Skriva út

Løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og Skattafyrisiting


Kap. 1
Toll- og Skattstova Føroya

Stýrið
§ 1. Toll- og Skattstova Føroya er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum í skattamálum við einum Stýri og økisskrivstovum úti um landið. Stýrið ansar eftir, at skattaálíkningin og toll-og avgjaldsfyrisitingin fer fram á rættan og samlíkan hátt um alt landið.

§ 2. Stýrið ger hvørt ár eina virkisætlan fyri alt landið, sum økisskrivstovurnar hava skyldu at fylgja, og hevur Stýrið eftirlit við at ætlanin verður fylgd.
Stk. 2. Stýrið gevur økisskrivstovunum vegleiðingar viðvíkjandi skattaálíkningini og toll-og avgjaldsfyrisitingini, og hava tær skyldu at fylgja hesum vegleiðingum.
Stk. 3. Toll- og Skattaráð Føroya skal góðkenna tær vegleiðingar, sum umrøddar eru í stk. 2.

§ 3. Stýrið hevur skyldu til, tá tað heldur tað vera neyðugt, at kanna rættleikan í teimum avgerðum økisskrivstovan hevur tikið.
Stk. 2. Stýrið hevur altíð rætt til at fáa allar upplýsingar um ítøkiligar avgerðir, sum økisskrivstovurnar hava tikið. Eisini hava umboð fyri Stýrið rætt til at luttaka á fundi við tær kommunalu skattakærunevndirnar, tó uttan atkvøðurætt.
Stk. 3. Stýrið kann altíð taka skattaálíkningina hjá einum borgara upp aftur, tá tað metir hetta vera neyðugt. Eisini kann Stýrið altíð gera eina skattaálíkning, har ein slík ikki er gjørd áður. Um Stýrið heldur, at ein skattaálíkning ella onnur avgerð tikin av økisskrivstovuni ikki er bein, kann Stýrið altíð broyta skattaálíkningina ella avgerðina.
Stk. 4. Reglurnar í stk. 3 eru ikki galdandi, tá ein kommunal skattakærunevnd, Toll- og Skattaráð Føroya ella Landsskattakærunevndin hevur gjørt úrskurð í málinum, uttan so at nýggir upplýsingar eru komnir fram í málinum.
Stk. 5. Um Toll- og Skattaráð Føroya heldur, at ein avgerð, sum er tikin av einari kommunalari skattakærunevnd, ikki er bein, kann tað eftir tilmæli frá Stýrinum innan 4 vikur aftaná avgerðin er tikin leggja hana fyri Landsskattakærunevndina.
Stk. 6. Stýrið kann áleggja økisskrivstovunum at gera skattaálíkningar, har slíkar við órætti ikki hava verið gjørdar áður. Somuleiðis kann Stýrið áleggja økisskrivstovunum at áleggja toll- og avgjøld, har slík við órætti ikki hava verið áløgd áður.
Stk. 7. Tey, sum eru sett í skatt eftir avgerð stýrisins, ella sum Stýrið hevur broytt skattaálíkningina hjá, kunnu kæra avgerðina hjá Stýrinum til Landsskattakærunevndina, og skal slík kæra verða send skrivliga innan 4 vikur eftir tað, at tey hava fingið boð um avgerð stýrisins. Somuleiðis kunnu tey, sum Stýrið hevur álagt toll- og avgjøld, kæra til ávikavist Tollkæru- ella Meirvirðisgjaldskærunevndina. Kæran skal verða send skrivliga innan 4 vikur eftir tað, at tey hava fingið boð um avgerð stýrisins.
Stk. 8. Skal skattseting verða hækkað eftir ætli, má hetta tó verða gjørt áður enn 2 ár eru liðin frá tí, at skattaárið gekk út. Áðrenn skattaálíkning verður broytt, skal skattgjaldarin fáa høvi til skrivliga at gera sínar viðmerkingar til skattsetingina.

Kap. 2

Økisskrivstovurnar
§ 4. Stýrið hevur skyldu til at skipa fyri hóskandi fyrisiting, soleiðis at økisskrivstovur eru til at avgreiða størri økir. Landsstýrismaðurin í skattamálum skal góðkenna talið á økisskrivstovum, hvar í landinum tær skulu liggja, og hvussu stórt øki tær skulu umfata hvør sær.

