Rundskriv nr. 1 frá 29. juni 1995
viðv. millumrokningum við partafeløg
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið, hevur fingið spurningar í samband við treytir fyri frádrátti fyri tap orsakað av ábyrgdum og lánum til vinnuvirkir.
Niðanfyri eru spurningarnir endurgivnir saman við støðutakan stovnsins.
Lán til vinnuvirki:
- sp. 1) Um ein persónur (oftast høvuðspartaeigarin) hevur latið einum partafelagi lán og í tí sambandi missir eina ávísa upphædd, tá felagið fer á húsagang. Hvørji skjøl krevur líkningarvaldið tá verða løgd fram.
- sv. ad. 1) Leggjast skulu fram tey skjøl, sum mynda grundarlagið undir flytingunum av láninum frá lánveitara til lántakara. Tá tað er skattgjaldarin, sum hevur próvbyrðuna fyri frádráttinum, skulu skjalprógv, sum møguliga eru eldri enn 5 ár sambært vanligari fyrning, eisini leggjast fram.
- sp. 2) Um lánið er uppstaðið so við og við, so hvørt sum partafelagið hevur havt brúk fyri peningi, og lánið sum so ikki er formaliserað við nevndarsamtykt, men bert er nakrar peningaflytingar frá høvuðspartaeigara til partafelagið. Kann viðkomandi tá fáa frádrátt fyri tapinum á sjálvuppgávuni, og hvørji skjøl skal hann leggja fram?
- sv. ad. 2) Um "millumrokningin í kredit" er uppstaðin so hvørt, sum høvuðspartaeigari rindar rokningar fyri felagið ella lænir felagnum upphæddir "í smáum", verður kravt tað sama, sum nevnt undir 1), nevniliga, at skjøl skulu vera til staðar, sum prógva, at tað er høvuðspartaeigarin (í hesum føri), sum hevur goldið ávísar rokningar fyri felagið, ella skjøl, sum vísa, at peningur er fluttur frá lángevara til lántakara.
- sv. ad. 1) Leggjast skulu fram tey skjøl, sum mynda grundarlagið undir flytingunum av láninum frá lánveitara til lántakara. Tá tað er skattgjaldarin, sum hevur próvbyrðuna fyri frádráttinum, skulu skjalprógv, sum møguliga eru eldri enn 5 ár sambært vanligari fyrning, eisini leggjast fram.
Í báðum førum verður eisini kravt, í hvussu so er, tá talan er um høvuðspartaeigaraviðurskifti, at "transaktiónirnar" kunnu fylgjast í bókhaldinum og roknskapinum hjá felagnum, og skulu upphæddir, sum eru eldri enn 5 ár eisini kunna skjalprógvast og vísast í bókhaldi og roknskapi felagsins.
Veðhald fyri lán til vinnuvirki
- sp. 1) Um ein persónur verður fyri tapi, tí eitt veðhald verður gjørt galdandi, hvørji skjøl skal hann tá leggja fram fyri at fáa frádrátt?
- sv. ad. 1) Um eitt veðhald (í innistandandi ella fastari ogn) verður gjørt galdandi, verður kravt sum prógv fyri frádrátti, at skjalprógvast kann, at ognin er sett í veð fyri lánið, sum vinnuvirkið (altíð triðji maður, ongantíð samskattaður hjúnafelagi) hevur tikið, og at peningurin er mistur.
- Snýr tað seg um lán, sum persónurin tekur við veð í innistandandi ella fastari ogn, og síðani lænir aftur til vinnuvirkið, verður víst til viðmerkingarnar til 1) omanfyri (lán til vinnuvirki).
- sp. 2) Um veðhaldið er solidariskt, og bert ein persónur hevur møguleika at gjalda. Hvørji skjøl skal hann leggja fram?
- sv. ad. 2)Um veðhaldið er solidariskt, er meginreglan tann, at borgsmenn fáa frádrátt fyri teirra lutfalsliga part (skjalprógv sum undir 1). Bert um sannast kann, at hin/hinir borgsmaðurin/mennirnir ikki kunnu gjalda (sí niðanfyri), kann tann sum rindar, draga alt frá.
- sv. ad. 1) Um eitt veðhald (í innistandandi ella fastari ogn) verður gjørt galdandi, verður kravt sum prógv fyri frádrátti, at skjalprógvast kann, at ognin er sett í veð fyri lánið, sum vinnuvirkið (altíð triðji maður, ongantíð samskattaður hjúnafelagi) hevur tikið, og at peningurin er mistur.
Samanumtikið skal eisini vísast til reglurnar um kautiónsútreiðslur (E.3 í Vegleiðingarskrivinum frá 1993, p. 90 og frameftir), har skilliga er greitt frá, hvørjar aðrar treytir skulu vera loknar fyri at fáa frádráttin, eitt nú, at ábyrgdin skal verða gjørd galdandi av ognara, at skuldin skal vera goldin, at aftursókn skal vera roynd móti virki og medborgsmonnum o.s.fr.
Vísast skal til, at í § 33 nr. 2 í skattalógini, soleiðis sum hon er broytt við ll. nr. 4 frá 12. januar 1995, er ásett, at heimildin fyri frádrátti av ábyrgdartapum og tapum av láni til vinnuvirki ikki er galdandi fyri ábyrgdir og lán til vinnuvirki, sum vórðu avtalað 3. desember 1994 ella seinri.