Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 1 frá 15. februar 1996

um útleigan av sethúsum/parti av sethúsum


Í samband við at reglurnar fyri skattliga viðgerð av inntøkum og útreiðslum í sambandi við útleigan av sethúsum/parti av sethúsum - soleiðis sum tær eru lýstar í innanhýsisskrivi frá Líkningarráði Føroya, dagfest 12. juli 1990 - helst hava óætlaðar óhepnar avleiðingar við sær, hevur Líkningarráð Føroya ásett niðanfyristandandi reglur við gildi frá 1. januar 1996.

Ásannast má, at tá talan er um, hvørt rentufrádráttur skal verða roknaður sum privatur ella vinnuligur, er neyðugt at leggja til merkis, undir hvørjum treytum útleiganin er skipað. Fyri ein part má eisini metast um, um útleiganin er vinnuligt virksemi ella ikki.

Útleigan av sethúsum/parti av sethúsum verður viðgjørd í tveimum høvuðsbólkum: A) og B). A) verður býttur upp í 3 viðgerðarbólkar:

A) Hús ella íbúð bygd við tí fyri eyga at leiga út, punkt A.1 - A.3 niðanfyri

B) Útleigan av parti av sethúsum, sum eru bygd til nýtslu hjá eigara, punkt B niðanfyri
A.1) Útleigan av heilum húsum:
Um húsini eru bygd til at leiga út sum vanlig sethús, ella eru keypt til at leiga út, og eigarin ikki býr í teimum, og ikki hevur rúm til taks, kunnu útreiðslur av at bøta um slit av leigaraávum og rentur av lánum við veð í húsunum dragast frá leiguinntøkuni. Hallið kann dragast frá í aðrari inntøku.
Treytin fyri frádráttinum er tó, at leigan er á hædd við tað, sum onnur leiga líknandi hús út fyri har um leiðir.
A.2) Útleigan av sjálvstøðugari íbúð:
Um tann parturin av sethúsunum, ið er bygdur til at leiga út, er innrættaður til sjálvstøðuga íbúð við teimum innleggingum og innrættingum, sum vanliga hoyra til eina íbúð, og um hann eisini hevur egna inngongd, sum ikki er partur av egna bústaði ella nýtsluøki útleigarans, kunnu útreiðslur av at bøta um slit av leigaraávum av útleigaða partinum dragast frá í leiguinntøkuni. Tann parturin av rentum av lánum við veð í somu ogn, sum svarar til lutfallið millum útleigaðu fermetrarnar í mun til samlaða fermetratalið av sethúsunum kann eisini dragast frá í leiguinntøkuni.
Við íbúð er at skilja, at leigarin einsamallur hevur ráðarætt yvir í minsta lagi:
- egnari inngongd við duri
- egnum baðirúmi við vaski, toiletti og brúsu/baðikari
- køki við vanligum hørðum hvítvørum
- stovu
- sovirúmi
A.3) Útleigan av fleiri íbúðum í einum húsum, har eigarin eisini býr:
Henda útleigan verður viðgjørd eins og nevnt undir punkti 2, um húsini eru bygd soleiðis, at har eru fleiri sjálvstøðugar íbúðir við teimum inngongdum og innrættingum, sum vanliga hoyra til eina íbúð. Íbúðirnar skulu tó eisini hava egnar inngongdir, sum ikki eru partar av íbúð ella nýtsluøki útleigarans.

B.Útleigan av rúmum í privatum sethúsum:
Hesi hús eru sum meginregla privat sethús, har eigarin leigar út einstøk rúm uttan egna inngongd. Fyri at koma til sítt rúm má leigarin ganga ígjøgnum inngongd ella nýtsluøki, t.d. kjallara hjá eigaranum. Leigararnir hava ikki hvør sær atgongd til køk og baðirúm, men nýta felagsøkir saman við eigaranum.
Útleigarin kann í hesum førum í leiguinntøkuni draga frá fyri umvæling av sliti av leigaraávum av útleigaðu rúmunum eftir hesum reglum:
- rentur av lánum eru at rokna sum privatar sethúsarentur
- gjald til brunatrygging er privat útreiðsla uttan frádráttarrætt
- umvæling av sethúsunum annars, innan sum uttan, er at rokna sum privatútreiðsla við atliti til frádráttarrættin fyri umvæling sambært § 33 nr. 11) í skattalógini.

Uttan iva vilja mál av hesum slag stinga seg upp, har omanfyristandandi viðgerðarreglur ikki beinleiðis kunnu nýtast, men verður tá heitt á viðskiftafólk okkara um at seta seg í samband við Toll- og Skattstovuna í viðkomandi øki.
Innanhýsis rundskriv frá Líkningarráði Føroya frá 12. juli 1990 fer við hesum úr gildi.