§ 5. Økisskrivstovan er líkningarvaldið í tí øki, hon umfatar, og tekur sær av allari skattaálíkning í teimum kommunum, sum hoyra til økisskrivstovuna. Somuleiðis er økisskrivstovan toll- og avgjaldsvaldið í tí øki, hon umfatar.
Stk. 2. Skattaálíkningin skal verða gjørd í seinasta lagi 31. oktober árið eftir at inntøkuárið er lokið.
Stk. 3. Freistin í stk. 2 er bert galdandi um sjálvuppgávan og ognaruppgerðin v.m. er latin inn til ásettu tíðarfreist.
Stk. 4. Økisskrivstovan kann vegna kæru ella eftir nærri kanning av skattaálíkningini hjá einstøkum skattaborgarum, taka hesa upp aftur eftir at tíðarfreistin í stk. 2 er farin, og gera neyðugar broytingar í skattaálíkningini.
Stk. 5. Tá økisskrivstovan biðjur um tað, hevur ein kommuna skyldu til at geva økisskrivstovuni allar upplýsingar viðvíkjandi einum skattaborgara, sum kunnu vera við til, at økisskrivstovan kann gera eina sanna og rætta skattaálíkning.

§ 6. Hevur økisskrivstovan ikki góðtikið sjálvuppgávuna hjá skattgjaldara, sum hann hevur latið inn rættstundis, skal hon boða skattgjaldaranum at koma á fund við umboð fyri økisskrivstovuna, ella geva honum møguleika til skrivliga at veita greinligar upplýsingar og prógv. Í hesum føri og eisini tá ið rættstundis sjálvuppgáva er ikki innlatin, skal økisskrivstovan skrivliga gera hann kunnugan við broytingina av inntøku hansara, orsøkina til broytingina og vegleiðing um kærumøguleika.

§ 7. Verður skattaálíkningin vegna kæru ella við nærri kanning jbr. § 5, stk. 4 tikin upp aftur til nærri viðgerðar av økisskrivstovuni og møguliga broytt, skal verða givið skattgjaldara loyvi til skrivliga ella munnliga at veita greiniligar upplýsingar og prógv. Í hesum føri skal í fráboðanini til skattgjaldara verða givin grundgeving fyri broytingini og givin skal verða kæruvegleiðing.
Stk. 2. Skal skattseting verða hækkað eftir ætli, má hetta tó verða gjørt áður enn 2 ár eru liðin frá tí, at skattaárið gekk út.
Stk. 3. Reglurnar í §§ 6 og 7 eru ikki galdandi í teimum førum, hvar ein broyting verður gjørd eftir áheitan frá skattgjaldaranum sjálvum, og hann fær fult viðhald. Skattgjaldarin skal tó altíð hava skrivlig boð um broytingina.

§ 8. Kæra um skattaálíkningina eftir reglunum í §§ 6 og 7 kann verða send kommunalu skattakærunevndini. Kæran skal vera skrivlig og grundgeving fyri kæruni skal vera við, og skal hon vera móttikin áðrenn 4 vikur eru farnar frá tí, skattgjaldari hevur fingið boð um skattaálíkningina, sum kært verður um. Kæra um avgerðina hjá kommunalu skattakærunevndini kann verða send Landsskattakærunevndini, og skal slík kæra verða send inn í seinasta lagi 4 vikur aftan á, at skattgjaldari hevur fingið boð um avgerðina.

§ 9. Samstundis, sum sjálvuppgávan verður send skattgjaldarunum fáa økisskrivstovurnar ein navnalista frá Stýrinum yvir allar persónar, feløg o.s.fr., sum skulu setast í skatt í kommununum í økjunum.
Stk. 2. Í serstaka deild á navnalistanum verða settir allir persónar, feløg, stovnanir og deyðsbúgv, sum ikki eiga heima her á landi, men sum í kommununi hava tílíka inntøku, sum nevnd er í § 2 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum.

§ 10. Stýrið sendir beint aftaná 1. november kommununum ein lista við skattskyldugu inntøkuni hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi.
Stk. 2. Listin, ið umrøddur er í stk. 1 verður beint aftaná 1. november lagdur fram í kommununi til alment eftirlit í 11 dagar á høgligum staði fyri íbúgvararnar, eftir at tað frammanundan er kunngjørt soleiðis, sum vanligt er í kommununi. Á listanum skal verða sagt frá at skattgjaldari hevur høvi til at kæra um skattaálíkningina hjá sær og øðrum skattaborgarum til økisskrivstovuna, um hann ikki heldur at skattaálíkningin hjá honum sjálvum ella øðrum skattaborgara er bein.
Stk. 3. Verður skattgjaldari, sum ikki stendur á navnalistanum, sambært avgerð av hægri valdi skrivaður á listan og settur í skatt, skal økisskrivstovan heita á hann um at lata inn sjálvuppgávu innan hóskandi freist, sum økisskrivstovan setur. Hann verður so settur í skatt eftir somu reglum, sum galda fyri vanliga skattaálíkning, uttan tað at freistin fyri at senda økisskrivstovuni kæru um skattaásetingina er 14 dagar frá tí, at hann fekk at vita av henni.
Stk. 4. Skattalistin má ikki almannakunngerast á annan hátt, enn ásett er í stk. 2.

