Rundskriv nr. 4/2005
um gávusendingar
Gávupakkar, hvørs tollur lítið og einki hevur at týða eru undantikin tolli og avgjaldi. Heimildin til hetta undantak er í § 6, litra h í tolllógini, jbr. § 27 stk. 3 í meirvirðisgjaldslógini.
Tollur og avgjald skal ikki gjaldast fyri vørur, sum verða sendar frá einum privatpersóni uttan fyri Føroyar til ein privatpersón í Føroyum, tá ið talan er um gávupakkar, og innflutningurin er uttan vinnuligt endamál.
Innflutningur uttan vinnuligt endamál er at skilja sum sendingar, ið:
- bert eru av og á, t.d. føðingardagsgáva, jólagáva o.t.
- bert fevna um vørur, ið eru ætlaðar til móttakaran sjálvan ella familju hansara at nýta, og hvørs eginleikar ella nøgd ikki kunnu geva høvi at ivast í, at innflutningurin fer fram við endamáli, ið ikki er vinnuligt
- verða sendar móttakaranum uttan at hann á nakran hátt skal gjalda fyri sendingina
Frítøkan er galdandi fyri vørur, sum í mesta lagi hava eitt virði á kr. 700, fyri hvørja gávu. Um virði á eini vøru fer upp um hesa upphædd, skal tollur og avgjald gjaldast fyri fulla virði á vøruni.
Frítøkan er ikki galdandi fyri vørur sum innihalda alkohol og tubbaksvørur.
Rundskrivið kemur í gildi 1. oktober 2005.
28. september 2005
Toll- og Skattstova Føroya
Óli Heinesen / Birta Biskopstø