Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 11 frá 5. februar 1988 frá Líkningarráð Føroya

um endurrindan av serligum oljugjaldi

 

Við heimild í løgtingslóg nr. 99 frá 1. oktober 1986 er ásett serligt gjald á brenniolju v.m.


Í § 2 í hesari løgtingslóg eru sornuleiðis ásettar fyriskipanir soleiðis, at skip og flogfør í ávisan mun hava rætt til at fáa endurrindað serliga oljugjaldið frá Føroya Gjaldstovu.

Skip yvir 20 BRT og flogfør hava rætt til frá Føroya Gjaldstovu at fáa endurrindað tað gjald, sum tey hava goldið sambært § 1 í nevndu løgtingslóg, tó ikki fyri smyrjiolju.

Skip og bátar undir 20 BRT, sum av líkningarráðnum verða mett at vera í vinnu, hava rætt til at fáa endurrindað tað gjald, sum tey hava goldið sambært § 1 í nevndu løgtingslóg, tó ikki fyri smyrjiolju.

Landsstýrið hevur við heimild i § 2, 3. stk. í somu løgtingslóg ásett nærri reglur um endurrindan av gjaldinum í kunngerð nr. 110 frá 6. oktober 1986.


Í § 1 eru nærri reglur ásettar um endurgjaldið, tá ið talan er um skip yvir 20 BRT og flogfør, sum tó ikki skulu viðgerast nærri her.

Men sarnbært § 2 í nevndu kunngerð er ásett, at skip og bátar undir 20 BRT kunnu fáa endurgoldið serliga oljugjaldið frá Føroya Gjaldstovu eina ferð um árið fyri olju keypt undanfarna ár, um hesar treytir eru loknar:

1) Líkningarráð Føroya hevur endaliga álíknað roknskapin fyri skipið/bátin, og
2) at bert skip og bátar, sum av Líkningarráð Føroya verða mett at hava verið í vinnu, hava rætt til endurgjald.

Líkningarráðið hevur í Vegleiðingarskrivi nr. 46 fyri 1986 sum vegleiðandi reglu m.a. ásett, at skip/bátar, sum í 1986 hava avreitt veiddan fisk svarandi til eina árliga bruttosølu ornanfyri 90.000.- kr., verða viðgjørd sum fult vinnulig sambært kap. 3 í avskrivingarlógini.

Í sarnband við støðutakanina um oljugjaldið kann endurrindast, hevur ráðið ásett, at skip/bátar skulu lúka somu treytir, sum her nevnt, fyri at kunna roknast rikin vinnuliga, nevniliga at árliga bruttosølan er omanfyri 90.000.- kr. Er árliga bruttosølan 90.000.- kr. ella lægri, verður skipið/báturin ikki roknaður sum fult vinnuligur.
Tá ið metast skal um skipið/báturin hevur verið rikið vinnuliga í samband við avgerðina um endurrindan av tí serliga oljugjaldinum, skal í hesum viðfangi havast í huga, at um roknskapurin fyri skipið/bátin bert er fyri ein part av árinum, av tí at skattgjaldarin byrjar ella gevst í árinum við vinnuni, verður árliga bruttosølan fyri árið umroknað lutfalsliga í mun til omanfyri nevndu 90.000.- kr. Er umroknaða upphæddin omanfyri 90.000.- kr. skal skipið/báturin roknast sum rikið vinnuliga.

Við tað at løgtingslógin um serligt gjald á brenniolju v.m. kom ikki í gildi fyrr enn 3. oktober 1986, verður endurgjald fyri 1986 bert veitt fyri olju, sum er keypt í tíðarskeiðinum 3. oktober 1986 til 31. december 1986.

Viðmerkjast skal, at uttan mun til um tað eru flogfør, skip/bátar yvir 20 BRT, ella skip/bátar undir 20 BRT, so er tann regla galdandi, at oljugjald, sum Føroya Gjaldstova hevur afturgoldið, skal inntøkuførast í tí árinum, tað er afturgoldið. Samlaða afturgoldna upphæddin fyri eitt roknskaparár skal standa fyri seg í roknskapinum.

Rundskriv nr. 8 frá 26. november 1987 um endurrindan av serligum oljugjaldi sambært løgtingslóg nr. 99 frá 1. oktober 1986 fer samstundis úr gildi.