§ 11. Í seinasta lagi 1.november sendir Toll- og Skattstovan kommununum upplýsingar um allar inntøkur og frádráttir frá árinum frammanundan hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi. Kommunurnar gera sínar viðmerking til álíkningina hjá økisskrivstovunum.
Stk. 2. Tað áliggur økisskrivstovunum at kanna viðmerkingarnar kommunurnar gera, og boða kommununum frá úrslitinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann fyriskriva neyvari reglur um, hvørjir inntøku- og frádráttarupplýsingar skulu latast eftir stk. 1, nýtsluna av hesum, og at partar av hesum upplýsingum kunnu latast í árinum fyri 1. november.

Kap. 3

Skipan og starv kommunalu skattakærunevndarinnar
§ 12. Landið verður býtt upp í 7 skattakæruøkir, sum velja hvør sína skattakærunevnd.
Stk. 2. Skattakæruøkini eru:

Norðoya Øki.
Eysturoyar Øki.
Vága Øki.
Tórshavnar Øki.
N.Streymoyar Øki
Sandoyar Øki.
Suðuroyar Øki.
Landsstýrismaðurin í skattamálum ger av, hvørjar kommunur skulu hoyra til tey skattakæruøkir, sum tilskilað eru framman fyri.
Stk. 3. Kommunurnar í skattakæruøkinum velja limirnar í skattakærunevndina. Talið á nevndarlimum skal verða stakt, minst 3 og hægst 7. Fyri hvørjar av hesum verða eisini valdir tiltakslimir, sum kunnu verða innkallaðir, um tí fasta liminum berst frá.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin í skattamálum ger við kunngerð reglur um, hvussu valið av nevndarlimum skal fara fram, og hvussu kommunurnar skulu umboðast í skattakærunevndini.
Stk. 5. Limir og varalimir í skattakærunevndini verða valdir á fyrsta fundi aftan á nýval til bygdarráðið, og er valið galdandi fyri alt valskeið bygdarráðsins. Sigur limur seg úr nevndini, verður nýggjur valdur í hansara stað alt valskeiðið.
Stk. 6. Valbæri hava allir persónar búsitandi í Føroyum, sum lúka treytirnar um valbæri sambært løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur við seinni broytingum, og eru reglurnar í nevndu lóg um, nær ein hevur skyldu at taka við vali v.m., eisini galdandi í hesum føri.

§ 13. Skattakærunevndin skipar seg við formanni og næstformanni, og er hon viðtøkufør, tá ið minsta lagi helmingurin av limunum er á fundi, ella tiltakslimir teirra. Allar avgerðir skulu fyri at hava gildið verða samtyktar av minst helminginum av teimum, ið eru á fundi.
Stk. 2. Formaðurin ella í hansara stað næstformaðurin skal luttaka í øllum avgerðum. Um eitt uppskot fær líka nógvar atkvøður fyri sum ímóti, er atkvøða formansins ella í hansara stað næstformansins avgerðandi.
Stk. 3. Eingin limur má taka lut í viðgerð av kæru, tá hann er ógegnigur sambært reglurnar í løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisiting.
Stk. 4. Limur skal sjálvur siga frá, um hann heldur iva vera um sítt gegni eftir stk. 3. Um so er, og hinir limirnir góðkenna tað, skal hann fara av fundinum, meðan málið verður viðgjørt.

§ 14. Formaðurin fær samsýning, sum Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur eftir tilmæli frá kommununum.
Stk. 2. Fyri luttøku á fundum í skattakærunevndini verður veitt fundarsamsýning, sum er hin sama sum í øðrum nevndum í bý/ bygdarráðum annars. Samsýningin verður ásett av landsstýrismanninum í skattamálum.
Stk. 3. Landsstýrið rindar samsýningina til formannin og limirnar, men fær hesa aftur frá teimum kommunum - sum skattakærunevndin umfatar - í mun til fólkatalið í kommununum.

