Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 1/2008

um hvat manning og starvsfólk, sum starvast umborð í flogførum og ferðamannaskipum, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt

Slag av vørum
              Nøgd
Aldursmark
Rúsdrekka í mesta lagi 60% vol. alkohol
ella
heitvín o.a. ikki yvir 22% vol. alkohol
              1 litur
    18 ár
Borðvín
              1,5 litur (2 fl.)
    18 ár
Øl, í mesta lagi 5,8% vol. alkohol
              2 litur
    18 ár
Sigarettir
ella sigarillos
ella sigarir
ella roykitubbak
              200 stk
              100 stk
                 50 stk
               250 gram
    18 ár
Parfuma
Toilettvatn
                 50 gram
                 25 cl
    einki
Sukurlátuvørur
                1,5 kg
    einki
Aðrar vørur, fyri virði í mesta lagi  tilsamans
            1.250 kr
    einki

Treytin fyri toll- og avgjaldsfríum innflutningi er:

- at vøran er til egna nýtslu og ikki til sølu ella annað vinnuligt endamál
- at manning ella starvsfólkið hevur vørurnar hjá sær í sínum egna handviðføri
- at tað sjálvboðið verður boðað tolleftirlitinum frá vørunum í REYÐU tollrásini
- at tað skulu ganga í minsta lagi 30 dagar í millum hvørja toll- og avgjaldsfría veiting

Verður brot framt á hesa regluna kann rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning fella burtur. Haraftrat kann brotið verða sektað við bót.


Argir, tann 6. februar 2008

Toll- og Skattstova Føroya


Arnold H. Nielsen / Hjørdis Gaard