Skriva út

Rundskriv nr. 4/2003

Útleigan av húsum/íbúðum

Hetta rundskriv viðvíkur reglunum fyri skattligu viðgerðini av inntøkum og útreiðslum í samband við útleigan av húsum, ið burturav verða nýtt til útleigan, herundir íbúðarbygningum, sethúsum, íbúðum og summarhúsum umframt útleigan av húsum, har eigarin nýtir ein part til egnan bústað.

A) Hús v.m., ið burturav verða nýtt til at leiga út
Tá skattskylduga inntøkan verður uppgjørd, skal frá inntøkuni verða drigin rakstrarkostnaður, sum í árinum er gingin til at vinna leiguinntøkurnar, tryggja tær og halda teimum við, so sum útreiðslur av at bøta um slit av leigaraávum, brunatrygging umframt hiti og el, tá hetta er íroknað leiguni.

Um eigarin ikki býr í húsunum ella ikki hevur rúm til taks, kunnu rentur av lánum, ið eru nýtt til útvegan, umbygging v.m. dragast frá í skattskyldugu inntøkuni.

Skattlig avskriving kann ikki gerast, um húsini verða nýtt til bústaðar ella endamál í sambandi við hetta, jbr. tó § 17, stk. 1 í avskrivingarlógini. Útreiðslur til betran kunnu ikki dragast frá.

Hall í sambandi við útleigan kann dragast frá í aðrari inntøku, um talan er um vinnuligt virksemi. Tá mett verður, um talan er um vinnuligt virksemi, skulu atlit takast til, hvør orsøkin til hallið er.

Er orsøkin til hallið, at útreiðslur, ið ikki viðkoma útleiganini av húsunum eru drignar frá, verður frádráttur ikki loyvdur.

Yvirhøvur kann sigast, at tá talan er um hall, er orsøkin oftast stórar rentuútreiðslur. Hesar eru oftast størstar tey fyrstu árini. Vísir fíggjarætlanin, at rentuútreiðslurnar við tíðini falla, og virksemið fer at geva yvirskot, bendir hetta á, at talan er um vinnu. Tó er tað altíð tey veruligu viðurskiftini, ið eru avgerandi.

Eru húsini bygd ella keypt til at leiga út, bendir hetta á, at útveganin er farin fram við vinnuligum endamáli fyri eyga.

Er talan um, at húsini verða útleigað fyribils, t.d. tí eigarin flytir uttanlands, ella tí eigarin ikki hevur ráð til at búgva í húsunum fyrstu árini, so vil hetta benda á, at talan ikki er um vinnuligt virksemi. Sama er galdandi um leigað verður út til undir marknaðarprís.

Víst verður annars til vegleiðingarskrivið um vinnuligt virksemi.

B) Útleigan av húsum v.m., har eigarin nýtir ein part til egnan bústað
Tá skattskylduga inntøkan verður uppgjørd, skal frá inntøkuni verða drigin rakstrarkostnaður, sum í árinum er gingin til at vinna leiguinntøkurnar, tryggja tær og halda teimum við, so sum útreiðslur av at bøta um vanligt slit, brunatrygging og hiti og el, tá hetta er íroknað leiguni.

Skattlig avskriving kann ikki gerast, um húsini verða nýtt til bústaðar ella endamál í sambandi við hetta, jbr. tó § 17, stk. 1 í avskrivingarlógini. Útreiðslur til betran kunnu ikki dragast frá.

Rentuútreiðslurnar kunnu ikki dragast frá. Ístaðin verður latin rentustuðul, jbr. § 2a í lóg um rentustuðul.

Hall kann dragast frá, um talan er um vinnuligt virksemi. Neyv meting eigur at verða gjørd í hvørjum einstøkum føri. Av tí at renturnar ikki verða drignar frá í inntøkuni, átti tað av røttum ikki at verið vanligt, at talan er um hall. Vísir úrslitið hall kortini, vil hetta benda á, at talan ikki er um vinnuligt virksemi. Heilt góðar orsøkir eiga tí at fyriliggja, áðrenn tílíkt hall kann dragast frá.

Hetta rundskriv kemur í staðin fyri rundskriv nr. 1 frá 15. februar 1996 og verður at nýta í øllum málum framyvir.

Tórshavn, 22. september 2003

TOLL- OG SKATTSTOVA FØROYA, STÝRIÐ