Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 1/2001

um gávur frá arbeiðsgevara


Viðvíkjandi gávum frá arbeiðsgevara til starvsfólk í samband við serstakt høvi hevur Toll- og Skattaráðið samtykt fylgjandi reglur:

1) Gávur í peningi og gávukort skulu skattast uttan mun til upphæddina.

2) Gávur í "naturalia" skulu ikki skattast, um keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald er 1.500 kr. ella minni.

Er keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald yvir 1.500 kr., skal skattur gjaldast av allari upphæddini.

Hetta rundskriv fær gildi frá og við inntøkuárinum 2000, og samstundis fer rundskriv nr. 8 frá 21. september 1992 úr gildi.

Argir, 12. januar 2001

 
Óli Heinesen / 
stjóri  

Beinta Festirstein
settur deildarstjóri