Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 11 frá 23. desember 1992

um partaeigaralán


Ráðið hevur á fundi samtykt, at fyri at lán frá partafelag til partaeigara, nevndar- ella stjórnarlim í viðkomandi felag kann góðkennast við skattligum gildi, skulu fylgjandi treytir verða loknar:

1) Lániavtalan skal verða góðkend av nevndini og førd í nevndarfundarbók felagsins og annars lúka tey krøv, sum eru ásett í partafelagslóggávuni.

2) Lániavtalan skal vera gjørd, áðrenn peningurin verður útgoldin.

3) Avtalan skal innihalda upplýsingar um avdráttartíð, avdráttarupphædd, rentu v.m.

Líkningarráðið hevur ásett rentuna av partaeigaralánum til 12% p.a. Rentan skal roknast av einum meðaltali av 12 saldi - einari fyri hvønn mánaðin í árinum.

Felagið skal bæði inntøkuføra og tilskriva rentuna í bókhaldi felagsins.

Vart verður gjørt við, at partaeigari kann eisini vera eitt annað partafelag v.m.

Hetta rundskriv fær gildi 1. januar 1993.