Skriva út
Rundskriv nr. 3 frá 12. desember 1994
viðv. uppgerð av skattskyldugari inntøku av mjólkineytum
Ráðið hevur endurskoðað og viðgjørt málið um ta skattligu viðgerðina av neytahaldi.
Ráðið hevur soleiðis ásett niðanfyristandandi reglur.
Tá søla av mjólk fer fram, kemur neytahald undir vanliga bókhalds- og roknskaparskyldu. Er eingin roknskapur latin skattavaldinum, verður inntøkan mett eftir reglunum ásettar í § 104 í skattalógini.
Undantikið tó, tá talan er um bert eina kúgv. Tá verður skattskylduga inntøkan av kúnni sett til 30% av søluni, tó í mesta lagi kr 7.000,00.
Reglurnar í hesum rundskrivi fáa gildi frá 1. januar 1995, og koma í staðin fyri tað, sum er sagt í Vegleiðingarskrivi ráðsins fyri 1994 um skatting av nettoinntøku av mjólkneytum.