Rundskriv nr. 1 frá 5. mars 1991
um skattligu viðurskiftini hjá festibøndum (kongsbóndum)
Í eini roynd at tillaga roknskapar- og skattaviðurskiftini hjá festibøndum, so tey eru tey somu sum hjá øðrum vinnurekandi, hava umboð fyri skattaumsitingina og fyri vinnuna gjøgnumgingið verandi skipan og gjørt eitt uppskot, hvussu skipanin kann broytast.
Tær skattligu broytingarnar eru serliga viðvíkjandi avskriv-ingarreglunum og viðvíkjandi ognaruppgerðini. Í fleiri ár hevur tað verið eitt sindur ógreitt, hvat bóndin eigur og hvat festi, tvs. landið, eigur.
Ein arbeiðsbólkur undir landsstýrinum hevur sitið og arbeitt við ymiskum kunngerðum í samband við, at nýggj jarðarlóg varð viðtikin á tingi í 1989. Hesin arbeiðsbólkurin hevur m.a. arbeitt við ognarviðurskiftunum.
Hesin parturin er nú avkláraður soleiðis, at bóndin (festarin) eigur bert ta eginíløgu, hann sjálvur hevur lagt í festið.
Arbeiðsbólkurin hevur valt at definera alt, sum ikki er eginíløga, soleiðis:
"Íløgur framdar við peningi, fingin til vega á henda hátt, verða ikki roknaðar sum egin íløga:
a) Lán úr jarðargrunninum,
b) Íløgur, sum gjørdar eru úr festikonto,
c) Studningur, sum er latin av tí almenna.
Egið arbeiði, sum ikki er inntøkuført á ársroknskapi festarans, verður ikki roknað sum eginíløga. Inngoldnar rentur og avdráttir til jarðargrunnin verður ikki roknað sum eginíløga."
Við lán úr Jarðargrunninum er at skilja lán ið ikki eru tryggjaði við veð í ognini, mótvegis øðrum lánum har Jarðargrunnurin hevur veð í ognum, eitt nú rakstrargøgnum.
Fyri at fáa loyst trupulleikarnar við skattsetingini hjá festibøndum er neyðugt at taka støði í veruligu støðuni hjá festibøndunum og gera inntøkuuppgerðina út frá hvat veruliga er hent í árinum og á henda hátt koma fram til røttu ognaruppgerðina.
Tvs. tað er neyðugt at skilja ímillum, hvat er almenn íløga í festinum og hvat er privat íløga og harafturat er neyðugt at fáa røttu myndina av ognini, skuldini og eginognini hjá festibóndanum.
Á henda hátt verða festibøndur líkastillaðir við aðrar vinnurekandi, tó soleiðis, at festibøndur ikki kunnu umskipa virksemið til partafelag. Innan føroyskan landbúna eru fleiri studningar, sum tað almenna letur.Flestu av hesum studningum umsitir Jarðarráðið. Teir studningar, ið eru, eru hesir
1. Mjólkarstudningur
2. Rómastudningur
3. Kjøtstudningur
4. Stráfóðurstudningur
5. Seyða- og neytapremiur
6. Avloysingarskipanin
8. Veltistudningur
9. Íløgustudningar:a. Súrhoyggjabrunnar
b. Køstar og landbrunnar
c. Vaskibrunnar í rættum
Studningarnir 1 - 5 eru vanligir rakstrarstudningar, og skulu tí takast við í inntøkuuppgerðina, tað árið teir eru fyri. Nevnast skal, at mjólkarstudningurin verður umsitin á L/F Mjólkarvirki Búnaðarmanna og útgoldin saman við mánaðaravrokningini.
Avloysingarskipanin verður útgoldin árið eftir, og skal tá takast við í inntøkuuppgerðina.
Avloysingarskipanin er ein uppsparingarskipan, har bóndin sjálvur skal gjalda 25%, L/F Mjólkarvirki Búnaðarmanna 25% og landið 50%.
Henda skipanin virkar á sama hátt sum frítíðarskipanin, nevniliga soleiðis, at upphæddin, ið goldin er í einum inntøkuári, verður útgoldin 1. mai árið eftir.Veltistudningur verður latin við ávísari upphædd til hvønn fermetur ein bóndi veltir upp úr nýggjum.
Hjá festibøndum, sum jú ikki eiga jørðina, men bert leiga nýtslurættin, verður veltistudningurin mótroknaður í teimum útreiðslunum, sum ganga til at velta økið. Um veltistudningurin er størri enn kostnaðurin, verður munurin inntøkuførdur. Um kostnaðurin er størri enn veltistudningurin, verður munurin ognarførdur (aktiveraður).
Veltistudningurin verður vanliga ikki útgoldin fyrr enn veltingin er liðug, ella partvís liðug. Fyri at fíggja arbeiði meðan tað er í gerð, verður uppdyrkingarlán veitt úr Jarðargrunninum. Eina ferð árliga verður mált upp hvussu nógv er velt, og studningurin verður ásettur eftir hesi uppmáting og goldin inn á uppdyrkingarlánið. Allar uppdyrkingarútreiðslurnar goldnar við uppdyrkingarláninum. Tá studningurin verður útgoldin kann hann metast sum ein inntøka, meðan tilsvarandi verður avdrátturin á uppdyrkingarláninum útreiðsluførdur.
Hjá ognarbøndum verður veltistudningurin inntøkuførdur og veltikostnaðurin verður ognarførdur (aktiveraður), men er hann ikki avskrivingarbærur.
Íløgustudningarnir verða mótroknaðir í íløguni.
