Skriva út

Serlig kunngerð

um skattskylduga inntøku fyri 2014


Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldugu inntøku sína, áðrenn freistirnar nevndar niðanfyri, eru úti.

Øll, sum fáa sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu, skulu lata hesar innaftur.

Vanligir skattgjaldarar og sjálvstøðug vinnurekandi við roknskaparskyldu

Skattgjaldarar, ið ikki hava roknskaparskyldu skulu lata sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2014 inn í seinasta lagi 4. mai 2015.

Somuleiðis er freistin hjá sjálvstøðugum vinnurekandi og skattgjaldarum við roknskaparskyldu at lata inn sjálvuppgávu, roknskap, kapitalvinningsjálvuppgávu og ognaruppgerð fyri 2014 í seinasta lagi 4. mai 2015.

Allir roknskapir skulu latast inn saman við sjálvuppgávuni, talgildir í pdf sniði á www.eSkatt.fo.


Feløg, felagsskapir og tílíkt

Hjá feløgum, felagsskapum, o.ø. har roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2014, er freistin at lata inn sjálvuppgávu, roknskap og kapitalvinningsjálvuppgáva 1. juli 2015.

Sjálvuppgáva, roknskapur og kapitalvinningssjálvuppgáva hjá feløgum, felagsskapum o.t. skal latast inn í pdf sniði um Vinnugluggin.fo.


Deyðsbúgv

Sjálvuppgáva, kapitalvinningssjálvuppgáva og ognaruppgerð hjá deyðsbúgvum skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juli 2015.

Ognaruppgerð
Tað er bara neyðugt at lata ognaruppgerð inn, um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 2013. Tó skulu øll tey, sum fáa ognaruppgerð frá TAKS, lata hana innaftur. Ognaruppgerðin fæst við at venda sær til TAKS, tel. 35 26 00.

Umsókn um longda freist til at lata sjálvuppgávu inn
Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2015. Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvønn persón og hvørt felag sær, og harafturat verður kravt, at:

- umsóknin er latin inn áðrenn 4. mai fyri vanligu skattgjaldarnar og sjálvstøðugt vinnurekandi og 1. juli 2015 fyri
feløg o.t.
- sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin.

Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru roknað fyri at vera latin inn rættstundis, tá ið tey eru TAKS í hendi í seinasta lagi teir innlatingardagar, sum nevndir eru omanfyri. Fellur seinasti innlatingardagurin á leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur fyrstkomandi gerandisdag.

Er fullfíggjað Sjálvuppgáva ikki latin inn rættstundis, hevur TAKS heimild at seta inntøkuna til eina metta upphædd og harafturat at áleggja sekt.

 

Toll- og Skattaráðið
16. februar 2015