Skriva út

Rundskriv nr. 19 frá 13/4 1989

viðvíkjandi software


Ráðið hevur viðgjørt spurningin hvussu software skattliga skal viðgerast.

Ráðið hevur á fundi hin 15. februar samtykt, at tann skattskyldugi skal hava møguleika fyri at velja um útreiðslan til útvegan av software skal

kunna dragast frá sum rakstrarútreiðsla ella
kunna aktiverast til avskriving eftir reglunum í avskrivingarlógini.

Sum fylgja av hesum, er sostatt møguleiki fyri, tá ið kostnaðurin av software verður aktiveraður til avskriving, at nýta avsetingar til íløgugrunn til forskotsavskriving av útveganarvirðinum av software eftir reglunum í lóg um íløgugrunnar.