjaldarin er undir avmarkaðari skattskyldu til Føroya.A- og B-inntøka
Tá talan er um bæði A- og B-inntøku í tí avmarkaðu skattskylduni, og B-inntøkan stavar frá sama virksemi sum upprunahallið stavar frá, er loyvt at flyta fram hallið í B-inntøkuni, men ikki í A-inntøkuni.Skiftandi skattskyldugur í sama inntøkuári
Um so er, at hall er í einari álíkning sum avmarkað skattskyldigur fyri seinra(fyrra) part av einum inntøkuári, kann hetta hall mótroknast (javnast) í eini positivari álíkning sum fult skattskyldigur fyri fyrra (seinra) part av sama inntøkuári.Tá talan er um at gera upp tað skattskyldugu inntøkuna fyri eitt inntøkuár við skiftandi sløgum av skattskyldu, verða inntøkurnar, positivar og negativar, javnaðar. Í hesum sambandi hevur tað ongan týdning, um talan er um A- ella B-inntøku, og hvaðani inntøkan stavar frá.
Onnur hall
Hall sum stendst av:· tap av lánum og ábyrgdum til vinnuvirki
· uppathaldandi vinnurekan ella útleigan av virki
· uppathaldandi útleigan av sethúsumkunnu einans dragast frá í inntøkuárum har skattgjaldarin er fult skattskyldigur til Føroya.
§ 33, nr. 5bc) í skattalógini
Vart skal tó gerast við, at avmarkingar eru í rættinum til at flyta fram hall í samband við neyðskuldarsemju, skuldareftirgeving, ella sjálvbodna skuldarsemju, og í samband við trotabúgv, gjaldsteðg o.t. Í hesum rundskrivi verður ikki komið nærri inn á hesar avmarkingar, men víst verður í staðin til § 33, nr. 5 b) og c) í skattalógini.Skema
Fyri betri at kunna skilja, hvussu hall kann framflytast, alt eftir slag av skattskyldu og slag av inntøku, eru tey ymsu skattligu viðurskiftini sum nevnd eru frammanfyri, sett inn í skema:Skema 1: Framflytan av halli í mun til slag av inntøku:
Skema 1: Framflytan av halli í mun til slag av inntøku Full skattsk. Avmarkað skattsk. Eingin skattsk. 1. Hall kann flytast fram frá inntøkuár við Ja Ja Nei 2. Hall kann flytast fram til inntøkuár við Ja Ja/Nei *) Nei *) Skema 2: Framflytan av halli til inntøkuár við avmarkaðari skattskyldu:
Framflytan av halli í: Kann hall flytast fram? Ja Nei B-inntøku, sum stavar frá sama virksemi, sum upprunahallið stavar frá. (Sí § 2, stk. 2 í skattalógini) X B-inntøku, sum ikki stavar frá sama virksemi, sum upprunahallið stavar frá (Sí § 2, stk. 2 í skattalógini.) X A-inntøku (Sí § 8 í ávísingarlógini og § 2, stk. 2 í skattalógini) X B-inntøku, sum stavar frá sama virksemi sum upprunahallið stavar frá + A-inntøka (Sí § 8 í ásetingarlógini og § 2, stk. 2 í skattalógini) X **) X **) **) Sí frágreiðing á síðu 2
Dømi Niðanfyri verður víst eitt tonkt dømi, har greitt verður frá, hvussu hall frá einum inntøkuári við fullari skattskyldu verður flutt fram til frádrátt í árum við ymsum sløgum av skattskyldu:
Í Føroyum
Ár
Føroysk inntøka
Útlendsk inntøka
Framflutt hall
Skattskyldug inntøka
Full skattskylda
19x1
- 250.000
0
0
- 250.000
Full skattskylda
19x2
150.000
0
250.000
- 100.000
Full skattskylda hálvt ár
19x3
50.000
Avm. skattskylda hálvt ár
19x3
- 20.000
125.000
100.000
- 70.000
Eingin skattskylda
19x4
0
200.000
0
0
Eingin skattskylda
19x5
0
- 50.000
0
0
Avmarkað skattskylda
19x6
50.000
-100.000
0
50.000
Frágreiðing til dømi:19x1
Skattgjaldarin er fult skattskyldugur til Føroya í 19x1. Í hesum ári hevur hann havt hall av vinnuvirki, og skattskylduga inntøkan gerst negativ við kr. 250.000.19x2
Í 19x2 hevur skattgjaldarin vinning av vinnuvirkinum, og skattskylduga inntøkan gerst positiv við kr. 150.000. Sostatt rúmast kr. 150.000 av hallinum frá árinum frammanundan uppá kr. 250.000 í tí positivu skattskyldugu inntøkuni fyri 19x2. Skattskylduga inntøkan gerst hereftir negativ við kr. 100.000 fyri 19x2.19x3
Í 19x3 er skattgjaldarin fult skattskyldugur til Føroya fyrru helvt av árinum og avmarkað skattskyldigur seinru helvt av árinum.Fyrra helvt
