Skriva út

Rundskriv nr. 3/2001

um sjóinntøkur

Sjóinntøkur
Grein 25A og grein 25B í skattalógini

Løn frá føroyskum arbeiðsgevara (grein 25A):
Lønir nevndar í grein 25A mugu bert útgjaldast gjøgnum ávís V-tøl. T.v.s. at lønávísarin, áðrenn lønin verður ávíst, skal venda sær til T&S fyri at verða skrásettur sum ávísari av grein 25A inntøkum.

Til hesar inntøkur er knýttur ein frádráttur (grein 60, 1. stk. nr. 9).

Frá og við 2001 er frádrátturin avmarkaður til 15% av 500.000 kr., svarandi til 75.000 kr. Orsakað av, at løntakarin kann arbeiða hjá meiri enn einum arbeiðsgevara, er tað ikki gjørligt hjá tí einstaka arbeiðsgevaranum at vita, nær frádrátturin er komin upp á 75.000 kr. Tí skal arbeiðsgevarin frá og við 2001 ávísa 100% av lønini, á sama hátt sum áðrenn 1998, tá ið frádrátturin kom inn í skattalógina. Frádrátturin verður síðan roknaður av Toll- og Skattstovuni. Lønarlistin skal sostatt fyllast út sum vanligt til allar aðrar lønir. Fyri at Toll- og Skattstovan kann rokna frádráttin, er tað umráðandi, at lønin verður ávíst gjøgnum serligt V-tal, og er hetta tað V-talið, sum higartil hevur verið nýtt til hesar lønirnar.

Áðrenn løn verður goldin, skal arbeiðsgevari verða skrásettur hjá T&S við serligum sjóinntøku V-tali.

Løn frá útlendskum arbeiðsgevara (grein 25A)
Talan er um arbeiðsgevara, sum ikki hevur heimating í Føroyum, og kemur sostatt ikki undir reglurnar í hesum skrivi, uttan so at lønirnar koma undir hugtakið "sjálvboðin lønávísari".

Hesir persónar rinda prinsipielt B-skatt, av tí at lønin ikki verður ávíst gjøgnum A-skattaskipanina. Persónarnir skulu fyribilsskrásetast á vanligan hátt við serligum frádrátti.

Fleiri av hesum persónum hava tó í dag eitt serligt V-tal til sjálvboðnir at flyta lønina gjøgnum skattaskipanina, og kunnu teir framvegis nýta hesa mannagongd og bert ávísa ein part av inntøkuni. T.v.s. bruttoløn minus frádráttin á 15% av lønini. Frádrátturin kann tó hægst vera 75.000 kr. um árið.

Undir øllum umstøðum kann skatturin hjá hesum ikki roknast rætt fyrr enn árið eftir, tá ið sjálvuppgávan er latin inn.

Persónar sum sigla undir FAS (grein 25A)
Grein 25A, stk. 7. Lønin hjá hesum skal framvegis ávísast gjøgnum tað FAS V-talið, sum hevur verið brúkt higartil.

Til hesar inntøkur er knýttur ein frádráttur (grein 60, 1. stk. nr. 9).

Frá og við 2001 er frádrátturin avmarkaður til 15% av 500.000 kr., svarandi til 75.000 kr. Orsakað av, at løntakarin kann arbeiða hjá meiri enn einum arbeiðsgevara, er tað ikki gjørligt hjá tí einstaka arbeiðsgevara at vita, nær frádrátturin er komin upp á 75.000 kr. Tí skal arbeiðsgevarin frá og við 2001 ávísa 100% av lønini, á sama hátt sum áðrenn 1998, tá ið frádrátturin kom inn í skattalógina. Frádrátturin verður síðan roknaður av Toll- og Skattstovuni. Lønarlistin skal sostatt fyllast út sum vanligt til allar aðrar lønir. Fyri at Toll- og Skattstovan kann rokna frádráttin, er tað umráðandi, at lønin verður ávíst gjøgnum serligt V-tal, og er hetta tað V-talið, sum higartil hevur verið nýtt til hesar lønirnar.

Skatturin hjá útlendingum umborð á FAS-skipum er framvegis 42%, sum verður roknaður av inntøkuni, aftaná at frádrátturin, sum Toll- og Skattstovan hevur roknað, er frádrigin. Afturat hesum skal leggjast 0,5% sum gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

Persónar undir fullari skattskyldu verða skattaðir eftir vanligum reglum, t.v.s. av inntøkuni minus tann frádráttin, sum Toll- og Skattstovan hevur roknað.

Áðrenn løn verður goldin, skal arbeiðsgevari verða skrásettur hjá T&S við serligum FAS V-tali.

Bare-boat skip, leigað av føroyskum reiðaravirki
Bare-boat hugtakið er partvíst knýtt at FAS-skipanini á tann hátt, at reiðaríið kann fáa afturborið ein part av lønarútreiðslunum á sama hátt, sum var skipið skrásett í FAS. Eitt bare-boat skip er at sammeta við eitt føroyskt skip, og vil tað siga, at persónar umborð eru skattskyldugir í Føroyum (antin undir fullari ella avmarkaðari skattskyldu). Hetta merkir so eisini, at afturberingin fevnir um lønina hjá øllum persónum umborð. Persónarnir umborð koma undir grein 25A og í praksis er ongin munur á FAS og Bare-boat, tá ið talan er um skatting av persónum og um afturbering.

Til hesar inntøkur er knýttur ein frádráttur (grein 60, 1. stk. nr. 9).

Frá og við 2001 er frádrátturin avmarkaður til 15% av 500.000 kr., svarandi til 75.000 kr. Orsakað av, at løntakarin kann arbeiða hjá meiri enn einum arbeiðsgevara, er tað ikki gjørligt hjá tí einstaka arbeiðsgevaranum vita, nær frádrátturin er komin upp á 75.000 kr. Tí skal arbeiðsgevarin frá og við 2001 ávísa 100% av lønini, á sama hátt sum áðrenn 1998, tá ið frádrátturin kom inn í skattalógina. Frádrátturin verður síðan roknaður av Toll- og Skattstovuni. Lønarlistin skal sostatt fyllast út sum vanligt til allar aðrar lønir. Fyri at Toll- og Skattstovan kann rokna frádráttin, er tað umráðandi, at lønin verður ávíst gjøgnum serligt V-tal, og er hetta tað V-talið, sum higartil hevur verið nýtt til hesar lønirnar.

Áðrenn løn verður goldin, skal arbeiðsgevari verða skrásettur hjá T&S við serligum Bare-boat V-tali.

Persónar sum sigla við útlendskum farmaskipum (grein 25B)
Talan er um lønávísara, sum ikki hevur heimating í Føroyum, og kunnu/skulu hesar lønir ikki ávísast gjøgnum skattaskipanina, men kunnu koma undir hugtakið "sjálvboðin lønávísari".

Hesir persónar rinda prinsipielt B-skatt, og hava teir ein frádrátt í inntøkuni (sí grein 33, litra 13 í skattalógini). Persónarnir skulu fyribilsskrásetast á vanligan hátt við serligum frádrátti. Undir øllum umstøðum kann skatturin hjá hesum ikki útroknast rætt fyrr enn árið eftir, tá ið sjálvuppgávan er latin inn.

Argir, 12. januar 2001

Óli Heinesen 
stjóri 

/ Beinta Festirstein
settur deildarstjóri