Skriva út

Rundskriv nr. 1/2005

um at innflyta vørur undir garanti

Vøra, sum verður innflutt sum umbýtisvøra og vøra, ið verður innflutt undir garanti, kann flytast inn toll- og avgjaldsfrítt í garantitíðini. Garantitíðin í hesum sambandi er tann tíðin, ið garantiið er fyri.

Sama er galdandi fyri umbýtislutir, eykalutir og umvælingar av vørum, sum eru undir garanti.

Treytin fyri at verða frítikin fyri at gjalda toll- og avgjald er, at tað skilliga sæst á fakturanum ella proformafakturanum frá seljara, at talan er um umbýtisvøru undir garanti ella, at talan er um garantiumvæling.

Skal keyparin gjalda fyri vøruna ella umvælingina og verður faktureraður fyri hana, kann vøran ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt, men skal tollavgreiðast eftir avgjaldsskylduga virðinum. Virðisásetingin skal grundast á vanligar søluprísir fyri vøruna ella vanligan kostnað fyri umvælingina.

Toll- og Skattstovan kann krevja skjalprógv fyri, at vøran er undir garanti t.d. keypssáttmála. Toll- og Skattstovan kann eisini krevja upprunafaktura fyri vøruna.


Á Argjum, 10. mars 2005

TOLL- OG SKATTSTOVA FØROYA, STÝRIÐ