Tá selt verður burturav einum festi, eitt nú til veg, lendingar ella grundøkir, verður peningurin settur á festikontoina hjá viðkomandi festi.
Tað er jarðarráðið, ið umsitur allar festikonti. Í summum førum, nevniliga tá leigað verður burturav festinum til alistøðir, smoltstøðir ella líknandi, ella grót verður selt burturav festinum, verður sum oftast ein partur goldin festaranum, meðan restin fer á festikontoina.
Í teimum førum tá festarin fær pening útgoldnan skal upphæddin takast við í skattauppgerðini. Festarin skal ikki skattast av tí peningi, ið fer á festikontoina.
Tá íløgur verða gjørdar í fastogn á festinum, skal fylgjandi dragast frá:
a. Útgjald av festikontoini
b. Íløgustudningar
c. Lán úr Jarðargrunninum
Tað, sum tá er eftir, eigur bóndin (festarin), og kann hann avskriva tann partin á sama hátt sum onnur vinnurekandi.
Av tí, at útgoldin lán úr jarðargrunninum verða drigin frá íløguni, verða lánini ikki við í fíggjarstøðuni hjá bóndanum (festaranum), og tað er eisini rætt, tí tað eru íløgur, ið jarðargrunnurin hevur goldið. Men roknskapurin skal hava eina notu ella supplerandi upplýsing, sum sigur frá, hvussu stór byrða liggur á festinum.
Hesi "lán" skulu gjaldast aftur, bæði "rentur" og "avdráttir", men bóndin (festarin) kemur ongantíð at eiga tær ognir, ið hann á henda hátt skal gjalda.
Festið fær eitt hægri virði og soleiðis eisini eitt hægri nýtsluvirði.
Út frá hesum sjónarmiði skulu "lánsgjøldini" síðustillast við leiguútreiðslu. Um hetta sjónarmiðið verður lagt til grund, verður skattaásetingin samsvarandi veruleikanum, og ognaruppgerðini hjá bóndanum (festaranum) vísir ta veruligu fíggjarstøðuna, og kann hon tá eisini liggja til grund fyri einum møguligum festaraskifti.
Ein slík umlegging viðførir, at neyðugt verður at tryggja, at tey "lán", ið bøndur hava hjá jarðargrunninum verða býtt sundur í "íløgulán til festi", "íløgulán til ogn festarans" og "rakstrarlán", tí tað er bert "rentan og avdrátturin" av "íløgulánum til festi", ið kann metast sum leiguútreiðsla.
"Rakstrarlánini" eru sjálvsagt fingin til vega fyri at fíggja ein rakstur, ið bóndin (festarin) hevur havt í rakstrinum áður, og tískil skulu teir "avdráttirnir" ikki útreiðsluførast einaferð afturat.
Tey privatu lánini til sethús, sum jarðargrunnurin gevur í einstøkum førum, mugu sjálvandi sammetast við vanlig privat lán.
Føroya Jarðarráð, sum umsitur "lánini" úr jarðargrunninum hevur uppbýtt lánini soleiðis, at tað er gjørligt at síggja á kontonummarinum, hvat tað er fyri eitt lán.
Skipanin er henda:
xxx xx xx x Kontonummar
xxx -- -- - Persónnummar
--- xx -- - Lánislag
--- -- xx - Leypinummar
--- -- -- x Lánistøða
Í løtuni er uppbýtið soleiðis: xxx 01 xx x Festikonto xxx 02 xx x Fjós xxx 03 xx x Sethús xxx 04 xx x Vakstrarhús xxx 05 xx x Seyðahús xxx 06 xx x Rættir xxx 07 xx x Hegn xxx 08 xx x Uppdyrking xxx 09 xx x Traktorar xxx 10 xx x Sláimaskinur xxx 11 xx x Aðrar maskinur xxx 12 xx x Mjólkarvirkir xxx 13 xx x Sláturvirkir xxx 14 xx x Rakstrarlán xxx 15 xx x Kreppulán xxx 16 xx x Eggvirkir xxx 17 xx x Grísagarðar xxx 18 xx x Úthús xxx 19 xx x Jørð xxx 20 xx x Avloysing í samband við festiskifti xxx 21 xx x Hagagrevstur xxx 30 xx x Kommunulán xxx 51 xx x Festileiga xxx 52 xx x Traðarleiga xxx 53 xx x Alistøðir v.m. xxx xx 01 x Lán nr. 1 láninummar xxx xx xx 1 Restskuld xxx xx xx 2 Eftirstøða
Niðanfyri er ein princippskitsa ið vísir hvussu hugsanin er, at tey ymisku lánini skulu viðgerast skattliga framyvir:Lán úr Jarðargrunninum Leiga Vinnulig renta Privat renta Privat leiga Fjóslán x x Sethús, ogn bóndans x x Sethús, ogn hjá F.J. x x Vakstrarhús x x Seyðahús x x Rættir x x Hegn x x Uppdyrking x x Maskinlán x x Rakstrarlán x x
Uppdyrkingarlánini hava eina serstøðu sum greitt er frá frammanfyri.Fyrstu ferð roknskapur verður settur upp eftir hesum reglum, verður kapitalkontoin regulerað við teimum postum ið tiknir verða úr fíggjarstøðuni, tvs. øll ogn hjá Jarðargrunninum og øll "skuld" til Jarðargrunnin. Tó verður neyðugt, at vísa hesar postarnar í einum fylgiskjali til roknskapin eisini framyvir.
Viðvíkjandi mjólkneytum verður framferðarhátturin tann sami sum verður nýttur, sbr. "Vegleiðingarskriv til roknskaparskjal fyri landbúnað".