Við ársbyrjan 1993 selur skattgjaldarin vinnuvirkið. Grundað á, at vinnuvirkið verður selt fyri meira enn tað skattliga bókaða virðið, tvs. fyri meira enn útveganarvirðið frádrigið gjørdar skattligar avskrivingar, hevur skattgjaldarin vinning av søluni. Skattskylduga inntøkan fyri áðurnevnda tíðarskeið, verður positiv við kr. 50.000.Seinra helvt
Skattgjaldarin flytur av landinum miðan 19x3 við øllum húskinum, og leigar húsini út. Skattgjaldarin og húskið sanna yvirfyri skattavaldinum, at tey ætla at búseta seg uttanlands fyri eitt longri tíðarskeið. Sostatt gerst skattgjaldarin avmarkað skattskyldugur fyri seinru helvt av 19x3 av teim inntøkum hann hevur frá Føroyum. Fyri seinru helvt av 19x3 hevur skattgjaldarin hall av húsaútleiguni, soleiðis at tann avmarkaða skattskylduga inntøkan frá Føroyum er negativ við kr. 20.000. Útlendska inntøkan er uppá kr. 125.000.Javnan av inntøkuni
Fyrst skulu inntøkurnar fyri árið 1993, sum Føroyar hevur skattingarrættin til, javnast, áðrenn skattgjaldarin kann flyta fram hall frá árum frammanundan. Inntøkurnar sum skulu javnast, eru kr. 50.000 fyri fyrru helvt av 19x3 og kr. - 20.000 fyri seinru helvt av 19x3. Skattskylduga inntøkan fyri 19x3 verður sostatt kr. 30.000. Nú kann restin av hallinum frá 19x1, kr. 100.000 dragast frá í tí skattskyldugu javnaðu inntøkuni. Grundað á, at bert kr. 30.000 rúmast í tí positivu skattskyldugu inntøkuni, gerst skattskylduga inntøkan hereftir negativ við kr. 70.000.19x4
Í 19x4 selur skattgjaldarin sethúsini í Føroyum, og tá húsini hava verið skattgjaldarans ogn í meira enn 2 ár, verður sølan ikki roknað sum skattskyldug inntøka, jbr. § 29, nr. 1) í skattalógini.Skattgjaldarin er ikki skattskyldugur til Føroya í 19x4, og fær tískil ikki nýtt tað sum eftir er av hallinum frá 19x1, kr. 70.000 til frádrátt í 19x4.
19x5
Skattgjaldarin hevur onga inntøku frá Føroyum í 19x5 og er ikki skattskyldugur til Føroya. Tað sum eftir er av hallinum frá 19x1, kr. 70.000 kann sostatt heldur ikki nýtast til frádrátt í 19x5. Útlendska inntøkan er uppá kr. - 50.000, men hetta hall kann ikki verða flutt fram til frádrátt í møguligari skattskyldugari inntøku til Føroya fyri 5 tey næstu árini.19x6
Í 19x6 er skattgjaldarin í summarfrí í Føroyum, og undir uppihaldinum hevur hann eina A-inntøku frá Føroyum uppá kr. 50.000. Av hesari inntøku, er hann avmarkað skattskyldugur til Føroya.19x6 er samstundis seinasta ári, sum skattgjaldarin kann flyta fram hall frá 19x1. Tað sum eftir er av hallinum frá 19x1, kr. 70.000 kann tí ikki dragast frá í tí avmarkaðu skattskyldugu inntøkuni fyri 19x6, tí talan er um A-inntøku (sí § 8 í ásetingarlógini)
Útlendska inntøkan er uppá kr. - 100.000, men hetta hall kann , sum áður greitt frá, ikki nýtast sum frádráttur, hvørki í fult ella avmarkaðari skattskyldugari inntøku frá Føroyum.
Samandráttur:
Høvuðsreglan er, at hall sum er framkomið í tí landi, har skattgjaldarin er skattskyldugur, antin sum fult ella avmarkað skattskyldugur, kann verða flutt fram til frádrátt 5 tey næstu árini, í tí fult skattskyldugu ella undir ávísum treytum í tí avmarkaðu skattskyldugu inntøkuni frá hesum landi.Í ávísum førum kann tað vera trupult at avgera, hvat land hevur skattingarrættin til eina inntøku, sum bæði kann vera positiv og negativ. At fáa staðfest, hvat land hevur skattingarrættin, tá talan er um hall, er tískil avgerandi fyri, í hvørjari inntøku, hallið skal flytast fram. Ein tílík avgerð verður millum annað grundað á teir dupultskattasáttmálar sum Føroyar hevur við tað avvarðandi landið, ella eisini verður gjørd semja millum Føroyar og tað avvarðandi landið, um hvør skal hava skattingarrættin.