Rundskriv nr. 1 frá 12. august 2009
um skattafríar veitingar sambært grein 29, nr. 7) í skattalógin
Sambært § 29, nr. 7) í skattalógini verða ikki tald við í skattskyldugu inntøkuna:
"Gjøld, sum hitt almenna hevur fyriskipað einans til at gjalda kostnað av almennum ella embætisligum starvi, tá tey ikki innihalda nakra samsýning fyri vinnu, og somuleiðis tilsvarandi gjøld, ið loyvishavandi og privat virki rinda".
Henda regla er galdandi, tá ið arbeiðsgevari rindar endurgjald til løntakara fyri:
1) at nýta egnan bil í arbeiðsørindum
2) vistarhald í samband við ferðing í arbeiðsørindum í Føroyum
3) vistarhald í samband við ferðing í arbeiðsørindum uttanlands
Viðvíkjandi 1) At nýta egnan bil í arbeiðsørindum
Endurgjald, tá ið egin bilur verður nýttur í ørindum fyri arbeiðsgevara.
Endurgjaldið er kr. 3,20 fyri kilometurin. Minsta gjaldi fyri ørindi (aftur og fram) er tó 16,00 kr. Endurgjaldið er fyri útreiðslur til brennievni, trygging, skaðar, slit av dekk og annað. Endurgjaldið er ikki skattskyldugt.
Um arbeiðsgevari letur størri endurgjald fyri hvønn km, enn frammanfyri er nevnt, eru upphæddir omanfyri kr. 3,20 skattskyldugar og skulu tær ávísast um afturhalds-skipanina.
Arbeiðsgevari hevur skyldu til at ansa eftir, at teir kilometrarnir, sum endurgoldið verður fyri, samsvara við kilometrarnar, ið koyrdir eru í arbeiðsørindum. Roknskapur skal gerast regluliga og í minsta lagi eina ferð um mánaðan fyri, hvussu nógv koyrt er, og skal hann verða skjal í bókhaldi arbeiðsgevarans.
Um arbeiðsgevari t.d. letur fast gjald um mánaðan sum endurgjald, er gjaldið A-inntøka, sum skal verða ávíst um afturhaldsskipanina.
Um arbeiðsgevarin rindar løntakara kilometurpening fyri at koma til og frá arbeiðsplássi, er peningurin A-inntøka.
Viðvíkjandi 2) Vistarhald í sambandi við ferðing í arbeiðsørindum í Føroyum
Tá ið løntakari ferðast í Føroyum í ørindum fyri arbeiðsgevaran, og hesin rindar endurgjald sambært reglunum hjá tí almenna, er endurgjaldið ikki skattskyldugt.
Gjøldini fyri ferðing eru í løtuni hesi:
Tímapeningur
kr. 15,00
Fullur dagpeningur
kr. 250,00
Harumframt verður veitt náttarviðbót eftir rokning, tó í mesta lagi
kr. 650,00
Náttarviðbót, ikki skjalprógvað
kr. 230,00
Lækkaður dagpeningur, heruppií náttarviðbót
kr. 212,00
Av hesum náttarviðbót
kr. 106,00
Treytirnar fyri at gjøldini kunnu veitast skattafrítt eru, at ferðin varar longri enn 4 tímar, og at ferðin er longri burtur enn 4 km frá arbeiðsstaðnum. Vanliga verður ikki latin dag- og tímapeningur innan fyri somu kommunu.
Arbeiðsstaðið er, um ikki annað er fyrisett, arbeiðsstaðið, ið er ávíst løntakaranum (skrivstova, bygd o.t.) soleiðis, at 4 km markið verður roknað haðani.
Dagpeningur verður roknaður fyri hvørt samdøgur, sum løntakarin er burturstaddur. Er tænastuferðin styttri enn 16 tímar, verður tímapeningur roknaður fyri hvønn ásettan tíma. Er hon longri, verður dagpeningur latin.
