Skriva út

Rundskriv nr. 2 frá 23. mai 2007

um virðisáseting av partabrøvum v.m.

Hetta rundskriv skal nýtast sum generell meginregla fyri í sambandi við virðisáseting av og líkning av juridiskum persónum tó undantiki deyðsbúgv.

1. Inngangur
Partabrøv, ið eru skrásett á virðisbrævamarknaði, verða virðisásett eftir kursinum, sum er skrásettur við dagslok 31. desember 2006.

Partabrøv, sum hoyra undir óskrásettan partabrævaflokk í felagi, ið er skrásett á virðisbrævamarknaði, skulu setast til sama virðið, sum kursurin á teimum partabrøvum, ið eru skrásett, uttan so at tey rættindi, ið eru knýtt at óskrásetta partabrævaflokkinum á avgerandi hátt víkja frá teimum rættindum, ið eru galdandi fyri partabrævaflokkin, ið er skrásettur. Hetta serliga við atliti at rættinum til frammanundan at fáa av óbýttum vinningsbýti. Sama er galdandi fyri rættinum fyri frammanundan at fáa av óbýttum vinningsbýti í sambandi við avtøku av felagnum . Í slíkum førum skal ein ítøkilig meting gerast av virðinum á tí óskrásetta partabrævaflokkinum.

Virðið á óskrásettum partabrøvum v.m. eftir § 1, nr. 1 í kapitalvinningsskattalógini verður sett til handilsvirðið.

Er handilsvirðið á óskrásettum partabrøvum ókent, t.d. av tí at partabrævið ikki hevur verið selt áður, ella tí at umstøðurnar ikki kunnu sigast at kunna vera lagdar til grund í eini meting av handilsvirðinum, kann metingin verða gjørd við útgangsstøði í fylgjandi greinum, sum einans eru vegleiðandi.

2. Hjálpireglan
Útgangastøðið er, at virðið á partabrøvunum verður sett, sum summurin av virðinum á teimum einstøku ognarpostunum í felagnum, minus skuldarpostarnar í felagnum. Afturat hesum virði skal síðani leggjast virðið á møguligum goodwill í felagnum, ið ikki er við í roknskapinum.
Talan er um at finna eitt virði, sum er so nær handilsvirðinum sum gjørligt. Tískil verður uppgerðin tikin viðí grundarlagið í innara virðinum í felagnum við endan á roknskaparskeiðinum, sum endar í 2006. Tó soleiðis, at fylgjandi postar kunnu rættast til, sí fylgjandi greinar.

Fastogn
Ein meting frá fastognarseljara í Føroyum kann nýtast í staðin fyri roknskaparvirðisásetingina, tvs. talan er um eina meting, sum er gjørd av fakfólki á økinum.
Møguligar umbyggingarútreiðslur verða lagdar afturat, um so er, at tær ikki longu eru við í virðismetingini av ognini.
Útlendskar ognir vera ásettar til seinastu almennu fastognarmetingina. Um ein slík ikki er, skal ognin metast av fakfólki á økinum.
Skjalprógv fyri, at viðkomandi er fakfólk á økinum, skal sendast Toll- og Skattstovu Føroya, samstundis sum virðismetingin verður innsend.

Feløg, sum eru sameind
Goymslan av óskrásettum partabrøvum v.m. í feløgum, sum eru sameind ella hava tilknýti, skulu Ásetast til virðið, sum er ásett eftir hjálpiregluni, tá ið handilsvirðið annars er ókent.
Hugtøkini sameind og tilknýtt feløg skulu avmarkast í samsvar við Ársroknskaparlógina.

Goodwill og aðrar immateriellar ognir
Grundarlagið fyri virðisáseting av Goodwill er úrslitið frá roknskapinum trý tey seinastu árini. Sí rundskriv fra Toll- og Skattaráði Føroya.

Viðvíkjandi virðisáseting av immateriellum ognum, herundir veiðiloyvi og mjólkarkvotur, kann virðið broytast soleiðis, at endaliga virðisásetingin samsvarar við ein møguligan prís, sum ein triði óheftur persónur vildi goldið. Virðið, sum funnið verður fram til, skal vera so nær einum handilsvirði sum gjørligt. Til dømis kann fylgjandi vera við til, at virðisásetingin eftir innaravirðinum verður broytt:

a) Útlitini hjá fyritøkuni framyvir, t.d. ein avtala um framtíðar samstarv, sølu osfr.
b) Um støðan er hon, at úrslitið hjá felagnum er treytað av einum ella heilt fáum stórum kunda/kundum, skal virðið hækkast ella lækkast við møguligari óvissu av hesum.
c) Um vinningurin hjá felagnum stavar frá stórum eingangsinntøkum ella
d) -útreiðslum frá eitt nú gransking, skuldaratapi ella óvanliga stórum fíggjarligum inntøkum ella útreiðslum.
e) Livitíðin á immaterellu ognunum osfr.
f) Hvørt talan ikki er um eina „going concern“.
g) Siðvenja á økinum.

Fiskifør við veiðiloyvi
Grundarlagið fyri virðisáseting av fiskiførum við veiðiloyvi hevur støði í rundskrivi fra Toll- og Skattaráði Føroya.
Møguligar umbyggingarútreiðslur verða lagdar afturat, um so er, at tær ikki longu eru við í virðismetingini av farinum.

Fiskifør uttan veiðiloyvi, skip, ferjur og bátar v.m.
Ein virðismeting frá einum skipsmeklara ella øðrum fakfólki, ið hevur sum yrki at selja fiskifør, kann nýtast ístaðin fyri roknskapar virðisásetingina, tvs. talan er um eina meting, sum er gjørd av fakfólki á økinum.
Møguligar umbyggingarútreiðslur verða lagdar afturat, um so er, at tær ikki longu eru við í virðismetingini av farinum.

Útsettur skattur
Útroknaður skattur, sum er útsettur, verður tikin við netto og síðani rættaður til. Negativur útsettur skattur kann vera tikin við, tó til eitt virði, sum er undir „pari“. Útrokning av útsettum skatti skal vísast í einari notu.

Onnur viðurskifti
Møgulig bókað virði av egnum partabrøvum skal ikki takast við í virðisásetingini av innara virðinum. Ásetingin av kursvirðinum á tí nominellu partabrævaognini skal ístaðin, minkast við brotpartinum, sum egin partabrøv umboða í felagnum.

Virðið, sum verður ásett við hjálpiregluni, kann heilt ella lutvíst síggjast burtur frá, tá ið tað hevur týdning og er umráðandi at finna annað egnað virðið, sum er so nær handilsvirðinum sum gjørligt.

Ígildiskoma
Ásetingin er galdandi fyri avgerðir, ið verða tiknar frá og við 23. mai 2007.

Argir, tann 23. mai 2007
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið