Rundskriv nr. 7/2000
um meirvirðisgjald av fólkaflutningi
Broyting av siðvenju í samband við fólkaflutning, ið ikki hevur heimild í meirvirðisgjaldslógini
Sambært § 2, stk. 3, litra f í meirvirðisgjaldslógini eru tænastur í samband við fólkaflutning og flutning av akførum við skipum hjá Strandferðsluni innanoyggja, undantiknar meirvirðisgjaldi.
Sambært viðmerkingunum til meirvirðisgjaldslógina merkir hetta, at allur fólkaflutningur – við bussi, ferju, hýruvogni o.t. – verður hildin uttan fyri avgjaldsskyldu. Hetta skal skiljast á tann hátt, at tað bert er flutningurin av ávíkavist fólki og akførum, sum er undantikin sambært § 2, stk. 3, litra f í meirvirðisgjaldslógini.
Henda reglan hevur, síðani meirvirðisgjaldslógin kom í gildi, verið tulkað og umsitin á tann hátt, at allur flutningur hevur verið meirvirðisgjaldsfríður. Munur hevur sostatt ikki verið gjørdur á, um tann, ið flytur fólkini, sjálvur rekur ferðafólkaflutning, ella um viðkomandi sjálvur útleigar bus við førara sum eina umbidna tænastu fyri tann, ið veruliga rekur ferðafólkaflutning.
Siðvenja av hesari tulking hevur sostatt ført við sær, at virkir, ið útleiga bussar til ferðafólka–flutning, eisini hava verið undantikin meirvirðisgjaldi av útleiguni av bussunum. Henda siðvenja hevur ikki verið heimilað í lógini, og tað er einki í viðmerkingunum til lógina, ið heimilar ella sum stuðlar, at reglan skal verða tulkað so víðkandi, at útleigan av ávíkavist bussum og øðrum tílíkum tænastum, sum hava samband við fólkaflutning, skulu koma undir frítøkuna.
Siðvenja verður tí broytt soleiðis, at hon samsvarar við orðingina og viðmerkingarnar í § 2, stk. 3, litra f í meirvirðisgjaldslógini.
Hetta rundskriv kemur í gildi frá 1. januar 2001.
Rundskrivið førir við sær, at flestu privatu busseigarar skulu meirvirðisgjaldsskrásetast frá 1. januar 2001.
Argir, 25. september 2000
Óli Heinesen
stjóri
/ Beinta Festirstein
deildarleiðari