§ 15. Tær kommunalu skattakærunevndirnar viðgera eftir reglunum í §§ 16-17 kærur um álíkningina frá borgarunum í tí øki, tær umfata. Landsstýrismaðurin í skattamálum ger eina starvsskipan, sum skattakærunevndirnar skulu arbeiða eftir. Í hesu starvsskipan skal m.a. verða álagt kommununum at veita skattakærunevndunum ta skrivstovuhjálp, tær halda vera neyðuga.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya hevur skyldu til at lata allar upplýsingar til skattakærunevndina um eitt mál, ið kært verður um. Nevndin kann eisini krevja Toll- og Skattstovuna eftir ummæli í málinum og skal annars royna at fáa til vega teir upplýsingar, ið tørva til at gera úrskurð í málinum. Skattakærunevndin kann biðja Toll- og Skattstovuna lata seg umboða á fundum í nevndini, tá hon hevur kærumál til viðgerðar.
Stk. 3. Í teimum førum, tá ið beinleiðis er ætlað um inntøku skattgjaldarans, stendur tann meting við, ið Toll- og Skattstovan hevur gjørt, uttan so at hann, ið kærir, kemur við tílíkum upplýsingum og prógvum afturat, at skattakærunevndin av tí verður før fyri sjálv at ætla um málið.
Stk. 4. Skattakærunevndin ger úrskurð um innkomnu kærurnar, og skal støðutakanin hjá nevndini verða grundgivin.
Stk. 5. Úrskurður skattakærunevndarinnar kann kærast til landsskattakærunevndina innan 4 vikur eru farnar frá tí kærarin fekk kunnleika til úrskurð skattakærunevndarinnar. Toll- og Skattstovan kann eisini kæra úrskurð skattakærunevndarinnar til landsskattakærunevndina. Hetta kann tó bert gerast við samtykki frá Toll- og Skattaráð Føroya.

§ 16. Kæra til skattakærunevndina um álíkningina hjá Toll- og Skattstovuni verður send Skattakærunevndini í økinum, sum sendir kæruna við møguligari frágreiðing um málið, ið kært verður um, til Toll- og Skattstovuna í økinum, og krevur hana eftir áliti í málinum. Kæran til skattakærunevndina skal verða send skrivliga og skal styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl. Hon skal verða latin inn áðrenn 4 vikur eru lidnar frá tí at skattakravið er fingið frá Økisskrivstovuni.

§ 17. Áðrenn skattakærunevndin tekur avgerð um kæruna, sum ikki til fulnar gevur kæraranum viðhald, skal nevndin gera eina frágreiðing um málið, sum skal taka tað við, sum hon heldur er avgerandi fyri støðutakanina í málinum. Frágreiðingin verður send kæraranum, sum verður biðin um at koma við viðmerkingum til frágreiðingina innan fyri eina freist, sum kærunevndin ásetir.
Stk. 2. Tá skattakærunevndin hevur í hyggju at taka eina avgerð, sum umrødd er í stk. 1, skal hon geva tí kærandi møguleika at siga fram sína áskoðan munnliga fyri nevndini.
Stk. 3. Skattakærunevndin ger úrskurð í málinum. Nevndin hevur heimild til at taka alla skattsetingina, sum hon er, upp til viðgerðar, sama hvat kæruevnið er.
Stk. 4. Eru meira enn 3 mánaðir lidnir síðani kæran varð latin inn til skattakærunevndina, kann kæra verða latin landsskattakærunevndini, sjálvt um skattakærunevndin ikki hevur gjørt sín úrskurð.

§ 18. Skattakærunevndin kann eftir áheitan frá kærara taka eitt mál upp aftur, um nevndin fær upplýsingar, sum hon ikki áður hevur havt undir viðgerðini av kæruni, og um mett verður, at hesir upplýsingar vildu ført til heilt annan úrskurð frá nevndini, um upplýsingarnir vóru tøkir, tá nevndin gjørdi sín úrskurð.
Stk. 2. Skattakærunevndin kann játta eini umsókn, um at taka eina kæru upp aftur, sjálvt um treytirnar í stk. 1 ikki eru loknar, um nevndin metir at serlig viðurskiftir gera seg galdandi.

