Serlig kunngerð um skattskyldiga inntøku fyri 2016
Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldigu inntøku sína, áðrenn niðanfyrinevndu freistir eru úti.
Øll, sum fáa sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu, skulu lata hesar inn aftur. Vegleiðandi bræv um hetta verður sent við postinum í næstum.
Vanligir skattgjaldarar og sjálvstøðugt vinnurekandi við roknskaparskyldu
Skattgjaldarar, ið ikki hava roknskaparskyldu, skulu lata inn sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2016 í seinasta lagi 1. mai 2017.
Somuleiðis skulu sjálvstøðugt vinnurekandi og skattgjaldarar við roknskaparskyldu lata inn sjálvuppgávu, roknskap, kapitalvinningssjálvuppgávu og ognaruppgerð fyri 2016 í seinasta lagi 1. mai 2017.
Allur roknskapur skal latast inn saman við sjálvuppgávuni í talgildum excel-formati á www.borgaragluggin.fo. Standard roknskaparleistir finnast á heimasíðuni hjá TAKS.
Feløg, felagsskapir o.tíl.
Feløg, felagsskapir o.tíl., hvørs roknskaparskeið endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2016, skulu lata inn sjálvuppgávu, roknskap og kapitalvinningssjálvuppgávu í seinasta lagi 1. juli 2017.
Feløg, skrásett hjá Skráseting Føroya
Feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya í roknskaparklassa B og C, skulu lata inn skattaroknskap og ársfrásøgn í bæði talgildum XBRL-formati og talgildum PDF-formati á www.vinnugluggin.fo. Sjálvuppgávur o.a. skal latast inn í talgildum PDF-formati á www.vinnugluggin.fo.
Onnur feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, skulu lata inn sjálvuppgávu, roknskap og kapitalvinningssjálvuppgávu í PDF-formati á www.vinnugluggin.fo.
Felagsskapir o.tíl.
Felagsskapir o.tíl., sum ikki eru skrásettir hjá Skráseting Føroya, skulu lata inn sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu í talgildum PDF-formati. Roknskapurin skal latast inn í talgildum excel-formati á www.vinnugluggin.fo. Standard roknskaparleistir finnast á heimasíðuni hjá TAKS.
Deyðsbúgv
Sjálvuppgáva, kapitalvinningssjálvuppgáva og ognaruppgerð hjá deyðsbúgvum skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juli 2017.
Ognaruppgerð
Tað er bara neyðugt at lata inn ognaruppgerð, um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 2015. Tó skulu øll tey, sum fáa ognaruppgerð frá TAKS, lata hana inn aftur. Ognaruppgerðin fæst við at venda sær til TAKS á telefon 35 26 00.
Umsókn um longda freist at lata inn sjálvuppgávu
Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2017. Tá biðið verður um longda freist, skal hetta gerast fyri hvønn persón og hvørt felag sær. Harafturat verður kravt:
- at umsóknin er innlatin áðrenn 1. mai hjá vanligum skattgjaldarum og sjálvstøðugt vinnurekandi og áðrenn 1. juli 2017 hjá feløgum, felagsskapum o.tíl.
- og at sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin.
Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru rættstundis innlatin, tá ið tey eru TAKS í hendi í seinasta lagi teir innlatingardagar, sum nevndir eru omanfyri. Fellur seinasti innlatingardagur á leygardag, sunnudag ella halgidag, er seinasti innlatingardagur fyrstkomandi gerandisdag.
Er fullfíggjað sjálvuppgáva ikki rættstundis innlatin, hevur TAKS heimild til at seta inntøkuna til eina metta upphædd og til at áleggja sekt.
Toll- og skattaráðið
21. februar 2017