Løgtingslóg nr. 75 frá 24. oktober 1978 um bókhaldsskyldu. (Bókhaldsskyldulógin)
§ 1. Bókhaldsskylda verður fyriskipað fyri:
A.
1) Skrásett partafeløg og onnur vinnufeløg har, sum ikki allir felagsmenn ábyrgjast persónliga fyri skuldbind- ingar felagsins.
2) Tryggingarfeløg.
3) Fastognarlánsfeløg, útlánsfeløg og onnur veðlánsfeløg, sparikassar og lánsgrunnar.
4) Lutafeløg av einumhvørjum slag.
5) Onnur feløg, legat og aðrar stovnanir í tann mun, tey hava inntøku av vinnu, har ímillum rakstur ella burturleigu av fastogn.
B. Persónar, samognarfeløg og onnur feløg, sum hava sjálvstøðuga vinnu av niðanfyri nevnda slag.
1) Grannskoðarayrki, roknskaparhjálp, bókføring og aðra fíggjarliga ráðgeving.
2) Tryggingarumboð.
3) Handil av sovorðnum slag, ið er treytaður av loyvisbrævi.
4) Útleigan við vinnuligum endamáli.
5) Meklarayrki.
6) Lækna-, tannlækna-, tannteknikara-, djóralækna-, kiropraktikarayrki o.t., har arbeitt verður sjálvstøðugt.
7) Barber- og hárfríðkanarstovur.
8) Rakstur av klinikkum, sanatorium, hvíldarheimum, vakurleika- og fótrøktarklinikkum o.t.
9) Koyrilæra, tónleikalæra og frálæra av einumhvørjum slag fyri egnu rokning.
10) Arkitekt- og verkfrøðingayrki o.t., har arbeitt verður sjálvstøðugt.
11) Advokatyrki og annað løgfrøðisligt yrki.
12) Kvikmyndasýningum, sjónleikum ella annað av tílíkum slag.
13) Kavarayrki, bjargingar- og vaktartænasta.
14) Entreprenørvirki.
15) Reingerð, herundir vindeygavasking, tá hetta er skipað sum sjálvstøðugt yrki.
16) Ferða- og farmaflutningur.
17) Akstur, herundir allur bilflutningur, ið goldið verður fyri.
18) Forlagsyrki, herundir bløð og tíðarritaútgáva.
19) Lýsinga- og reklamuyrki.
20) Ferðamannastovur o.l. umboð av einumhvørjum slag.
21) Fiskiskapi, tá hetta verður rikið sum vinna.
22) Keyp og søla av fiski, tá hetta verður rikið sum vinna.
23) Øllum handverki, tá arbeitt verður sjálvstøðugt.
24) Rakstur av grótbrotum, olaminum og alt 25) 27) Vakstrarhúsum og jarðarbrúki, har tað er vinna.
28) Hotel-, pensionat- og matstovurakstur.
29) Framleiðsluyrki av einumhvørjum slag.
30) Umboðssøla av einumhvørjum slag.
2. stk. Um persónar, feløg o.t., sum lógin fyriskipar bókhaldsskyldu fyri, eisini reka aðra vinnu, sum ikki bókhaldsskylda er fyriskipað smb.
1. stk., fellur slík vinna eisini undir bókhaldsskyldu.
§ 2. Allar bøkur skulu verða bókaðar væl og virðiliga og skulu kunna vísa, hvat virkisøkið fevnir um og ognarviðurskiftini, soleiðis at áhugamálini hjá ognarum og almennum myndugleikum verða tryggjað. Landsstýrið fyriskipar annars tey minstukrøv, ið skulu setast til bókhaldsskylduna.
2. stk. Allar bøkur saman við øllum skjølum, sum kunnu prógva, at bókingin hevur verið gjørd væl og virðiliga, skulu goymast í minst 5 ár aftaná at umrødda roknskaparár er endað.
§ 3. Brot á hesa lóg ella á tær fyriskipanir, ið verða ásettar sambært hesa lóg, verða, um tær eru gjørdar við vilja ella av stórum gáloysni, revsaður við sekt, um ikki lóggávan annars fyriskipar strangari revsing.
2. stk. Ger skrásett partafelag ella annað vinnufelag brot á hesa lóg, kann felagnum sum so verða álagt sekt.
§ 4. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1979.
2. stk. Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, gongur úr gildi "Lov for Færøerne nr. 210 af 6. maj 1921 om Bogføring m.v." við seinni broytingum.
3. stk. Um nakar, ið er bókhaldsskyldugur sambært ta í 2. stk. umrøddu lóg, ikki hevur lokið sítt roknskaparskeið pr. 1. januar 1979, er viðkomandi framvegis bókhaldsskyldugur eftir hesi lóg, til roknskaparskeiðið er endað.
Ár 1978, 26. september legði skattanevndin fram hetta
Álit
Í seinastu tingsetu varð uppskot lagt fyri løgtingið um munandi broytingar í skattalógini. Undir nevndararbeiðinum við hesum broytingum varð bókhaldsskyldulógin havd á lofti. Sambært § 38, stk. 2, í løgtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 um landsskatt og kommunuskatt hevur landsstýrið eftir tilmæli frá líkningarráðnum fyriskipað bókhaldsskyldu fyri teir, ið hava atvinnu, og sum lóggávan annars ikki fyriskipar bókhaldsskyldu fyri. Hetta er gjørt í 1965 fyri nakrar vinnugreinir. Skattanevndin er samd um, at ein nýggj og meira tíðarhóskandi lóg átti at verða gjørd um bókhaldsskyldu, sum setti nøkur minstu krøv fyri, hvussu sjálvt bókhaldið skuldi verða skipað.
Núverandi lógin er frá 1921, og í nógvum førum er hon ótíðarhóskandi. Eisini eru fleiri nýggjar atvinnur, sum ikki verða nevndar í lógini.
Í § 1 verða allar tær atvinnur nevndar, sum koma undir bókhaldsskyldu. § 2 fyriskipar bert, at bókhaldið skal verða soleiðis skipað, at áhugamálini hjá møguligum ognarum og almennum myndugleikum verða trygjað, men samstundis gevur henda grein landsstýrinum heimild til at skipa fyri minstukrøvum til bókhaldið Sum fylgiskjal er lagt við eitt uppskot um, hvussu ein slík kunngerð í høvuðsheitum kann síggja út. § 3 hevur eina fyriskipan um revsing fyri brot á lógina, sum er munandi broyting frá teimum fyrnaðu reglunum í gomlu lógini.
Sambært § 2 skal landsstýrið sum nevnt fyriskipa tey minstukrøv, sum skulu setast til bókhaldsskylduna. Við at fyriskipa hetta við kunngerð, kunnu bókhaldsreglurnar gerast smidligari, t.d. tá hugsað verður um, at ein størri partur av bókhaldsfunktiónini verður yvirtikin av E.D.V.
Politiskt ynski er um at fáa samtíðarskatt sum skjótast í Føroyum. Hetta ger tað tess meiri neyðugt at fáa bókhaldslógina broytta.