Náttarviðbót verður veitt fyri at hava ligið nátt burtur frá arbeiðsstaði. Náttin verður roknað til 8 tímar.
Uppgerð og avrokning skulu gerast fyri hvørja ferð sær, og skal uppgerðin verða skjal í roknskapi arbeiðsgevarans.
Ferðast løntakarin í ørindum fyri arbeiðsgevara, og fær hann útreiðslurnar endurgoldnar eftir rokning, eru tær ikki skattskyldugar, men er tá møgulig dag- og náttarviðbót harumframt A-inntøka.
Rindar arbeiðsgevari størri endurgjald, enn her er nevnt, er upphæddin, sum fer upp um tær alment ásettu upphæddirnar, A-inntøka, sum skal verða ávíst um afturhaldsskipanina.
Viðvíkjandi 3) Vistarhald í sambandi við ferðing í arbeiðsørindum uttanlands
Tá ið løntakari ferðast uttanlands í ørindum fyri arbeiðsgevara, og arbeiðsgevarin rindar endurgjald sambært reglunum hjá tí almenna, er endurgjaldið ikki skattskyldugt.
Almennu gjøldini fyri ferðing uttanlands eru í løtuni hesi:
Danmørk
Fyri tænastuferðir til Danmarkar er dagpeningurin kr. 360 um dagin, á heimferðardegi kr. 200. Harumframt verður goldið fyri innivist á hotelli eftir rokning, tó í mesta lagi kr. 805 fyri hvørja nátt. Tó verður í høvuðsstaðarumráðnum goldið í mesta lagi kr. 970 fyri hvørja nátt. Um starvsfólk ikki skjalprógvar útreiðslur til hotell, fær tað náttarviðbót kr. 250 fyri hvørja nátt.
Full viðbót verður veitt upp til 28 dagar. Aftaná 28 dagar verður avtala gjørd um viðbót í hvørjum einstøkum føri. Henda viðbót skal góðkennast av Fíggjarmálaráðnum.
Onnur lond
Uttan fyri Danmørk verður endurgoldið fyri hotellrokning. Við hotellrokning verður bert roknað við gisting. Er morgunmatur íroknaður, og tað ikki kann fáast at vita, hvat hann kostar, verða 15% drigin frá dagviðbótini.
Umframt gjald fyri hotellrokning kann dagpeningur veitast sambært reglunum hjá uttanríkisráðnum.
Víst verður eisini til rundskriv hjá lønardeildini:
Rundskriv nr. 9002 frá 23. november 2022 um tænastuferðir uttanlands. Galdandi frá 23. november 2022.
Luttekur tann ferðandi í skeiði ella líknandi, har matur er roknaður í skeiðgjaldið (ella í innbjóðing), hevur viðkomandi bert rætt til 1/4 av dagpeninginum. Eru ikki allar máltíðir roknaðar við í gjaldið, verður drigið frá dagpeninginum soleiðis:
fyri morgunmat 15%
fyri døgurða 30%
fyri nátturða 30%
Verður gist á hotelli í Danmørk, og morgunmaturin er við í hotellprísinum, verða ikki 15% drigin frá í dagpeninginum fyri morgunmat. Er gisting roknað við í gjaldið fyri skeiðið, hevur starvsfólkið ikki rætt til náttarviðbót ella endurgjald fyri hotell.
Sambært § 3, stk 2. í kunngerð nr. 1 frá 5. januar 1984 um lønarroknskap v.m. skulu veitingar sambært § 29, nr. 7 bókast á serstakar kontur fyri hvønn løntakara sær í roknskapi arbeiðsgevarans.
Endurgjøld, nevnd í hesum rundskrivi, eru skattafrí, um tey verða veitt ájavnt við tey endurgjøld, sum avtalaði eru til eina og hvørja tíð millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins.
Rundskrivið fær gildi frá 12. august 2009. Rundskriv nr. 4 frá 23. mai 2007 fer samstundis úr gildi.
TAKS
Argir, tann 12. august 2009