Kap. 4

Toll- og Skattaráðið
§ 19. Toll- og Skattaráð Føroya fastleggur tey stevnumið, sum Toll- og Skattstova Føroya skal arbeiða eftir á toll-, avgjalds- og skattaøkinum.
Stk. 2. Toll- og Skattaráðið er skipað av 5 limum og 5 varalimum, sum landsstýrismaðurin í skattamálum tilnevnir fyri 4 ár, og ger landsstýrismaðurin í skattamálum samstundis av, hvør skal vera formaður, og hvør skal taka sæti hansara, um honum berst frá. Ein av ráðslimunum skal vera roknskaparkønur, annar lógkønur, triði fastognar- og byggikønur og hinir báðir verða tilnevndir eftir tilmæli frá kommununum. Annar av Føroya Kommunufelag, og hin av kommununum sum ikki eru limir í felagnum. Sama er galdandi fyri varamenn.
Stk. 3. Somu reglur, sum eru galdandi um, hvør hevur skyldu at taka við í bý/bygdarráði og kommunalu skattakærunevndunum, er galdandi fyri limir Toll- og Skattaráðsins.
Stk. 4. Limirnir fáa samsýning, sum landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur.
Stk 5. Til tess at veita Toll- og Skattaráðnum hjálp, tá biðið verður um tað viðvíkjandi serliga fløktum og truplum málum, kann landsstýrismaðurin í skattamálum skipa fyri serkønari hjálp. Hjálparmenn fáa løn, sum landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann gera reglur fyri virkið hjá Toll- og Skattaráðnum.

§ 20. Toll- og Skattaráð Føroya hevur saman við Stýrinum eftirlit við skattaálíkningin og toll- og avgjaldsfyrisitingini og ansar eftir, at hon á øllum økisskrivstovum fer fram á rættan og samlíkan hátt og í samsvar við reglurnar í galdandi lóggávu. Toll- og Skattaráðið kann eftir tilmæli frá Stýrinum geva vegleiðingar skattaálíkningini og toll- og avgjaldsfyrisitingini viðvíkjandi. Somuleiðis kann Toll- og Skattaráðið eftir tilmæli frá Stýrinum - bæði meðan skattaálíknað verður og seinni - áleggja líkningarvaldinum at álíkna skattin uppaftur fyri einstakar skattgjaldarar ella allar, og áleggja Stýrinum at broyta toll- og avgjaldsútrokningar, sum økisskrivstovurnar hava gjørt.
Stk. 2. Toll- og Skattaráðið kann eisini eftir tilmæli frá Stýrinum, bæði meðan skattaálíknað verður og seinni áleggja Stýrinum at broyta skattsetingar, sum økisskrivstovurnar hava gjørt. Toll- og Skattaráðið kann eftir tilmæli frá Stýrinum biðja Stýrið taka álíkningar, íroknað metingar og aðrar avgerðir upp til nærri kanningar og gera broytingar í hesum. Somuleiðis kann Toll- og Skattaráðið eftir tilmæli frá Stýrinum biðja Stýrið taka toll- og avgjaldsavrokningar, sum økisskrivstovurnar hava gjørt upp til nærri kanningar og gera broytingar í hesum.
Stk. 3. Skal skattseting verða hækkað eftir ætli, má hetta tó verða gjørt, áður enn 2 ár eru liðin frá tí, at skattaárið gekk út. Áðrenn skattaálíkning verður broytt, skal skattgjaldarin fáa høvi til skrivliga at gera sínar viðmerkingar til skattsetingina.

§ 21. Øll tey, sum Toll- og Skattaráðið hevur sett í skatt, ella sum Toll- og Skattaráðið hevur broytt skattaálíkningina hjá, kunnu kæra avgerðina til Landsskattakærunevndina. Somuleiðis kunnu tey, sum Toll- og Skattaráðið hevur álagt toll- ella avgjald, kæra avgerðina til ávikavist Tollkæru- ella Meirvirðisavgjaldskærunevndina, og skal slík kæra verða send skrivliga innan 4 vikur eftir tað, at tey hava fingið boð um avgerð Toll- og Skattaráðsins.

Kap. 5

Landsskattakærunevndin
§ 22. Landsskattakærunevndin viðger skattakærur.
Stk. 2. Í landsskattakærunevndini eru 5 av landsstýrismanninum í skattamálum tilnevndir limir. 2 av limunum skulu vera lógkønir, 1 roknskaparkønur, 1 skal umboða arbeiðsgevarafeløgini og 1 verkamannafeløgini. Landsstýrismaðurin tilnevndir umboðini fyri arbeiðsgevarafeløgini og verkamannafeløgini eftir tilmæli frá feløgunum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í skattamálum tilnevnir formannin og næstformannin, sum skulu verða lóg- ella roknskaparkønir. Á sama hátt tilnevnir landsstýrismaðurin 5 varalimir. Starvstíð nevndarinnar og varalimanna er 4 ár.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin í skattamálum skipar fyri, at nevndin fær neyðuga skrivarahjálp og avger, um fastur skrivari skal setast í starv, ella um skrivaraarbeiði skal liggja hjá einum almennum kærustovni.
Stk. 5. Til tess at veita landsskattakærunevndini hjálp, tá biðið verður um tað viðvíkjandi serliga fløktum og truplum málum, kann landsstýrismaðurin í skattamálum eisini skipa fyri serkønari hjálp. Hjálparmenn fáa løn, sum landsstýrismaðurin í skattamálum ásetir.
Stk. 6. Limirnir fáa løn ella samsýning, sum landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur.

§ 23. Somu reglur, um hvør kann taka lut í kæruviðgerð sambært § 13, stk. 3 er eisini galdandi fyri limir í landsskattakærunevndini.

§ 24. Landsskattakærunevndin ger úrskurð um kærur um tær metingar av tí skattskyldugu inntøkuni, sum kommunalu skattakærunevndirnar, stýrið ella Toll- og Skattaráðið hava gjørt.
Stk. 2. Skattgjaldari kann sjálvur senda inn kæru um skattseting. Tó kann skattgjaldari ikki skjóta skattseting til landsskattakærunevndina, hevur hann ikki í rættari tíð sent kæru um hana til kommunalu skattakærunevndina uttan so, at hann heldur fram, at hann er ikki skattskyldugur, ella tað eru gjørd slík formlig mistøk, tá hann varð settur í skatt, at tey kunnu ógilda skattsetingina. Kæra skal verða send, áðrenn 4 vikur eru lidnar frá tí, at skattgjaldarin fekk boð um álíkningina.
Stk. 3. Er kæra ov seint inn latin, ella eru treytirnar fyri at gera úrskurð um hana eftir tí, ið framman fyri er ásett, annars ikki til, verður hon ikki viðgjørd. Tó er landsskattakærunevndini heimilað at taka kærur til viðgerðar í teimum førum, ið nevnd eru í stk. 2, og tá hon heldur fullgóð forføll vera, tó at tær vanligu treytir fyri hesum eru ikki uppfyltar.
Stk. 4. Kæra um skattaálíkningina verður send landsskattakærunevndini beinleiðis innan 4 vikur aftan á, at avgerðin er fingin, jbr. annars reglurnar í hesi grein og § 25.

§ 25. Kæra til landsskattakærunevndina skal verða send skrivliga og skal styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl. Tá hin kærandi ella skattgjaldarin, sum lut eigur í málinum, biður um tað, skal hann ella umboðsmaður hansara sleppa at siga fram sína áskoðan munnliga fyri nevndini. Tá so er, skal Stýrið hava fráboðan og hava rætt til eisini at verða umboðað á fundinum.
Stk. 2. Nevndin leitar sær ummæli frá stýrinum um ta innkomnu kæruna. Áðrenn Stýrið gevur hetta, krevur tað økisskrivstovuna og kommunalu skattakærunevndina eftir øllum upplýsingum og áliti í málinum og roynir annars at fáa til vega teir upplýsingar, ið tørva til at gera úrskurð í málinum. Nevndin kann biðja Stýrið lata seg umboða, tá nevndin hevur kærumál til viðgerðar.
Stk. 3. Í teimum førum, tá ið beinleiðis er ætlað um inntøku skattgjaldara, stendur tann meting við, ið økisskrivstovan, møguliga Stýrið ella Toll- og Skattaráðið, hevur gjørt uttan so, at hann, ið kærir, kemur við tílíkum upplýsingum og prógvum afturat, at landsskattakærunevndin av tí verður før fyri sjálv at ætla um málið.
Stk. 4. Landsskattakærunevndin ger úrskurð um tær innkomnu kærur, og skal støðutakanin hjá nevndini verða grundgivin. Nevndin hevur heimild til at taka alla skattsetingina, sum hon er, upp til viðgerðar, sama hvat kæruevnið er.
Stk. 5. Úrskurður landsskattakærunevndarinnar kann skjótast inn fyri Føroya Rætt innan 3 mánaðir eru farnir.

§ 26. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998.